mánadagur 1. apríl 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fýra lærarar eru á skúla
num og tvey starvsfólk, men
Stig Elttør sigur, at umframt
undirvísing, so er ein stórur
partur av arbeiðsuppgávuni
at vera um tey ungu, sum
ganga á skúlanum.
- Umframt at geva teimum
tann lærdómin, sum krevst
fyri at fáa eitt 9. floksprógv,
vilja vit eisini menna tey
menniskjaliga, styrkja tey og
teirra karakter, og ikki bara
skúlakarakterirnar. So tað er
nógv prát við næmingarnar
uttan fyri undirvísing, sigur
hann.
- Vit royna at leggja dent
á tað, sum er gott og skapa
eitt gott umhvørvi fyri tey,
tí onkur teirra hava ovmikið
at dragast við annars. So vit
práta um tað, sum tey duga
og tað góða heldur, sigur
hann.
- Vit leggja dent á at skapa
eitt trygt umhvørvi og fólk,
sum vitja, nevna ofta tað
heimliga, fjálga umhvørvið,
sum tey koma inn í, sigur
hann.
Útlendingar velja
skúlan við Áir
Seinastu árini hevur skúlin
merkt, at alsamt fleiri út
lendingar hava søkt inn á
skúlan. Mong teirra duga
ikki serliga væl føroyskt ella
kenna lítið til føroysk viður
skifti.
- Á hendan hátt kunnu
tey fáa eitt føroyskt 9. floks
prógv, samstundis sum tey
læra seg málið. Ein annar
fyrimunur er, at hetta er fyri
mong einastu møguleikin at
læra seg danskt, sum tað vísir
seg, at nógvir útlendingar
hava trupulleikar av, tá tey
koma til Føroya. Danskt er
ein nógv størri partur av
okkara útbúgvingarskipan
og almennu skipan, enn vit
kanska geva okkum far um,
sigur Stig Elttør.
Útlendingarnir, sum hava
verið á skúlanum við Áir,
hava verið úr til dømis Peru,
Liberia, Fílabeinsstrondini,
USA, Gana, Filipsoyggjunum
og Tailandi.
- Tað er ymiskt, hvørjum
útbúgvingarstøðið, tey eru
á. Onkur teirra hava fullar
útbúgvingar ell eru bachelor
í onkrum, men hava torført
við at fáa arbeiði í Føroyum,
tí tey ikki duga málið, greiðir
hann frá.
Hann heldur tó, at tað
er sunt fyri umhvørvið við
Áir, at útlendingar eisini eru
partur av skúlanum.
- Tað ger okkurt gott við
okkum at uppliva ymiskar
mentanir. Útlendsku næm
ingarnir hava nógv at læra
føroyingarnar og tað er stutt
ligt onkuntíð at hava høvi at
læra um teirra mentan, eitt
nú gjøgnum matin. Eg haldi,
vit læra nógv av einum fjøl
broytnum umhvørvi, sigur
hann.
Stór útbygging
skjótt liðug
Síðani heystfrítíðina hevur
virksemið á skúlanum verið
nógv merkt av, at ein stór
umbygging fer fram. Hetta
er triðja byggistig í eini um
bygging, sum byrjaði longu
í 2010. Tá Stig Elttør tók við
sum leiðari í 2015, byrjaði
arbeiði at fyrireika triðja
byggistig saman við Lands
verki. Landsverk varðar av
bygninginum, sum skúlin við
Áir húsast í. Fýra milliónir
krónur eru játtaðar til triðja
byggistig í 2018 og 2019. Um
vælingararbeiðið byrjaði á
heysti 2018 og verður vænt
andi liðugt á páskum. Tað er
JEP Smíð, sum hevur staðið
fyri arbeiðinum.
Tá umbyggingin er heilt
liðug, vera átta kømur á skúl
anum, til næmingar at búgva
á,
umframt
tvær
stórar
skúlastovur, ein bólkastova,
køkur,
uppihaldsrúm
og
skrivstovur.
Í hesum triðja byggi
stignum er útlufting lagt í
størstan partin bygningin,
tey bæði seinastu kømurini
eru umvæld, nýggj vesi og
nýtt vaskirúm eru gjørd, eitt
nýtt flokshøli og eitt bólka
høli eru komin afturat og
allur bygningurin er bruna
tryggjaður.
Stig Elttør dylir ikki yvir,
at
onkuntíð
miseydnast
skúlagongdin hjá onkrum
næmingum.
- Nógv teirra, sum koma
higar, hava ymiskt at dragast
við, og tað eru ikki øll, sum
megna at gjøgnumføra skúl
an. Tí er tað altíð eyka hug
aligt, tá gamlir næmingar
koma á gátt og vísa, at tey
eru farin víðari í lívinum
og hava megnað at fóta sær
sjálvi, sigur hann.
ÆTLAR
ASKÚLA
Hetta er annað av nýggju flokshølunum í skúlanum
Soleiðis sær eitt av kømurunum á skúlanum út
Dánjal Jákup Hanusarson
úr Hvalba býr á skúlanum,
meðan hann tekur 9.
floksprógvið umaftur
Dánjal Jákup Hanusarson ætlar sær inn á ein geymaraskúla
í Grenå. Men nálareygað er trongt. Seinast sluppu 20 av 300
umsøkjarum inn