týsdagur 2. apríl 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
– Vit hava bjóðað
økið fram, og
NCC hevur tikið
av. Tað eru vit
ógvuliga fegin
um, sigur borg
arstjórin í Skop
unar kommunu,
Gerhard Logn
berg
Vilmund Jacobsen
Tá arbeiðið at byggja Eyst
uroyartunnilin byrjaði fyri
stívliga tveimum árum síðan,
skuldu 11.250 metrar borast
og spreingjast, áðrenn komið
varð á mál.
Og nú nærkast NCC, sum
byggir
tunnilin,
rættiliga
hesum máli, tí nú eru bert 621
metrar eftir, til tunnilsliðini
kunnu taka í hondina á
hvørjum
øðrum
undir
Tangafirði – og 194 metrar
eftir, til komið verður út í
ljósið í Saltnesi!
Beint í Sandoynna
Alt bendir á, at NCC ætlar at
flyta seg skjótt, tá boring og
spreinging av Eysturoyar
tunlinum er lagt afturum, og
maskinurnar tá gerast tøkar
til at fara í holt við Sandoy
artunnilin.
Tað er longu langt síðan,
at fyrsta skotið – tó at tað
ikki buldraði nakað serligt
– varð latið av í Traðardali á
Sandi, og á Gomlurætt hevur
eisini dúgliga verið arbeitt
við at fyrireika veg og lendi
til tunnilsbygging.
Ein av teimum ídnastu í
Sandoynni at tala fyri Sand
oynartunli er Gerhard Logn
berg, borgarstjóri í Skopunar
kommunu.
Og nú dagurin nærkast, tá
fyrsta veruliga skotið verður
latið av til Sandoyartunnilin,
er líkt til, at Skopunar
kommuna eisini fer at heysta
fruktir av sjálvari tunnils
verkætlanini.
Búgva í Skopun
Gerhard Lognberg veit at
siga, at NCC hevur gjørt
avtalu við Skopunar komm
unu, har NCC sleppur inn
á kampingøkið í Skopun at
seta sínar búvognar, sum
tunnilsmenninir skulu búgva
í, meðan Sandoyartunnilin
verður bygdur.
– Soleiðis, sum eg havi
skilt, verður hetta ein avtala
av sama slag, sum NCC hevur
havt við Sjóvar kommunu,
nú tunnilsfólk hava búð í bú
vognum í kommununi.
Borgarstjórin sigur, at
Skopunar kommuna fær ikki
leigu fyri økið, men í staðin
væntar kommunan, at út
lendingarnir, sum eru við í
tunnilsverkætlanini, fara at
lima seg inn í kommununa,
meðan stóra verkætlanin
verður framd.
– Eg veit ikki, hvussu stórt
talið av fólki verður, sum
kemur at búgva búvognum
her í Skopun, men eg havi
skilt, at talan verður um fleiri
mans. Vegna kommununa
má eg siga, at eg eri sera feg
in um hesa avtalu, sum eg
eisini vænti kemur at geva
kommununi nýggjar inn
tøkur.
Nøkur ár
Sjálvsagt
vóna
øll,
at
byggingin av Sandoyartunli
num fer at ganga bæði skjótt
og væl, men tað er greitt, at
tað fer at taka eini 2-3 ár at
bora og spreingja tunnilin.
– Jú, vit vænta, at teir,
sum koma at búgva her í
Skopun, koma at vera her í
rúma tíð, og her hjá okkum
skulu teir vera hjartaliga
vælkomnir, sigur Gerhard
Lognberg.
Allir kampingvognarnir,
sum stóðu á økinum hjá
Skopunar
Camping,
eru
fluttur av økinum, og fólk
hjá NCC eru longu í holt við
at rigga økið til búvognar,
sum skulu flytast inn á økið.
Sosialurin royndi í gjár
at fáa eina viðmerking frá
Teiti Samuelsen, stjóra í P/F
Eystur- og Sandoyartunlar,
men tað eydnaðist tíverri
ikki, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Tunnilsmenn búgva á kampingøki í Skopun
– Internet er
partur av veru
leikanum í dag.
Hetta er heilt
nýtt og verður
ein »gamechan-
ger«, sigur Jó
hanna á Bergi,
stjóri á Atlants
fogi
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Internetsamband
hevur
leingi verið eitt óskrivað blað
umborð á flogførum. Men
fleiri og fleiri flogfeløg hava
seinastu árini fingið tøkni,
sum ger tað gjørligt at hava
samband umborð. Nú skulu
ferðandi til og úr Føroyum
eisini hava hendan møgu
leikan, og tað er Atlantsflog,
sum vil tryggja sínum ferða
fólkum hetta.
Netsambandið umborð á
Atlantsflogi verður avmark
að til, at tað ikki ber til eitt
nú at taka stórar fílir niður
ella stroyma. Men tað verður
møguligt hjá ferðafólkum at
hava sam-band, og hetta veri
seg at senda boð, kanna sos
ialu miðlarnar, bóka gisting,
bíleggja bil og so framvegis.–
– Vit vóna at hava tænas
tuna klára í juni mánað, tá
nýggi Airbus A320neo kemur
í flotan, sigur Jóhanna á
Bergi, stjóri í Atlantsflogi.
Spildurnýggj tøkni
Atlantsflog hevur nevniliga
gjørt avtalu við hollendska
felagið AirFi um inflight
WiFi-tænastuna AirFi LEO,
sum veitir eina serstaka
og
nýggja
internettøkni
til flogfør. Antennur verða
settar fast í vindeyguni á
flogfarinum, og hesar an
tennirnar samskifta við irid
ium fylgissveinar, sum veita
internetsamband.
Við hesum verður ikki
neyðugt við umfatandi ar
beiði at installera antennur,
sum vanligt AirFi samband
annars krevur. Tí er hetta
eisini at meta sum ein
burðardygg og bílig loysn,
sambært Jóhannu á Bergi.
Atlantsflog
er
fyrsta
flogfelag, sum roynir hesa
tænastuna,
og
internet
sambandið verður ókeypis.
Ferðafólkini
skulu passast
Sum nú er hevur Atlantsflog
eina intranet undirhalds
tænastu, har til ber at hyggja
at filmum, spæla spøl og lesa
ymisk tíðarrit.
Atlantsflog leggur dent á
ikki at gera mun á ferðafólk
um umborð og hevur tí fýra
prinsippir, sum tey ynskja, at
øll skulu kunna uppliva um
borð. Jóhanna á Bergi greiðir
frá:
–
Tað
fyrsta
er,
at
ferðafólkini
skulu
hava
møguleika at fáa okkurt at
drekka og okkurt gott til
góman. Í øðrum lagi skulu
fólk, sum ynskja at hvíla
seg, hava møguleika til tað.
Nummar trý er, at tey skulu
kunna velja at vera kunnað
og undirhildin, og hetta
tryggjar núverandi intra
netið og Atlantic Review.
Til síðst skulu fólkini hava
møguleikan at samskifta.
Sjálvandi eru tey vælkomin
at samskifta umborð, men
mann skal eisini kun-na sam
skifta við umheimin.
Ein partur av
veruleikanum
Jóhanna á Bergi tori ikki
at spáða um, hvussu nógv
ein tílík tænasta fer at
broyta
uppá
mátan,
vit
ferðast uppá, men metir
internetsamband vera eina
gongda og tíðarhóskan-di
leið.
– Summi halda tað vera
deiligt at kunna hava frið
frá internetinum umborð
á flogfarinum, meðan hava
størri tørv á sambandinum.
Hetta er ein partur av veru
leikanum í dag, sigur hon og
vísir á, at tað snýr seg um at
kunna hava møguleikan at
velja netið til ella frá.
– Tá vit tosa við onnur
flogfeløg, sum hava aðrar
internetloysnir, so eru tað
lutfalsliga fá fólk, sum brúka
tað. Nógv enda bara við at
hyggja at einum filmi. Tað,
sum hevur týdning, er fræls
ið at kunna velja. Men hetta
er í øllum førum heilt nýtt og
verður ein “gamechanger”.
Skjótt verður internet
partur av flogtúrinum
Í Skopun kunnu tey vænta sær fólkavøkstur, tá arbeiðið upp á Sandoyartunnilin byrjar, tí
fleiri útlendingar fara at flyta til bygdina