mánadagur 1. apríl 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1. teinur
- 159 kilometrar úr Courseulles
sur Mer til Le Neubourg
Vinnari:
Nicolai
Brøchner
(Riwal Readynez)
Torkil og teir úr Riwal
Readynez fáa eina dreyma
byrjan
upp
á
Tour
de
Normandie. Teir heinta nøkur
útbrot, og í síðuvindinum gera
teir tað trupult fyri kappingar
neytarnar. Hetta eydnast til
fulnar, og feltið kemur savnað
á mál, har Riwal-súkklarin,
Nicolai Brøchner, er kvik
astur og súkklar seg í gulu
føraratroyggjuna í kappingini.
”Hetta var ein av teimum
døgunum, har allar ætlanirnar
frá morgunstundini riggaðu.
Vit feiðra sigurin við einum
glasi av sjampanju.” - Torkil
Veyhe
2. teinur
- 169,5 kilometarar úr Darnétal
til Forges-les-Eaux
Vinnari: Alberto Dainese ( SEG
Racing Academy)
Riwal
Readynez
leggur
nógv fyri í royndini at verja
gulu føraratroyggjuna, sum
Nicolai Brøchner hevur. Tað
krevur millum annað, at teir
sita fremstir í feltinum – at
teir taka ábyrgd og samstundis
royna at súkkla møgulig útbrot
innaftur. Júst hetta eydnast til
fulnar, tí feltið kemur savnað á
mál, men í spurtinum er italski
Alberto Dainese frá SEG Racing
Academy fremstur, og hann
kemur í føraratroyggjuna.
”Vit eru komnir fyri at
vinna samanlagt, og nú mugu
vit finna útav hvussu. Um tað
endar við spurti hvønn dag, so
er Brøchner okkara besta boð,
men annars mugu vit vita um
vit ikki kunnu koyra heim í
einum minni bólki við onkrum
av okkara onkran av døgun
um.” - Torkil Veyhe
3. teinur
- 147,5 kilometrar úr Bourg-
Achard til Elbeuf sur Seine
Vinnari: Arvid de Kleijn (Metec
– TKH Continental)
Nú gongur betur hjá Riwal
Readynez, sum leggur nógv
fyri í royndini at fáa Nicolai
Brøchner aftur í gulu førara
troyggjuni. Danska liðið er við
í at kalla øllum, sum fyriferst á
hesum teininum, og tað lønar
seg eisini í síðsta enda. Nicolai
Brøchner
kemur
nevniliga
aftur í gulu føraratroyggjuna,
men hinvegin er Torkil Veyhe
óheppin og punkterar eitt
keðiligt tíðspunkt stutt áðrenn
finaluna.
”Eg misti eitt sindur av tíð
av tí sama, so tað var harmiligt
fyri mítt viðkomandi. Men vit
eru her fyri Brøchner, og nú
skulu vit halda troyggjuna til
sunnudagin.” - Torkil Veyhe
4. teinur
- 173 kilometrar úr Tilly-sur-
Seulles til Argentan
Vinnari: Ole Forfang (Joker
fuel of Norway)
Tað kundi neyvan gingið
nógv verri hjá Riwal Readynez
á hesum teininum. Maðurin í
gulu føraratroyggjuni, Nicolai
Brøchner, noyðist at taka
seg úr kappingini við skaða
í knænum. Riwal Readynez
missir eisini ein annan mann,
soleiðis at liðið nú einans telur
fýra mans, og eru farnir frá at
mynda kappingini til at vera
dotnir púrasta úr myndini.
”Hetta var ein ordans lorta
dagur. Hýrurin er ikki góður.
Vit eru vónbrotnir.” - Torkil
Veyhe
5. teinur
- 172 kilometrar úr Alencon til
Bagnoles de l'Orne Normandie
Vinnari: Barnabás Peak (SEG
Racing Academy)
Teir á Riwal Readynez hava
brúkt nógva orku upp á at
annaðhvørt leypa á ella verju
gulu troyggjuna, og í so máta
er hetta fyrsti teinurin, at teir
hava fríar teymar, og hetta
gagnnýta teir við at koyra ein
róligan tein, har tað ikki er
nógv at skriva heim
um.
”Eg havi roynt at spart
meg í dag, og ætlanin er at
royna okkurt í morgin. Vit
fáa at síggja, um har er nokk
eftir.” - Torkil Veyhe
6. teinur
- 159,5 kilometrar úr Gouville-
sur-Mer til Martinvast
TOUR DE
NORMANDIE –
SAMANDRÁTTUR
SÚKKLING