Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. apríl 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Boris Doskjak KÍ Stefan Radosavljevic TB Pætur Jacobsen Skála Jóanes Bjartalíð KÍ Jan Ó. Ellingsgaard ÍF Dani í Soylu HB Símin Samulsen HB Heðin Klakkstein Skála Fróði Benjaminsen Skála Venjari: Eyðun Klakkstein Skála Bartal Wardum HB Teitur M. Gestson HB KLUMMAN Árni sigur sína hugsan... Fótbóltur snýr seg í stóran mun um kenslur Tað er sjálvandi nógv stuttligari at fylgja við fótbólti, tá ið ein hevur eitt lið at halda við og soleiðis er tað eisini í øðrum ítrótti. Øll eru vit góð við landsliðið og vit ynskja at tað skal ganga væl, men hesi ynskir eru minni enn so nóg mikið. Vit skulu arbeiða hart, vera klárir til hvønn dyst og so skulu vit hava hepni við okkum. Tað miseydnaðist á Malta og vit taptu. Hetta fall sum ver man ikki í góða jørð. Mong vóru skuffaði og so vóru tað tey, sum á sosialu miðlunum vendu liðnum bakið. Soleiðis eru kensluligar reaktionir og meira eigur ikki at verða lagt í tað. Tað sum hevur vakt ans í seinastuni er tað, sum forsetin í FSF gjørdi. Hann skrivaði eitt bræv til Kringvarpsstjóran um viðmerkjararnar í sjónvarpsstovuni hetta kvøldið,dysturin móti Malta var spældur. Viðmerkjararnir vóru rættuliga bersøgnir. Tað er rætt. Men er ttað ikki eisini tað vit krevja at teir skulu vera. Tað er ikki nóg mikið at hava fólk, sum bara klappar liðnum og venjarunum á ryggin, tá ið tað gongur væl. Tú kanst sjálvandi altíð seta spurnartikin við ávísar orðingar, men at gerast erkvisin av tveimum viðmerkjarum ella trimum – tað gevur onga meining. Veit væl, at talan ikki er um eina beinleiðis klagu frá Christian Andreassen, FSF, forseta, men FSF er ein so sterk og einaráðandi organisation í føroyskum ítrótti, at erkvisni als ikki kløðir organisatiónni. Venjararnir báðir og landsliðið viet væl nær tað gongur væl og nær tað gongur minni væl. Teir vita eisini, at tá ið landsliðið ikki ger sítt besta, so biða skorfleingjurnar. Allir hava teir verið í “gaminum” og vita hvørjar treytirnar eru. Tí var tað eitt mistak, at formaðurin sendi meylin beinanveg. Hann átti at havt bíðað og so kanska als ikki sent hann ella redigera hann. At leggja eftir einum medarbeiðara í KvF fyri at vera ein skuffaður fyrrverandi medarbeiðari í FSF er ikki gott. Fyri at taka saman um, so er søgan rættuliga einføld. Vit vilja landsliðnum tað besta og ynskja og meira ella minni krevja sigur hvørja ferð. Órealistiskt? Ja, men vit tosa um kenslur og ikki kaldan logikk. So kaltt vatn í blóðið áðrenn brøv verða send um landsliðsavrik – og um negativar viðmerkingar, Vikuliðið: Tróndur Arge Fleiri útisetar hava verið í dysti um vikuskiftið, meðan aðrir sita uttan­ fyri við skaðar. Jóan Sím­ un Edmundsson, sum mátti takka fyri seg í upp­ hit­ing­ini undan lands­ dysti­num móti Malta, verður helst uttanfyri í nakrar vikur afturat. -Eg verið nokk úti í nakrar vikur. Tað er galið við einum liðbandi í knæn­um, so nú gangi eg bara til uppvenjing, sigur Jóan Símun Edmundsson við ÍtróttarSosialin. Arminia Bielefeld spældi 2-2 móti SpVgg Greut­her Fürth í 2. Bundes­liguni í gjár. Ar­min­ia er nummar tíggju av 18 í deildini. Meinhard á vøllin Um vikuskiftið var eisini fyrsta umfar í Tippu­ liguni í Noreg. Gilli Rólants­son spældi 75 minutt­ir í 3-2 tapinum hjá Brann Bergen fyri Odds Ballklubb. Ein annar føroyingurin var á vølli­ num í Tippuliguni. Mein­ hard E. Olsen fekk debut fyri nýggja felagið hjá sær, Kristiansund. Mein­ hard E. Olsen kom inn í tjúgu minuttir, men fekk ikki vend 2-0 leiðsluni hjá Vik­ing. Eisini spældi Odmar Færø allan dystin, tá Ham­kam tapti 1-0 móti Skeid Fotball í næstbestu deildini. Viljormur skaddur Viljormur Davidsen verð­ ur ikki við, tá Vejle BK í kvøld spælir sín fyrsta dystin í niður­flyt­ingar­ spæli­num í Superliguni í Dan­mark. Vejle Amts Folke­blad skrivar, at Vilj­ ormur Davidsen hevur brot­ið eitt bein í hondini í landsdystinum móti Ru­menia, tá hann tíðliga í dysti­num fór í ein luft­ dyst. -Eg tók hondina fyri meg og merkti bein­an­ vegin, at okkurt var galið, sigur Viljormur Davidsen, sum hevur brotið eitt bein í hondliðini, ið ávirk­ ar førleikarnar í fingrun­ um. Fyribils skal hann hava gips á í átta vikur, men landsliðsbakkurin hevur ongan áhuga í at bíða so leingi. -Vónandi kann eg fáa ein skinnara á, sum ger at aeg kann spæla fyrr, sigur Viljormur Davidsen. Hallur Hansson mátti lata seg útskifta móti Rumenia, men var før­ur fyri at spæla allan dyst­ in fyri AC Horsens, sum spældi 0-0 móti Sønder­ jyske. Í Íslandi spældi FH í einum av smærru steypa­ kapp­ingunum. Her tapti FH 3-2 fyri KR. Jákup L. Thom­sen skoraði bæði málini fyri FH. trondur@sosialurin.fo Føroyski landsliðsspælarin var ikki í hópinum, tá Arminia Bielefeld í gjár spældi 2-2 móti SpVgg Greuther Fürth. Viljormur Davidsen er eisini skaddur, meðan Meinhard E. Olsen fekk debut í Kristiansund og Jákup Thomsen skoraði fyri FM Jóan Símun enn skaddur