Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39 TÍÐINDI Um nóg nógv tekn­a seg, byrjar eitt fýra mán­að­ ar há­skúl­a­skeið í Sand­oynni í summar. Ein mill­ión krónur er ját­taðar til virk­ sem­ið Frants Jensen – Vit fara nú at søkja eftir stjóra. Ætlanin er at byrja við einum háskúlaskeiði í 16 vikur í summar, sigur Katr­in Petersen, ið er eitt av fólkunum aftan fyri há­skúl­ an. Leggja dent á mat­innuvatión Í síðstu viku góðkendi Hanna Jen­sen, land­s­stýr­is­kvinna í und­ir­vís­ing­ar- og gransk­ing­ ar­mál­um, virksemið hjá Há­ skúl­anum í Sandoynni sum eina royndarskipan í 2019. Ein millión krónur er sett av til ætl­anina í ár. Hvussu tað verð­ur framyvir er tó óvist.
 Tað eru fólkini handan “Velt­an”, ið hava søkt um at fing­ið hendan háskúlan. Og tað er júst avgrøði, matur, um­hvørvi og annað, ið eft­ir ætlan fer at eyðkenna hend­ an skúlan. – Í tilboðnum ynskja vit, at før­oysk­ur matur kemur til heið­ur og æru. Alt tað, ið er før­oyskt, og sum vit sjálvi veiða og hagreiða, verð­ur við­ gjørt. Ætlanin er at planta og velta og við­gera ­hetta. Talan verð­ur um matinnuvatión. Men vit fara eisini at leggja dent á umhvørvi, at hugsa grønt og til dømis at klára okk­um uttan plast, sigur Katr­in, ið stendur aftan fyri “Velt­an”, og sum er forkvinna í stýrinum fyri háskúlan. Vera nógv úti – Vit leggja eisini dent á, at næm­ing­ar­nir ger­ast sam­fel­ ags­liga tilvitaðir og læra at ger­ast sjálvbjargnir. Tað ræð­ ur um at klára seg siðbundið sam­an­tvinna við matlist, sig­ ur Katrin.
 Næmingarnir koma at búgva í Ísansgarði, og ann­ ars koma teir at brúka bygd­ a­skúl­an á Sandi, samstarva við bøndur í økinum og aðr­ a­staðni kring landið og á út­ oyggj og annars at vera úti í bø og haga. Katrin heldur ikki, at háskúlin í Sandoynni kapp­ ast við hinar háskúlarnar í landinum. Hon heldur í­stað­ in, at til ber at samstarva við Føroya Fólkaháskúla og Ítr­ótt­arháskúlan í Suðuroy, so all­ir tríggir háskúlarnir kunnu bjóða sínum næm­ ing­um umbýtisskipanir og vitj­an­ir. Fýra mánaðar skeið Ætlanin er at hava 4 mán­að­ ar skeið tvær ferðir um árið. Annars er eisini ætlanin at hava familjuskeið, skeið í velt­ing og møguliga onnur til­boð, sigur Katrin. Tað er ikki nakað ald­ urs­mark fyri at sleppa í h­á­ skúl­an í Sandoynni, men tað skulu í minsta lagi vera 10 næm­ingar fyri at koma í gongd.
 Fyribils fígging í eitt ár 
 Fyribils er fígging bara kom­ in til eitt ár, og við tí klára tey at hava eitt skeið í 2019. Men Katr­in ynskir fleiri pengar.
— Vit hava søkt um hægri játt­ an. Skal tilboðið mennast og koyra víðari, so hava vit tørv á fleiri pengum, sigur Katr­in.
Landsstýriskvinnan í und­ir­v­ísingar- og gransk­ ing­ar­málum, Hanna Jensen, sig­ur soleiðis um fíggjarliga part­in: – Vit hava sett 1 millión av til virk­sem­ið í 2019, soleiðis, at há­skúlin í Sandoynni fær møg­u­leika at gera nakr­ar royndir í ár. Hesar kunnu so verða grundarlag und­ir at skipa ein fastan land­bún­að­ ar­há­skúla í Sandoynni, sum kann virka alt árið og hava høvuðsdent á mat­vør­u­til­ feingi, dyrking, framleiðslu og gróð­ur í føroysku nátt­úr­ uni. Vit hava hartil lagt dent á, at skúlin eisini eigur at leggja áherðslu á sjálvbjargni við atliti at rávørum og til­ gerð, matsiðir, matlist og mat­góðsku, sigur Hanna Jen­sen.
 Eftir ætlan byrjar ein eft­ir­skúli á Tvøroyri í august. Skúl­in er fyri 10. floks næm­ ingar

Frants Jensen Frants Jensen Arbeitt hevur í longri tíð ver­ið við einum eftirskúla á Tvør­oyri. Bjarni Hammer, ið nú er formaður í eft­ir­skúl­ a­nevndini, væntar, at hes­ aferð verður skúlin til veru­ leika. – Nú mangla bara tey síðstu loyvini at koma upp á pláss, so vænti eg, at vit kunnu fara at lýsa eftir leið­ ara og næmingum. Ætl­anin er at byrja í august, sig­ur Bjarni Hammer.
 Ein milli­ón krónur er sett av til verkætlanina í ár, so at til ber at koma í gongd. Næsta ár eru tríggjar milliónir sett­ar av. Minst 16 næmingar – Áður hava tað verið stórar ætl­anir, sum ongantíð eru vorðn­ar til veruleika. Nú hava vit valt at byrja í minni stødd fyri at koma í gongd, sig­ur Bjarni Hammer.
 Arbeitt verður við at fáa leigu­avtalu um høli upp á pláss og somuleiðis við at fáa neyð­ug loyvi. Bjarni sigur, at nýggj heimasíða um skúlan er við at vera klár. Tá ið alt hetta er komið upp á pláss, verð­ur lýst eftir leiðara og næm­ing­um. – Eg vænti, at vit fara í gongd í summar. Tað ein­ asta, ið kann steðga ætl­an­ ini, er um vit ikki fáa minst 16 næmingar, sigur Bjarni Hammer.
 Skúlin hevur fingið heitið Før­oya eftirskúli, og fer eftir ætlan at hava tríggjar ser­ breyt­ir. Háskúli byrjar í Sandoynni í summar

 Eftirskúli byrjar eftir ætlan á Tvøroyri
 Nú mangla bara tey síðstu loyvini, sigur Bjarni Hammer, býráðslimur í Tvøroyri Nýggi Háskúlin í Sandoynni fer at leggja dent á tað, ið vit planta og velta. Savnsmynd. Næmingarnir á háskúlanum á Sanda fara at búgva í Ísansgarði, og ann­ars koma teir at brúka bygd­a­skúl­an á Sandi, sam­starva við bøndur í øki­num og aðr­a­staðni kring landið og á út­oyggj og ann­ ars at vera úti í bø og haga