Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 H avi ilt við at seta sjøtil á hesi minn­ ingar­orðini um elsta syst­kina­ barnið hjá okkum. Hans Jacob á Reynatrøð, nevndur Hans Jakku í Heiðriksstovu, her hann hevði verið bóndi. Harmist um, at hann er farin, og eg ikki fekk sagt honum farvæl í februar mánað. Hann var sterkur, hevði góða heilsu, plagdi hann at taka til. Eg hugsaði helst, at hann mundi eisini fara at koma sær burtur úr lungnabrunanum, sum hann var innlagdur fyri. Tað vardi meg ikki, at hesa ferð bar ikki til. Hann viknaði smátt um smátt og doyði 22. mars, 92 ára gamal. Tá ið eg var inni á gólvinum í novembur, prátaðu vit um jarnbrúdleypið, sum nu bert var lítið ár eftir at røkka. Tey høvdu havt gull­brúd­ leyp, diamant­brúd­leyp og krún­diamant­brúd­leyp og mintust við gleði aftur á teir hendingagóðu hátíðar­ dagar­nar. Tað var einki mál í sær sjálvum at røkka einum hátíðardegi afturat, men høvdu tey heilsuna, hevði tað verið stuttligt. So­ leiðis skuldi bara ikki vera. Mariumessudag fylgdu tey mongu skyldfólkini, bygdar­ fólkið og kenningar Hans Jakku til sín síðsta hvíldarstað. Hans Jakku varð nevndur á ymsan hátt. Tá ið hann varð føddur í 1926, var eftirnavnið Joensen. Í 1939 keypti pápin eftir­navnið Skorastein, sum øll børnini í húsunum tá fingu, og í 1965 keypti Hans Jakku síni familju eftirnavnið á Reynatrøð, sum er har á leið, set­húsini standa. Á ungum árum var hann nevndur Hans Jakku í Hoygarðinum, har hann vaks upp, og í mann­ dóms­árum nevndur Hans Jakku í Heiðriksstovu, har hann giftist inn í 1949 og festi garðin í 1959. Hans Jakku var elsti son­ urin hjá Binu og Jóan Peturi í Hoygarðinum, sum fingu 11 børn. Mamman var av Fløtu­ num í Lamba og systir Elspu, konu Tummas úti á Garði í Leirvík. Pápin var elsti son­ urin hjá Katrinu Mariu og Hans Jakku Joensen, sum í 1904 bygdu á Bakka. Bina og Jóan Petur búðu fyrstu árini inni hjá teimum, hóast trong­ ligt var har. Í 1931 ella har á leið keypti Jóan Petur Hoy­ garðin, sum vóru eini smá og lág hús, sum lítil ogn var í. Børnini komu hvørt eftir annað og eisini her gjørdist sera trongligt. Hans Jakku mintist, at eitt skifti svóvu sjey systkin í somu song. Gott tað sama, tí so bítandi kalt var við­hvørt, at glerpípur hingu niður úr loftinum. Pápin var inniløgumaður við lít og hartil arbeiðssamur úti og inni. Altíð fiskur á trøun­um, kokkur, vrakari, skips­maður og avgreiðsl­ umaður. Mamman spardi seg heldur ikki. Nú tey elstu børn­ini eisini kundu gera mun ella fara út at tæna, varð Hoygarðurin bygdur av nýggj­ um í 1942. Eini sera fitt og hugnalig hús, har bæði menn og ungdómur mangan leitaðu sær inn á gólvið og sótu í práti ella spældu. Hans Jakku fór tíðliga til skips og í arbeiði á landi. Eins og pápin skipsmaður, kokk­ ur og seinni vrakari. Tá ið farbrøðurnir keyptu Varva­ stein í 1946 og fóru í Norð­ sjógvin við snurruváð, var hann kokkur hjá teimum. Hann mintist hetta summarið, sum gjørdist so drúgt, tí teir lógu í seks vikur við maskin­ skaða í Aberdeen. Hann var eisini við øðrum bátum og róði út ella til saltfisk. Í oktobur 1949, meðan um­ fars­sjúka gekk, giftist Hans Jakku við Sonju í Heiðriks­ stovu, sum er stutt oman fyri Hoygarðin. Tey giftust inn har­uppi, hóast eisini her var trong­ligt. Her var ikki annar ung­dómur uttan Sonja f. 1930. Fýra gomul fólk vóru í húsi: tey trý ógiftu bóndasystkini, Julianna f. 1885, Jústinus f. 1887 og Kristian f. 1891, og so syst­kinabarn teirra, mamma, Sonju, sum kallaðist Gitta f. 1992. Tað var ikki eiti á medgift hjá Sonju: eitt tvey marka festi og fýra gomul fólk, og har­afturat vóru bóndafólkini av gamlari, siðbundnari slekt. Eisini var fyrsti sonurin fødd­ ur um ólavsøkumundið. Ikki kann tað undra, at Hans Jakku og Sonja fóru undir at byggja sær nýggj hús umleið 1950. Fyrsti form­ ur­in kom upp og gólv í, tá ið stígur kom í. Ein sonur kom afturat, men tá tók eisini at tynnast í eldra endanum. Julianna doyði í mars og Gitta í apríl 1953. Eftir vóru Jústinus, sum var bóndin, og Kristian. Teir røktu garðin og fóru til arbeiðis, tá ið til bar. Fornir í arbeiðslag, klæðum og siðvenju, men eisini álitis­ menn. Jústinus doyði í oktobur 1958, og Hans Jakku festi nú garðin. Kristian var hand­ gingin maður hjá honum, so leingi hann orkaði. Serligu um­støður­nar við hús gjørdu, at Hans Jakku var heima­ maður, nú synirnir komu hvør eftir annan: Jákup í 1949, Eifinn í 1951, Bergur í 1956 og Jóhan í 1961. Tvær kýr og okkurt ungneyt á bási, seyður, bøur og hagi at røkja. Kristian doyði, stutt áðrenn yngsti sonurin var føddur. Í Hoy­g­arðinum var yngsti far­ bróð­irin ikki føddur, tá ið tá ið fyrsti bróðursonurin græt í Heiðriks­stovu. Abbin, gamli Hans Jakku, pápin, Jóan Petur, og Hans Jakku vóru arbeiðssamir menn og hartil kravlítlir. Men eisini kravmiklir í arbeiðnum. Arbeiðið skuldi gerast til lítar. Feðg­unum nýttist ikki so nógv orð; eitt orð og tónalagið søgdu alt. Tí vóru báðir virdir fiska­vrakarar, sum ikki lótu sær siga, hvat var nóg gott og ikki. Hetta kundi viðhvørt fáa ilt í onkran, men teir stóðu við sítt. Okkara elsta systkinabarn, sum Hans Jakku var, hevði so nógvar gávur. Hygg bara at húsunum og úthúsunum í Heiðriksstovu og teimum stóru húsunum innan fyri Garðs­vegin, sum hann bygdi eftir 1972. Hegnismaður og hartil avbera røkin. Súr­ hoyggja­brunnur og fjós gjørdust hugnalig bústaðarlon við onkrum fornum í. Eisini góður konumaður, sum altíð tók hond í, har á stóð, meðan børnini vuksu upp og eisini eftir tað. Harafturat las hann nógvar siðsøguligar, føroyskar bókmentir og hevði síni sjónarmið um tær. Á ellis­ árum var bilurin hentur og sjónvarpið gott at stytta sær stundir við. Tey bæði fóru so mangan morgun við bili inn í Kálva­ dal at ganga sær ein túr og hyggja eftir seyði í Ritudali, nú seyðurin hjá teimum lá harinni. Mangt broytist jú á mansins ævi. Eftir út­skift­ ingina í 1983 varð av­gamla heiðriksstovufestið lagt saman við niðri­stovu­festi­ num, og Hans Jakku festi Gerðis­mørk, sum var tríggjar merkur við haga Fyri Innan. Elsti sonurin festi eftir hann í 1988. Manga góða løtu havi eg sitið inni hjá Sonju og Hans Jakku, hugnaligt prát, onkur góður døgurðabiti og drekkamuður. Sonja so søgu­ fróð og prátingarsom, Hans Jakku varin, segði seg einki minnast, knarraði kanska um okkurt ólag í samfelagnum ella bygdini. Men tá ið eg trá­ spurdi, átti hann ikki so lítið at leggja afturat um bø og haga, arbeiði á sjógvi og landi og bygdarsøguna í hansara tíð. Skyldskapurin kendist so nær, har tú eygleiddi hann við borðið við útsýni út á fjørð. Ættarbregðini so eyð­ kend. Her sótu tey bæði, Sonja og Hans Jakku, og lýddu á morgunandaktina í út­varpi­ num, hann las eisini fyri henni, og hon stákaðist. Takk­ semi fyri at hava havt høvi at kenna tey er tað, sum liggur mær fremst nú. Friður verið við minni hansara. mf. Hans Jakku í Heiðiriksstovu til minnis Hans Jacob f. 05.04.1926; d. 22.03.2019