týsdagur 2. apríl 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
JFK fekk
27.000 tons
av svartkjafti á
afturlatnari upp
boðssølu, tí aðrir
bjóðaðu skeivt
Árni Gregersen
Tað kom eitt sindur óvart
á, tá ið tað eftir afturlatnu
uppboðssøluni av svartkjafti
21. mars vísti seg, at JFK fór
avstað við so at siga øllum
svartkjaftinum,
sum
var
seldur.
Reiðaríið í Klaksvík fekk
27.000 av teimum góðum
31.000 tonsunum, sum vóru
til sølu á afturlatnu upp
boðssøluni.
– Hetta passar okkum væl,
men vit høvdu als ikki rokna
við at fáa so stóran part av
kvotuni, sigur Hanus Han
sen, reiðari.
Tað var ikki tí at JFK vóru
einsamallir um at bjóða, at
teir fingu so stóran part av
kvotuni.
Onnur
bjóðaðiu
eisini, men tað vísti seg, at
tríggir av teimum, sum bjóð
aðu gjørdui eitt mistak og
tí fingu teir tilsamans bert
nøkur fá tons.
Í treytunum fyri upp
boðssøluni stendur, at bjóð
ast skal uppá eina nøgd og
nøgdin skal vera í kilo. Tað
vísti seg, tá ið avtornaði, at
tríggir sum bjóðaðu høvdu
misskilt, so teir bjóðaðu í
tonsum, men talið sum stóð
í boðnum skuldi vera kilo.
Við øðrum orðem fekk
onkur sum bjóðaði uppá
3000 tons av svartkjafti bert
3000 kilo, sum av júst hesum
fiskaslag er at rokna sum
næstan onki
Misskiljing
Ludvík við Satein var ein
teirra, sum bjóðað, men hann
gjørd i tað ikki persónliga.
– Ja, viðkomandi ringdi
eisini til mín, tá eg var á veg
inn í eitt flogfar, men tað var
fyri at tryggja sær, a prísurin
var tann rætti. Hitt kannaðu
vit als ikki tá, sigur Ludvík
við Stein, reiðari.
Hjá Varðanum hendi stórt
sæð tað sama. Hann sum
vanliga tekur sær av hesum,
gjørdi tað ikki hendan dagin
og tí kom mistakið í.
– Eg haldi, at hetta váttar
alt sum eg havi sagt. Eg havi
gjørt púra greitt, at eg eri
ímóti uppboðssølu, men skal
hon vera, so lat hana vera so
opna, sum tilber. Hevði hend
an uppboðssølan verið opin,
so var hetta ikki hent, sigur
Hanus Hansen.
Sosialurin hevur eisini
tosað við Vørn um svart
kjaftauppboðssøluna, men
har fæst onki at vita.
Vit hava eisini biðið um
alment innlit, men heldur
ikki tað fæst.
Misskiljingin
er
helst
íkomin, tí í treytunum fyri
uppboðssøluni verður tos
að um tons, hóast tað í regl
ugerðini greitt stendur, at
bjóðast skal ein prísur fyri
kilo og nøgdin skal eisini
vera í kilo.
Uppboðssølurnar av rætt
indum at fiska ávís fiska
sløg eru av ymiskum slag.
Talan er bæði um opnar
uppboðssølur og um aftur
latnar.
Týsdagin í næstu viku
er aftur ein afturlatin upp
boðssølu. Hon verður fyri
rættindini at sleppa at veiða
botnfisk í Barentshavinum.
Ein opin uppboðssøla av
makreli verður týsagin og ein
afturlatin – eisini av makreli
– verður fríggjadagin í næstu
viku.
Tað er Vørn, sum stendur
fyri teimum afturlatnu upp
boðssølunum, meðan tær
meira vanligu uppboðssøl
urnar verða hildnar á Fiska
marknaðinum á Toftum.
– Hetta er tað vanliga,
sum vit í vinnuni eru von við.
At hava uppboðssølur, har
sum onki gjøgnumskygni
er, dámar mær als ikki og eg
haldi vit nú hava prógv fyri,
at her henda mistøk, sum
annars ikki høvdu hent, sig
ur Hanus Hansen, reiðari.
Mistu kvotur tí teir
brúktu skeiva nøgd
Bæði Varðin og Ludvík við Stein og teirra fól skrivaðu í tonsum í staðin fyri í kilo, tá ið bjóðað var
Hanus Hsansen, reeiðari, fekk nógv meira svartkjaft á uppboðssøluni enn hann hevði roknað við