mánadagur 1. apríl 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í fjør var hann
ein av 300,
sum søktu, men
einans 20 sluppu
inn á skúlan. Í
ár hevur hann
gingið á skúla
num við Áir við
tí endamálið at
betra um skúla
prógvið
Danjal av Rana
Á gomlu hvalastøðini við Áir,
í gamla mannskapshúsinum,
húsast í dag ein skúli. Mong
hava kanska ikki givið sær
far um tað, hóast skeltið sæst
týðiliga frá landsvegnum.
Á skúlanum, sum bjóðar
fólki at taka 9. floksprógv
sítt umaftur, einamest fyri
at betra um tað ella tí tey
ongantíð hava staðið 9. flokk,
ganga í dag 21 næmingar.
Pláss er tó fyri 30 næming
um.
Tveir flokkar eru á skúla
num við Áir, annar tekur 9.
floksprógv, meðan hin tekur
eitt fyrireikingarár til at taka
9. floksprógv. Skúladagarnir
byrja beint áðrenn klokkan
níggju og vara ofta til út móti
klokkan fýra. Fríggjadag er
tó liðugt á døgurða, tí tá fara
øll heim um vikuskiftið, eis
ini tey, sum annars búgva á
skúlanum.
Teir átta næmingarnir,
sum búgva á skúlanum,
passa annars seg sjálvar eftir
skúlatíð.
- Klokkan 16 fara seinastu
starvsfólkini av skúlanum og
eftir tað mugu næmingarnir
klára seg sjálvar. Fyrr var ein
náttarvakt eisini, men nú er
tankin tann, at talan er um
vaksin fólk, sum nokk skulu
klára seg sjálvi, sigur Stig
Elttør, sum er leiðari á Skúla
num við Áir.
Hann sigur, at skúlin er
opin fyri øllum.
- Tað stendur øllum frítt
at søkja inn á skúlan. Tey,
sum koma higar, hava av ym
iskum ávum antin ikki fing
ið 9. floksprógvið, ella vilja
betra tað, fyri at sleppa inn
á ein miðnámsskúla, sigur
hann.
Nógv teirra, sum gera
skúlagongdina við Áir lidna,
fara víðari á heilsuhjálpara
skúla, á FHS, á yrkisbreyt
ella fyrireikingarbreyt ella í
miðnám í Vestmanna.
- Vit eggja øllum at søkja
inn á onkran annan skúla, tá
tey eru liðug her, sigur Stig
Elttør.
Vil á geymaraskúla
í Danmark
Ein teirra, sum gongur við
Áir í dag og hevur søkt víð
ari, er 21 ára gamli Dánjal
Jákup Hanusarson úr Hval
ba. Seinni í ár fer hann til
upptøkusamrøðu á einum
geymaraskúla í Grenå. Júst
hesin skúlin er eisini orsøkin
til, at hann gongur í skúla við
Áir í ár.
- Eg søkti eisini inn á skúl
an í fjør, men tað gekk ikki.
Tá fortaldi mamma mín mær
um skúlan við Áir, at her var
ein møguleiki at betra um 9.
floksprógvið. Kanska fór tað
at betra um møguleikan at
sleppa inn á skúlan, greiðir
hann frá.
Og
tað
gongur
betri,
miðalkarakterurin í ár er væl
hægri enn hann var, tá hann
bleiv liðugur í Hvalbiar skúla
fyri nøkrum árum síðani.
Seinastu tíðina sigldi hann
sum dekkari við Breiðanesi
og Hamranesi, áðrenn hann
í heyst flutti norður til Áir.
Nú er vónin at sleppa inn á
geymaraskúla í Grenå.
- Tað er ein vanligur mið
námsskúli, sum gevur eitt
vanligt miðnámsskúlaprógv.
Men umframt vanligu undir
vísingina í støddfrøði, málum
og líknandi, er eisini nakað
av undirvísing í geyming.
Vit læra um telduspøl, um
uppbygnaðin, um strategi og
sjálvandi eisini um ymisku
spølini, greiðir hann frá.
Sjálvur spælir hann mest
Fortnite, League of Legends
og Counterstrike.
Men nálareygað er trongt.
Í fjør søktu 200 næmingar
inn á skúlan, men bara 30
fingu pláss.
- Eg skal so gera mítt besta
undir samrøðuni og geri mítt
besta her á skúlanum, so eg
vænti møguleikin at sleppa
inn er størri í ár enn í fjør,
sigur Dánjal Jákup Hanus
arson.
DÁNJAL JÁKUP Æ
SÆR Á GEYMARA
Bygningurin var partur av hvalastøðini við Áir
Tað besta er, tá næmingar vitja okkum aftur og vísa, at teir hava fótað sær í lívinum, sigur
Stig Elttør, leiðari á skúlanum
Marin og Daniella lesa skaldsøguna Ranvá eftir Dagmar Joensen-Næs, samstundis sum
tær lurta eftir bókini á telefonini