Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað er breið semja um, at avrikið hjá Skála leygardagin, tá ið tað endaði við 2-0 heima­ sigri ímóti NSÍ, er kanska tað mest sannførandi leikliga av­ rikið higartil í ár. Serliga var tað í fyrra hálvleiki, at munurin á granna­ lið­unum í Runavíkar kommunu var eyðsýndur. Skálamenn høvdu greiðar ætlanir, sum teir út­intu við stórum sjálvsáliti. Tað riggaði fínt, og so øktist sjálvs­áliti. -Vit høvdu gjørt av, at vit skuldu leypa á teir í síðunum, og tað riggaði væl. Tað bar við sær, at vit vunnu okkum í fleiri heilt góðar støður, sum kundu havt borið mál við sær. Tá ið tað ikki eydnast at skora mál, hóast yvirvágin er stór, so er tað skjótt, at gongdin vend­ir. Vit høvdu havt fleiri góðar møguleikar, áðrenn tað eydnaðist at skora. Tíbetur fingu vit tvey mál eftir lítlari løtu, og so gekk tað fyri seg eftir okkara treytum, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein. Tað hevur verið tosað um, at Skálaliðið er væl sett saman og trimmað, og tað hevur verið nevnt, at skálamenn hava møgu­leika at vinna seg fram ímill­um tey fimm, sum hava verið roknað at vera uppløgd boð uppá fimm tey fremstu pláss­ini. Leygardagin sást, at verju­ spælið er komið í góða legu. Tá ið einki hevði riggað hjá NSÍ varð Pól Jóhannus Justinussen fluttur av vongverjanum í vinstru, har mótstøðumenninir aftur og aftur sneiddu kring hann og løgdu innfyri, og fram í álopið. NSÍ gyppaði so fram til hann og Klæmint A. Olsen, sum annars hevði arbeitt nógv, hóast treytirnar vóru alt annað enn lagaligar. Stóra kropsliga styrkin hjá Klæminti og Pól Jóhannusi kundi borið trupulleikar við sær. Soleiðis varð tað ikki, tí heimaverjan vísti seg at vera eins stinn og mót­støðu­ menn­inir. Hóast teir hava spælt saman bara í heilt fáar vikur, so riggar tað stak væl hjá Jákupi Jakobsen og Fróða Benjaminsen í miðverjuni, og Teitur R. Joensen er stinnur verjukendur vongverji. Í høgra borði var Ari Olsen væl upplagdur í fram­rættaða partinum, meðan lið­for­mað­ur­ in Pætur Dam Jacobsen í verju­ kendum leik­luti á sentrala miðvøllinum vísti hugburðin, ið ger hann sjálvskrivaðan lið­ for­mann. Samanspælið millum hann og Harald R. Højgaard, sum nú er komin seg heilt eftir skaðasteðgin í fjør, riggar væl. -Framrættaði parturin riggaði heilt væl, og teir longri frammi á vøllinum áttu sín lut í verjuspælinum, tí teir vóru grammir í pressspælinum so­ leiðis, at teir órógvaðu NSÍ verjuna, tá ið ætlanin var at royna við longum sendingum fram til teir fremstu, sigur Skála venjarin. Í NSÍ leguni verður ásannað, at fyrsta kommunuppgerðin í ár ikki var dagurin hjá teimum gulu og svørtu: -Vit mugu bara staðfesta, at mótstøðuliðið var væl betri upplagt, enn vit vóru. Teir vunnu nærdystirnar og returbóltarnar, og teir vístu meiri hugflog í saman­spæli­ num. Í seinna hálvleiki varð tað betri hjá okkum, men tað eydnaðist ikki at skora málið, sum hevði borið við sær, at spenningur kom í, sigur NSÍ hjálparvenjarin Trygvi Morten­ sen. Bæði málini vórðu skorað eftir uppspæl í høgru og inn­ legg. Í fyrra førinum legði vong­verjin Ari Olsen innfyri, og Pætur Dam Jacobsen stútaði til 1-0, og í seinna førinum var tað væl upplagdi Edvin Jakobsen, sum legði innfyri, og Jákup Johan­sen, sum var fremsti maður, nú Søren B. Nielsen var skadd­ur, skoraði til 2-0. Ronni Møller- Iversen og Heðin Klakstein áttu stóran lut í hug­ flogsríka spælinum, og tað sást, tá ið heimaliðið skifti fólk, at tað er kapping um plássini. Nú verður leikluturin broytt­ur, so tit verða roknaðir at vera favorittar? -Vit fegnast um sigurin ímóti NSÍ, sum eingin fær tikið frá okkum. Kvalitetur skal prógvast vikuskifti eftir viku­ skifti. Í fjør vóru sveiggini stór í avrikunum. Nú ræður um at hava fokus á næstu av­ bjóðingini og framvegis at arbeiða nógv og miðvíst, sigur Skála venjarin Eyðun Klak­ stein. Næstu dysirnir hjá Skála eru ímóti AB, ÍF og EB/Streymi. Marginalirnir eru framvegis við B36 AB – B36 1-2 Tá ið klokkan fór um 85 minut­ tir á Argjum leygardagin, vísti máltalvan 1-0 til AB. Tað hevði hon gjørt, síðani miðverjin Sørin N. Samuelsen við høvdi­ num og eftir horna beindi bóltin í B36 málið. Fimm minuttir undan leik­loki sá Bjarki C. Nielsen hjá AB gult fyri aðru ferð og varð vístur av vøllinum. So varð AB undir­mannað. Tveir minuttir seinni javnaði innskifti Andrass Johansen við stútara, eftir at Gilli Samuelsen legði innfyri, og upp­aftur tveir minuttir seinni skoraði Benjamin Heinesen B36 sigursmálið, eftir at Árni Frederiksberg legði innfyri. -Vit eru ovurfegnir um, at tað at enda eydnaðist at vinna øll stigini, og at vit framvegis hava fulla úrtøku, nú vit mistu fremsta álopsspælaran, sum noyddist skaddur av vøllinum. Eg hevði vónað, at fleiri av royndu monnunum fóru at standa stinnari í myndini, enn teir gjørdu. Tí vórðu Gilli Samuelsen og Hannes Agnars­son skiftir inn. Tá ið Brian Jakobsen fór skaddur av vøllinum, varð seytjan ára gamli Andrass Johansen settur inn. Útskiftararnir vísu seg at fáa avgerandi leiklutir, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Í AB leguni er vónbrotið stórt. Ársins fyrsti sigur var á stokkinum. Inntil tríggjar minuttir undan leikloki var AB frammanfyri 1-0, men so broyttist myndin púrasta: -Tað er torført at seta orð á, hvussu stórt vónbrotið er. Okkara spælarar vístu sera góðan hugburð, og tað vísti seg at verða munurin, tá ið vit fingu reytt kort ímóti okkum. Bjarki C. Nielsen sá gult tvær ferð­ir. Í mínum eygum var sein­ na gula kortið ógvuliga bíligt, men tað kunnu vit ikki brúka til so nógv uttan at reisa okk­ um aftur. B36 spælararnir eru bólttryggir, og tað var ómøgu­ ligt hjá okkara monnum at fáa bóltin av teimum, tá ið teir vóru ellivu ímóti tíggju, sigur AB venjarin Sorin Anghel. Jóannes átti stóran leiklut KÍ – EB/Streymur 2-1 Fyri fyrstu ferð í ár fór KÍ av vølli­num við fullari úrtøku, og EB/Streymur bíðar framvegis eftir at vinna fyrsta stigið. Higar­til er tað vorðið til trý tep­ ur tap – ímóti NSÍ, B36 og nú KÍ. -Sveinur Knút Magnussen, sum flutti úr Danmark og til okkara undan kappingarbyrjan legði okkum framum í fjúrt­ anda minutti. Tað gjørdi hann við rimmar skoti av brots­ teigar­markinum. Hann hevur er miðvallari og hevur ikki máltevið frá fremmand­um. FÓTBÓLTUR Betri deildin: SKÁLA ER SÓLSKINSSØGAN Skála venjarin ásannar, at sannførandi sigurin ímóti NSÍ ber við sær, at hansara lið ivaleyst fleiri ferðir verður favorittur, har tað ikki plagar at vera favorittur