týsdagur 2. apríl 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39
Ársaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum
www.petroleum.fo
Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic
Petroleum at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100
Tórshavn
týsdagin tann 30. apríl 2019 kl. 15.00 (føroysk tíð)
við hesi fundarskrá:
1.
Val av fundarstjóra.
2.
Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í
farna roknskaparári.
3.
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar.
3A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2018
og 2019.
A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2018.
Nevndin skjýtur upp at aðalfundurin góðkennir
faktisku nevndarsamsýningina fyri 2018 á íalt DKK
928.962,98.
B Góðkenning av støði fyri nevndarsamsýning fyri
2019.
∙ Nevndin skjýtur upp, at støðið fyri
nevndarsamsýning fyri 2019 verður:
∙ Støðisnevndarsamsýningin skal vera kr.
200.000,00.
∙ Formaðurin móttekur 2,00 fer
støðisnevndarsamsýningina.
∙ Næstformaðurin móttekur 1,50 fer
støðisnevndarsamsýningina.
∙ Vanligur nevndarlimur móttekur 1,00 fer
støðisnevndarsamsýningina.
∙ Formaðurin fyri grannskoðaranevndina móttekur
0,50 fer støðisnevndarsamsýningina afturat vanligu
nevndarsamsýning síni.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av
halli sambært góðkenda roknskapin og
ársfrágreiðing.
Nevnd felagsins mælir til, at úrslitið sambært
góðkenda roknskapin verður flutt fram til næsta ár.
5. Val av nevnd.
Allir nevndarlimir standa sambært viðtøkunum fyri
vali fyri eitt 1 ára skeið, nevniliga: Henrik Olesen,
Charles Hendry og Yves Francois Paletta.
Nevndalimirnir hava boðað frá at teir taka við vali
og verður afturval skotið upp.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um
valevnisuppskotini, verður víst til heimasíðu
felagsins, www.petroleum.fo.
6. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi
ársaðalfundur er lokin.
Grannskoðari felagsins er P/F Januar løggilt
grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, 100 Tórshavn,
og skjýtur nevndin upp at afturvelja P/F Januar
løggilt grannskoðanarvirki at sita sum grannskoðari
felagsins til næsta ársaðalfund.
7. Ymiskt.
Viðtøkumeiriluti.
Uppskot á skránni fyri fundin kunnu viðtakast við
vanligum atkvøðumeiriluta.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum,
umframt atkvøðugreiðsluháttur.
Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða
atkvøðu í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í
mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigari eigur
skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er týsdagin hin
23. apríl 2019.
Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlarnir,
hava rætt til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi í
seinasta lagi fríggjadagin hin 26. apríl 2019 hava
fráboðað felagnum hetta. Fráboðan um luttøku á
aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu felagsins
www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við
Strond 4, stovuhædd, , FO-110 Tórshavn ella á tlf nr. +
44 7720 29 66 49 og/ella á teldupostinum graemef@
petroleum.fo.
Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á
aðalfundinum, hevur hann møguleika at geva øðrum
skrivliga fulltrú til at møta sína vegna. Á heimasíðu
felagsins www.petroleum.fo, umframt á skrivstovu
felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 100
Tórshavn, kunnu partaeigarar útvega sær fulltrúarskjal,
sum kann nýtast í hesum sambandi. Parteigarar, ið eru
tilknýttir Investor Portal umvegis heimasíðu felagsins,
kunnu greiða fulltrúaatkvøðu umvegis henda portal.
Atkvøðugreiðsla, ið ikki fer fram við brævatkvøðu, fer
fram á sjálvum aðalfundinum, við at viðkomandi
partaeigari (ella fulltrúi hansara), ið rættstundis hevur
fráboðað luttøku á aðalfundinum, møtir upp á
aðalfundinum og har greiðir atkvøðu. Atgongumerki og
atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin.
Brævatkvøður
Partaeigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e. at
atkvøða skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Á
heimasíðu felagsins www.petroleum.fo er atgongd til
oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvøðu. Um so er,
at partaeigari ynskir at greiða brævatkvøðu, skal
brævatkvøðan verða móttikin á skrivstovu felagsins Yviri
við Strond 4, stovuhædd, FO-110 Tórshavn ella á
teldupostinum graemef@petroleum.fo í seinasta lagi
mánadagin hin 29. apríl 2019.
Rættur partaeigaranna til at seta fram spurningar.
Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta
leiðslu felagsins spurningar um viðurskifti, sum eru av
týdningi fyri at meta um ársfrásøgnina 2017 og støðuna
hjá felagnum annars ella um spurningar, sum avgerðir
skulu takast um á aðalfundinum. Ynskir partaeigari at
nýta henda rætt sín til at spyrja, kann hann senda
spurning við brævi til P/F Atlantic Petroleum, Yviri við
Strond 4, stovuhædd, F0- 110 Tórshavn ella við
teldubrævi á graemef@petroleum.fo.
Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundinum
munnliga seta leiðslu felagsins spurningar um nevndu
viðurskifti.
Skjalatilfar til aðalfundin, harundir ársroknskapurin
2018 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum.
Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, harundir (1)
ársroknskapurin 2018 við grannskoðaraátekning og
ársfrágreiðing (2) dagsskrá, (3) fullfíggjað uppskot til
aðalfundin (4) upplýsingar um samlaða talið av
partabrøvum og atkvøðum í felagnum dagin innkallað
verður til aðalfundin og (5) fulltrúaskjøl og oyðublað til
brævatkvøður liggja frammi og eru tøk á skrivstovu
felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 110
Tórshavn (tlf nr. + 44 7720 29 66 49) í seinasta lagi 3
vikur áðrenn aðalfundin, og kann fáast eintak av hesum
við at venda sær til felagið, umframt at alt hetta tilfar
eisini er tøkt á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi
peningastovnur.
Partapeningur felagsins er kr. 3.697.860 býttur sundur í
partabrøv á kr. 1,- og multipla av hesum.
Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava
1 atkvøðu fyri hvørjar kr. 1,- teir eiga í partapeningi.
Tal av pørtum er: 3.697.860 og tal av atkvøðum:
3.697.860.
Felagið hevur kosið sær P/F Betri Banki til kontoførandi
peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær
til henda peningastovn á bústaðnum Yviri við Strond 2,
100 Tórshavn ella á heimasíðuni www.betri.fo ella á
telefon nummar + 298 348 000 fyri at útinna fíggjarligu
rættindi síni í felagnum.
Tórshavn, hin 3. apríl 2019
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin