Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 P á p i hansara, Bergur Magnus­ sen, skoraði jú nógv mál í síni tíð, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen. -Hugburðurin var góður, tað gekk javnt á, og vit høvdu fleiri støður og onkran góðan mál­møguleika. Einki for­ gjørt hevði verið í tí, um vit skor­aðu eitt mál aftrat, og í hvussu so er vunnu eitt stig. Men marginalirnir vóru ikki við okkum. Teir skoraðu við brots­sparki, og vit fingu ikki brotsspark, sigur EB/Streyma venjarin. Jóannes Bjartalíð var sera væl upplagdur og við í tí mesta framrættaða hjá heima­lið­ num. Fleiri ferðir vóru gjøgn­um­brotini góð og fløtu innleggini vanda­ mikil, uttan at tað eydnaðist at skjóta mál. Fýra minuttir undan steðgi­num bríkslaði dómarin fyri brots­sparki til KÍ, tí hann metti EB/Streyma liðformannin at hava togað ein mótstøðumann niður í brotsteiginum. Jóannes Bjartalíð umsetti brotssparkið til mál. Hann átti innleggið, tá ið væl upplagdi Boris Dosljak eitt stórt korter eftir steðgin skoraði sigurs­málið. -Tað kom ikki óvart á okkum, at tað leikaði so javnt á. Vit myndaðu fleiri málmøguleikar, og eg haldi, at vit áttu at havt skorað fleiri mál, men tað eydnaðist bara einaferð at fáa fatur á bóltin og stýra hann í málið eftir gott gjøgnumspæl og flatt innlegg, sigur KÍ venj­ arin Mikkjal Thomassen. Hvussu væl ert tú nøgdur við gongdina higartil? -Vit hava nýtt lið, sum er ment nógv uppá stutta tíð. Tað býr væl meiri í liðnum, so tað verður spennandi at síggja, hvussu langt vit fara at røkka, sigur KÍ venjarin. KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen var í miðverjuni, inn­til seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. So varð hann fluttur fram á miðvøllin fyri at fáa meiri tyngd í framrættaða partin, og seks minuttir seinni skoraði KÍ sigursmálið. Nakkalangir fuglfirðingar ÍF – TB 2-2 Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð og máltalvan vísti 2-2, sást tað væl, at tað vóru gestir­nir, sum fegnaðust um stigið, sum teir høvdu ognað sær, meðan teir á heimaliðnum vóru vónbrotnir um, at teir í síðstu løtu mistu sigurin og har­við tvey stig. Tað gjørdu teir, tí dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Stefan Radosavljevic umsetti til mál og 2-2. TB hevur ikki so nógv at taka av. Tí var tað smeitur, at mið­vallarin Veljko Vukovic or­ saka av skaða ikki var tøkur. Tíggju minuttir undan steðgi­num var verjuspælið hjá ÍF ikki serliga sannførandi, og so legði Stefan Radosavljevic TB framum 1-0. ÍF liðformaðurin og frems­ti álopsspælarin Jan Ó. Ellings­ gaard bæði javnaði og legði ÍF framum. Tá restaðu fimm minuttir, og tí var tað vónbrot, at tað ikki eydnaðist hjá heima­lið­num at halda tørn um leiðslu­na og harvið at vinna ársins fyrsta sigur. -Okkara avrik var ikki gott í fyrra hálvleiki. Eftir steðg­in reistu vit okkum, og vit høvdu møguleikar at skora fleiri mál. Avrikið var tá av slík­ um slagi, at vit eiga at megna at vinna á fleiri av teim­um, sum vit kappast við, sigur ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellings­ gaard. Í TB leguni eru teir ikki so vón­brotnir: -Vit fóru norður til Fugla­ firð­ar við tí í kvittanum, at tað skuldi eydnast at vinna øll stigini. Tá ið tað nú tørnaði so­leiðis út, sum tað gjørdi, so kunnu vit liva við javnleikinum. Í fyrra hálvleiki vóru vit omaná, men í seinna hálvleiki vórðu vit kroystir aftur í verjustøðu, sigur tvey málaskjúttin Stefan Rado­sav­ ljevic. FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR KÍ – EB/Streymur 2-1 (1-1) 0-1: Svein Knút Magnussen 14. 1-1: Jóannes Bjartalíð br 41. 2-1: Boris Dosljak 62. Dómari: Bjarki Danielsen KÍ: Meinhardt P. Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen – Boris Dosljak (Steinbjørn Olsen, 89.), Simen Sandmæl, Takuya Matsunaga (Børge Petersen, 56.), Jonn Johannesen (Darius Lewis, 66.) – Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen Gult kort: Simen Sandmæl, Boris Dosljak, Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Meinhardt P. Joensen Venjari: Mikkjal Thomassen EB/Streymur: Rói Zachariasen – Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Petur Zachariasen, Jónstein Magnussen (Arnbjørn Hansen, 85.) – Rói H. Olsen (Jens Michael Jensen, 77.), Svein Knút Magnussen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Høgni Midjord (Ragnar B. Danielsen, 68.), Gestur B. Dam, Magnus Jarnskor Gult kort: Rógvi Egilstoft Nielsen, Rói H. Olsen Venjari: Jákup Martin Joensen ÍF – TB 2-2 (0-1) 0-1: Stefan Radosavljevic 36. 1-1: Jan Ó. Ellingsgaard 64. 2-1: Jan Ó. Ellingsgaard 85. 2-2: Stefan Radosavljevic br 89. Dómari: Petur Reinert ÍF: Petur Meinhard Magnussen – Gunnar Christiansen (Dánjal Pauli Højgaard, 66.), Poul Nolsøe Mikkelsen, Dávid Langgaard, Andy Olsen - Høgni Madsen, Karl Løkin, Sámal Joensen (Dánjal á Lakjuni, 46.) – Holgar Durhuus (Jóhan Petersen, 77.), Jan Ó. Ellingsgaard, Ari Ó. Ellingsgaard Gult kort: Høgni Madsen TB: Milos Budakovic – Aron Sørensen (Tormóður Djurhuus, 66.), Poul Ingason, Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen (Andrias Sørensen, 77.), John Villy Leo Wøldike, Luc Michael Jeggo, Regin í Lágabø – Stefan Radosavljevic, Ivan Ivanovic Gult kort: eingin Venjari: Zoran Pavlovic Skála – NSÍ 2-0 (2-0) 1-0: Pætur Dam Jacobsen 24. 2-0: Jákup Johansen 29. Dómari: Kári J. á Høvdanum Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur R. Joensen – Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Kjeld – Edvin Jakobsen, Ronni Møller-Iversen (Janus Svabo Samuelsen, 78.), Heðin Klakstein (Niels Pauli Danielsen, 86.) – Jákup Johansen (Jan Ingason Hansen, 89.) Gult kort: Ronni Møller-Iversen, Jákup Johansen Venjari: Eyðun Klakstein NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen – Peter Nersveen, Jann Martin Mortensen – Jann Benjaminsen (Bárður J. Hansen, 57.), Búi Egilsson, Ari Benjaminsen (Magnus H. Olsen, 57.) – Klæmint A. Olsen Gult kort: Oddur Á. Højgaard, Jann Benjaminsen, Peder Nersveen Venjari: Guðjón Ꝥórðarson AB – B36 1-2 (1-0) 1-0: Sørin N. Samuelsen 36. 1-1: Andrass Johansen 87. 1-2: Benjamin Heinesen 89. Dómari: Rúni Gaardbo AB: Heðin Stenberg – Heri Hjalt Mohr, Sørin N. Samuelsen, Leivur Holm Joensen, Mikkjal T. Hentze (Jónas Stenberg, 61.) – Eli Christiansson, Bárður Olsen, Ragnar Skála (Tóki á Lofti, 34.) – Rógvi Poulsen, Bjarki C. Nielsen, Jobin Drangastein Gult kort: Sørin N. Samuelsen, Bjarki C. Nielsen, Leivur Holm Joensen Reytt kort: Bjarki C. Nielsen 86. (tvey gul) Venjari: Sorin Anghel B36: Hans Jørgensen – Jónas Ꝥór Næs (Hannes Agnarsson, 81.), Andrias H. Eriksen, Erling Jacobsen, Alex Mellemgaard – Bjarni Petersen, Eli Falkvard Nielsen – Árni Frederiksberg, Ragnar Samuelsen (Gilli Samuelsen, 53.), Benjamin Heinesen – Brian Jakobsen (Andrass Johansen, 65.) Gult kort: Erling Jacobsen Venjari: Jákup á Borg 4. umfar Leygardagin 6. apríl NSÍ – Víkingur Sunnudagin 7. apríl ÍF – KÍ B36 – HB AB – Skála TB – EB/Streymur Máltindurin Stefan Radosavljevic TB 3 Betri deildin støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 B36 3 3 0 0 5 2 +3 9 2 Skála 3 2 0 1 4 1 +3 6 3 HB 3 1 2 0 4 2 +2 5 4 KÍ 3 1 2 0 4 3 +1 5 5 Víkingur 3 1 1 1 6 5 +1 4 6 TB 3 1 1 1 4 5 -1 4 7 NSÍ 3 1 1 1 2 3 -1 4 8 AB 3 1 0 2 4 5 -1 3 9 ÍF 3 0 1 2 3 7 -4 1 10 EB/Streymur 3 0 0 3 2 5 -3 0