Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vinnari: Trond Håkon Trondsen (Team Coop) Júst sum ætlað, so royn­ ir Torkil Veyhe seg nakrar ferðir við at sleppa í út­brot, men tað hevur feltið ongan áhuga í, og hann sleppur ongantíð meira enn 20 sekund av­stað. Liðfelagi hansara, Tobias Kongstad, var í út­broti í 90 kilometrar, men eisini hann varð súkkl­aður innaftur. Tað endar við, at feltið kemur savn­ að á mál. ”Tað skuldi verið í dag, um tað stóra skuldi broytast. Teinurin í morg­in sær ikki út til at vera so harður, so tað verður ringt at gera nakað vilt, men vit kunnu bara blíva positivt yvirraskaðir.” - Torkil Veyhe 7. teinur - 150 kilometrar úr Saint Lo til Caen Vinnari: Johan Langballe (Team Waoo) Riwal Readynez roynir seg aftur við at fáa nakrar súkklarar í útbrot, men held­ ur ikki í dag sleppa teir avstað. Teir mugu stað­festa, at ov nógv orka hevur verið brúkt fyrstu dagarnar, og at tað tískil ikki eydnaðist at fáa bygt upp á góðu byrjanina, har Riwal Readynez í stóran mun myndaði kapp­ing­ina. ”Vit komu eftir meira, og tað sá leingi gott út við Nicolai Brøchner. Vit eru glaðir fyri tað, sum vit uppnáddu, men mest vónbrotnir av at Brøchner ikki fullførdi.” - Torkil Veyhe. SÚKKLING