Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus BOKSING Fríggjadagin fara 12 fólk úr før­oyska boksiheiminum til Danmarkar at luttaka í kapp­ ingum. Leygardagin skulu fimm dreingir í innleiðandi dystir í Vordingborg. Teir eru Teitur Jákupsson, Levi Hammer, Jonathan Malaikev, Benja­min Baadsager og Andreas Dam Poulsen. Sunnu­ dagin er sokallað diplomstevna í Gladsaxe. Har skal yngsti boksarin, 10 ára gamli Nóa Tummas Jacobsen, royna seg, og tað skulu Martin Golightly, Magnus Guttesen, Bárður Djurhuus og Bjartur Nielsen eisini. BRIDGE Tað sá ikki serliga spennandi út áðrenn seinastu tvey umførini í FM fyri lið í Bridgekappingini, sum vóru spæld leygardagin 30. marts. Støðan í oddinum var hendan, at liðið hjá Boga Simon­sen hevði 185,56, liðið hjá Allan Dal-Christianen 169,15 og liðið hjá Dia Jacobsen 168,70. Tó var tað soleiðis at liðið hjá Boga Simonsen enn hevði eftir at spæla móti liðunum, sum lógu nr. 2 og 3, so spenningur kundi standast, um so var, at liðið hjá Dia Jacobsen, sum skuldi spæla næstseinasta dystin móti Boga Simonsen kundi vinna dystin stórt. Dystirnir í næst­seinasta dystinum vóru hesir: Danny Danielsen - Jákup Sørensen 10-10, Bogi Simonsen - Dia Jacobsen 2,10-17.90 og Óli Holm - Allan Dal-Christiansen 3,20-16,80. Áðrenn seinasa umfar var støðan nú sera jøvn í oddinum: Bogi Simonsen 187,87, Dia Jacobsen 186,60 og Allan Dal-Christiansen 185,95. Nú høvdu helst tey flestu vænta, at liðið hjá Dia Jacobsen fór at vinna. Hetta tí, at tað helst fór at vera rímiliga javnt millum Boga Simonsen og Allan Dal- Christiansen og um liðið hjá Dia Jacobsen kláraði at vinna sín síðsta dyst móti Danny Daniel­sen stórt, so vóru teir føroyameistarar. Men teir á liðinum hjá Allan Dal- Christian­sen vildu tað øðrvísi. Sein­astu dystirnir endaðu so­ leiðis: Allan Dal-Christiansen - Bogi Simonsen 18,12-1,88, Dia Jacob­sen - Danny Danielsen 13,81-6,19 og Jákup Sørensen - Finn Ougaard 12,98-7,02. Hetta gav endaligu støðuna: Allan Dal-Christiansen 204,07, Dia Jacobsen 200,41, Bogi Simon­sen 189,75, Óli Holm 123,69, Finn Ougaard 119,88, Danny Danielsen 118,00, Jákup Søren­sen 66,20. Sostatt gjørdist liðið hjá Allani føroyameistari fyri lið í ár. FORMIL 1 Onnur Grand Prix-kapp­koyr­ ingin í nýggja kapp­ingar­ári­ num varð koyrd í Bahrain í gjár. 21 ára gamla risatalentið hjá Ferrari, Charles Leclerc, lá leingi til at vinna kappingina sann­førandi, men hann fekk trupul­leikar við motorinum og varð yvirhálaður av Mar­ce­ des-koyrarunum báðum, Lewis Hamilton og Valtteri Bottas, sum harvið gjørdust numm­ ar eitt og tvey. Í fyrstu kapp­ koyringini, sum var í Avstralia, vóru teir báðir eisini fremstir - bara í øvutari raðfylgju, og hava teir nú skapt sær eina leiðslu í samlaðu kappingini. HONDBÓLTUR Niklas Simonsen og teir úr TM Tønder taptu í gjár seinasta úti­dystin í grundspælinum í næstbestu donsku deildini, tá ið teir heldur óvæntað taptu 36-32 ímóti Odense. TM Tønder var darvað av skaðum í dystinum. Liðið kann ikki longur røkka bein­leiðis uppflyting, men eftir seinasta dystin nú leygardagin, verður farið í holt við at spæla upp­flytingarspæl. Eirikur J. Simonsen og Frederiks­havn fI taptu 28-27 á heima­vølli ímóti Odder. Eirikur skeyt eitt mál í dystinum. Øðr­ vísi betur gekst hjá Róki Akra­ líð og teimum í HEI Skæring, sum 29-25 á Randers HH. Eisini Rókur skeytt eitt mál. HEI Skæring yvirlivir í deildini, meðan Frederikshavn fI skal spæla um yvirliving. SVIMJING Atlantic Open hevur verið í Havn um viksukiftið, og har vórðu nøkur nýggj føroysk met sett. Vár Erlingsdóttir Eides­gaard úr Havnar Svimji­ felagi setti met í 1500 metra frí­svimjing, har hon við tíðini 16:53.02 betraði sítt egna met, sum hon átti við 16:55.18. Hon setti eisini met í 800 metra frí­svimjing, har hon við tíðini 8:46.62 betraði um føroyska metið, ið hon eisini sjálv átti frammaundan, við góðum fýra sek­undum. Rókur Trygvason úr Ægir setti nýtt føroyskt í 50 metra frísvimjing. Tað gjørdi hann við tíðini 23.14, og hann tók metið frá ongum øðr­um enn Páli Joensen. Tað metið hevði staðið síðani oyggja­ leikir­nar á Álandi í 2009, skrivar svimj­ing.com. Umframt metini, so svumu tríggir svimjarar seg undir kravtíðirnar til oyggja­ leikirnar á Gibraltar í summar. Tey trý vóru Rebekka Trygva­ dóttir (Ægir) í 400 metra bland­ að, Elisabeth Erlends­dóttir (HS) í 50 metra rygg og Johan Nón­ skarð Dam (HS) í 1500 metra frí. TALV Føroyar gjørdust nummar trý í sættu talvkappingini fyri smá­tjóðir í Evropa, sum endaði sunnudagin í San Marino. Í síðsta dystinum vunnu Før­ oyar 3½-½ á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen vunnu, og Luitjen Akselson Apol telvaði javnt. Endaliga støðan í kappingini gjørdist henda: 1. Andorra 18 stig, 2. Monako 16 stig, 3. Føroyar 14 stig, 4. Luksemburg 11 stig, 5. Ky­prós 9 stig, 6. Malta 8 stig, 7. Liktinstein 6 stig, 8. Jersey 4 stig, 9. Guernsey 2 stig, 10. San Marino 2 stig. Úrtøkan hjá føroysku telvarunum var henda: Helgi Dam Ziska 6½/8, John Rødgaard 6/8, Sjúrður Thors­teinsson 2½/7, Hans Kristian Simonsen 6/8, Luitjen A. Apol 3/5. Av føroysku telvar­ unum gjørdi 13 ára gamli ung­ linga­føroyameistarin Luitjen Aksel­son Apol lutfalsliga størsta hálið, tí hann gongur 44 rating­stig fram. John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen ganga báðir 14 stig fram. Hjá Sjúrði Thorsteinssyni var hetta tvørturímóti ógvuliga mis­ eydnað kapping. Hann fer heili 56 stig aftur eftir hesa kapp­ ingina. Hóast Helgi Dam Ziska var føroyskur toppskjútti við fimm vunnum og trimum javn­ leikum, gongur hann kortini fýra stig aftur. Føroyska talvlandsliðið hevur luttikið í kapping fyri smátjóðir, og her heima eru trý nýggj føroysk met sett í svimjing STUTTSØGD ENDAÐU NUMMAR TRÝ Í SAN MARINO F.v.: Helgi Dam Ziska, Sjúrður Thorsteinsson, Luitjen A. Apol, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen