Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge - Gundadalur Klokkan í Gundadali vísir bara seks minuttir og 47 sekund, tá Dion Splidt skorar triðja málið í dystinum. Longu aftaná fýra minuttir skorar HB fyri aðru ferð, meðan Víkingur svarar aftur bara minuttir seinni. Jú, tað ræður um at møta til tíðina, um tú skal hava alt við! Símun aftur á HB-liðnum Fyri HB kemur tað væl við, at Símun Samuelsen aftur er tøkur frá byrjan. Hann hevur byrjað á bonkinum síðani Stórsteypadystin, men er við frá byrjan, tá Lars Muller bríkslar í gongd í Gundadali. Tað ganga ikki tveir minuttir, so liggur bólturin í málinum hjá Víkingi. HB tekur stutt hornaspark og Adrian Justinussen leggur bóltin innfyri. Tætt undir málinum stendur Ari Mohr Olsen púra leysur og skorar til 1-0. Bara tveir minuttir seinni endar gott HB-spæl við, at Dan í Soylu við frálíkum skoti plaserar bóltin í handra málhorn. Símun Samuelsen átti ikki beinleiðis lut á málinum, men tað merktist væl á spælinum at okkurt er broytt síðani dystirnar móti KÍ og NSÍ. Fekk fær í størri mun sítt eyðkenda spæl at rigga, og kemur til fleiri møguleikar. Avbjóðingin við Brynjari Hlöðversson og Hørðuri Askham á miðjuni, er brádliga ikki ein trupulleiki, tí liðið megnar at skapa møguleikarnar rundan um fýra teir fremstu. Av teimum er Dan í Soylu tann besti á vøllinum. Hann skorar, dribblar og skapar vandastøður allan dystin á tamb. Víkingur-light Víkingur svaraði aftur longu tveir minuttir eftir, at HB hevði økt til 2-0. Talan er um ein brølara frá HB, tá fyrst Bartal Wardum ikki fær rakt bóltin ordiliga, og eftirfylgjandi velur Teitur M. Gestsson at tveita seg og taka bóltin, sum helst er á veg út til horna. Víkingur ger nakað av tí, sum teir eisini gjørdu tá teir blivu meistarar í 2016 og 2017. Teir bíða og lokka mótsstøðuliðið í eina fellu, men enn restar nakað í, til at revsa liðið upp á tað. Tað skal sigast, at Víkingur í nøkrum førum – eins og NSÍ í farna umfari – megnar at fáa HB at gera nøkur mistøk í uppspælinum. Onkuntíð er vandi á ferð, men serliga vengirnir standa langt afturi á vøllinum. Tí eru vertirnir mangan í yvirtal í verustøðu. Bestu eydnu í álopsstøðu hevur Andreas Lava Olsen, tá hann nakrar ferðir í fyrra hálvleiki kemur framvið í høgru. Magnus Egilsson hevur ávísar trupulleikar at fylgja við. Venjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson, loysir trupulleikan við at fyribyrgja avleveringini til Lava-mannin. Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, svarar aftur við at flyta Andreas Lava Olsen á vinstra vong, men tað kostar eitt gult kort, tá HB fer í mótálop. Lava-maðurin kemur ikki við aftur í dystin, fyrr enn Atli Gregersen verður útvístur. Tá spælir leirvíkingurin sum fremsti maður. Sámal Erik Hentze er aftur í Víkingi og ein partur av bulinum er tann sami, sum vann FM í 16 og 17, men dysturin sunnudagin bendir á, at talan er um eina light- útgávum av meistaraliðnum. Atli útvístur Avgerandi løtan kemur tjúgu minuttir fyri tíð. Eftir innlegg úr høgru hevur HB fleiri royndir á málið hjá Víkingi. Tann seinasta av teimuim endar við, a t Atli Gregersen fær bóltin, sum er á veg í málið, á hondina. Lars Muller er ikki í iva og gevur liðskiparanum reyða kortið og brotsspark til HB. Eftirfylgjandi provokerar innskifti Pætur Petersen landsliðsliðskiparan og verður rendur umkoll, men tað hevði hann helst eisini uppborið. Símun Samuelsen sendi brotssparkið mitt í málið, meðan Elias Rasmussen tveitti seg til sína vinstru. Við málinum burdi Símun Samuelsen havt avgjørt dystin, men við tíggju monnum eydnast faktist Víkingi at skapa tveir góðar málmøguleikar, men tann fyrri fer við síðuna av, meðan tann seinni endar við frísparki. HB aftur í FM-stíli Hetta var ikki dysturin, sum staðfesti at HB vinnur FM aftur í ár. Men hetta var ein dystur, sum staðfesti at HB er væl fyri. At liðið eftir tveir javnleikir er aftur har, sum teir vóru í fjør, tá teir vunnu dystir. Eisini dystirnar móti hinum í toppinum. Víkingur hevur fingið nógv góð orð við á vegnum, men avrikið í gjár stendur ikki í mát við miðalavrikini í 2016 og 2017. Komandi vikuskiftið spælir HB móti B36. Tá hevur HB eftir fýra tey fyrstu umførini spælt móti hinum fýra í topp- fimm frá í fjør. Fær HB stig í tí dystinum, so kunnu teir reyðu og svørtu verða nøkunlunda nøgdir við startin. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... FM uppgerð: Við tveimum málum tíðliga í dystinum, legði HB lunnar undir fyrsta sigrinum í landskappingini í ár. Spælið hjá HB líktist tí, sum gjørdi teir til FM-vinnarar í fjør, meðan Víkingur ikki livdi upp til tíðina sum FM-vinnari í 2016 og 2017 HB AFTUR Í FM-STÍLI ADRIAN BROTIÐ NØSINA Adrian Justinussen breyt nøsina og fekk gult kort, tá hann hálaði í Andreas Lava Olsen. – Nøsin er ikki sett upp á pláss enn, men eg ætli mær at spæla sunnudagin móti B36, sigur Adrian Justinussen, sum bleiv ársins spælari í føroyskum fótbólti 2018.