Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er ongantíð komið fyri áður, at kappingin hevur verið so opin, sum hon nú er. B36 hevur spælt fýra dystir, og hini fýra liðini hava spælt tríggjar dystir. Øll liðini uttan EBS/Skála hava seks stig. Tví­ faldu greipuvinnararnir í EBS/ Skála hava ikki staðið seg væl, tí samansetta liðið bíð­ar framvegis eftir fyrsta stigi­num. Leygardagin vann HB 2-0 í Klaksvík eftir málleysan fyrra hálvleik. HB hevur síðstu ferðir­nar havt gott tak á tí í Klaks­vík. Í fjør endaði tað báðu ferðir­nar 1-1, og nú streyk HB av­stað við øllum, eftir at fyrra um­farið endaði málleyst. B36 vann fyri aðru ferð á rað. ÍF/Víkingur/B68, sum er væl við í kappingini, fór úr Gunda­dali við 1-0 tapi. Næsta umfar er um tvær vikur. Tá fær ÍF/Víkingur/B68 nýggjan møgu­leika í Gundadali, har HB verður vertur. Jóannes Hansen Stóri dysturin hesa ferð var í Sørvági. 07 Vestur, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, hevði í Sørvági vitjan av B68, sum í fjør var akkurát ov stutt at flyta upp í bestu deildina. Heimaliðið vann 4-2. Mið­ skeiðis í fyrra hálvleiki skoraði 17 ára gamli Ragnar Weihe og so var 3-1. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá Ragnari í vaksna­mannafótbólti. Leiðslan helt sær til ein tími var farin. Tá minkaði 17 ára gamli Bárður Ó. Jensen um munin til 3-2. So var spenningur í tjúgu minutt­ ir, inntil heimaliðið tíggju minuttir undan leikloki stað­ festi 4-2 sigurin. Veteranurin Debes Daniel­ sen javnaði fyri B68, tá ið eitt korter var farið, og eftir at Eirikur Magnusarson hevði lagt heimaliðið framum. Solo­ mon Kwao skoraði til 2-1, og Heri Kjærbo skoraði til 4-2. Tríggir av málskjúttunum hjá heimaliðnum eru ikki upp­ vaksn­ir í 07 Vestur. 27 ára gamli Solo­mon Kwao er úr Ghana. Hann hevur verið í Føroyum síðani 2015. Í fjør var hann í Giza Hoyvík, og hetta er fyrsta árið hjá honum í Sørvági. Eirikur Magnusarson og Heri Kjær­bo eru suðuroyingar og spældu í fjør við oyggjaliðnum har suðuri. Lokal framtíð Hóast hesir, sum ikki eru upp­ vaksnir í felagnum, leygardagin áttu eyðsýndan leiklut, so undir­strika teir í Vágum, at teir arbeiða miðvíst við at leggja lunn­ar undir lið, sum fyrst og fremst skal verða mannað við lokal­um spælarum. Tað snýr seg um menning av ungum spælarum. Nýggi venj­arin eigur nógvar royndir í at menna ungar spælarar og ung lið. Í vetur varð 35 ára gamli Julian Madsen sett­ur sum høvuðsvenjari. Hann er norð­maður, og arbeiðs­setn­ ing­urin hjá honum er saman við ungdómsvenjarunum at menna ungar spælarar, sum kunnu vera við til at manna lokalt lið. Ungdómsvenjararnir í felagnum eru Jens Erik Ras­ mussen, Albert Ellefsen, Sigtór Peter­sen og Ken Fagerberg, sum var á liðnum leygardagin ímóti B68. Lokalu spælararnir á lið­ num leygardagin vóru Silas Eyð­steinsson, Dann Fróðason, Høgni Egilstoft Nielsen, Ragn­ ar Weihe, Hørður Egilsson og Sølvi Egilsson. Síðstu løtuna vórðu tríggir ungir lokalir spælar­ar skiftir inn – Sámuel Eyð­steinsson, Karl Weihe og Fríði Joensen. Verjuskansin Martin Tausen er uppvaksin í TB, men nú hevur hann búð leingi í Vágum, har hann hevur spælt síðani 2016. Sandoyingar taptu Saman við 07 Vestur og B68 er B71 einasta liðið, sum kappast um at flyta upp. Í tveimum teimum fyrstu umførunum vann B71 fýra stig. Teir næst­ bestu hjá HB vóru á Sandi leygar­dagin, og teir fóru til hús við 3-2 sigri. Hetta var fyrsti HB sigurin í ár, og hetta var fyrsta ferð­in í ár, at B71 ikki vann úr­ tøku. Teir næstbestu hjá KÍ vunnu trivaligan 3-0 sigur í Gundadali ímóti B36, sum nú er niðast saman við EB/Streymi. EB/Streymur vann fyrsta stigið á middegi leygardagin á Skála. Heimaliðið var greitt omaná, og heimaliðið hevði nógvar møguleikar at økja um leiðslu­na, sum varð vunnin í fyrra hálvleiki. Men tað riggaði ikki, og so gekk tað soleiðis, sum tað ofta ger í sovornum før­um. EB/Streymur javnaði til 1-1 og helt tørn um javnleikin. Grannauppgerðin millum Vík­ing og NSÍ skuldi vera uppi á Brekku í Leirvík. Har var kavi á vøllinum, og so varð tað broytt soleiðis, at NSÍ átti heima­vøll. Hóast tað varð spælt við Løkin, var Víkingur nógv betri og vann 5-0. Hóast suðuroyingar áttu stóran leiklut leygardagin, so ivast teir í Vágum ikki í, at framtíðin verður lokal og í fremstu røð Fýra av fimm liðum hava seks stig FÓTBÓLTUR 1. deild menn: Betri deildin støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 Víkingur II 3 2 1 0 8 2 +6 7 2 07 Vestur 3 2 1 0 6 2 +4 7 3 KÍ II 3 2 1 0 5 1 +4 7 4 B71 3 1 1 1 6 6 0 4 5 B68 3 1 1 1 6 7 -1 4 6 Skála II 3 0 3 0 2 2 0 3 7 HB II 3 1 0 2 5 6 -1 3 8 NSÍ II 3 1 0 2 3 7 -4 3 9 EB/Streymur II 3 0 1 2 6 8 -2 1 10 B36 II 3 0 1 2 1 7 -6 1 Betri deildin støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 HB 3 2 0 1 7 2 +5 6 2 ÍF/Vík/B68 3 2 0 1 5 2 +3 6 3 B36 4 2 0 2 4 4 0 6 4 KÍ 3 2 0 1 3 3 0 6 5 EBS/Skála 3 0 0 3 1 9 -8 0 NSÍ – Víkingur 0-5 (0-3) 0-1: Ingi Jonhardsson 20. 0-2: Tonni Thomsen br 23. 0-3: Arnbjørn Svensson 25. 0-4: Geza David Turi 48. 0-5: Hans Jákup Lervig 90. Reytt kort: Óla Kristian Jacobsen, Víkingur, 71. (beinleiðis reytt) Skála – EB/Streymur 1-1 (1-0) 1-0: Teitur Poulsen 22. 1-1: Jákup Joensen 75. 07 Vestur – B68 4-2 (3-1) 1-0: Eirikur Magnusarson 7. 1-1: Debes Danielsen 16. 2-1: Solomon Kwao 18. 3-1: Ragnar Weihe 21. 3-2: Bárður Ó. Jensen 60. 4-2: Heri Kjærbo 80. B36 – KÍ 0-3 (0-0) 0-1: Bárður J. Heinesen 54. 0-2: Bárður J. Heinesen 61. 0-3: Jóhan Waag Høgnesen 78. B71 – HB 2-3 (1-1) 0-1: Villiam Klein 13. 1-1: Clayton Soares br 31. 1-2: Daniel Johansen 81. 2-2: Clayton Soares 82. 2-3: Jón Krosslá Poulsen 86. Reytt kort: Gunnar Lydersen, B71, 88. (beinleiðis reytt) KÍ – HB 0-2 (0-0) 0-1: Heidi Sevdal 63. 0-2: Rebekka Benhakoura 86. B36 – EBS/Skála 1-0 (0-0) 1-0: Helena H. Johannesen 52. Máltindurin Bárður J. Heinesen KÍ 3 Clayton Soares B71 3 4. umfar Fríggjadagin 5. apríl Víkingur – B36 HB – NSÍ Leygardagin 6. apríl KÍ – B71 EB/Streymur – 07 Vestur B68 – Skála Máltindurin Heidi Sevdal HB 3 3. umfar Sunnudagin 14. apríl HB – ÍF/Víkingur/B68 EBS/Skála – KÍ SÍGGJA LJÓST UPPÁ TAÐ Í VÁGUM 1. deild kvinnur: STØÐAN ER HEILT NÝGGJ 3. umfar: