týsdagur 2. apríl 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MERKISDAGAR
Brúdleyp
Vit skullu giftast hin 27
juli. Vígslan verđur kl
13.00 í gomlu Nes kirku, og
veitslan verđur kl 18.00 í
Bygdarhúsinum í Leirvík.
Ynskja tit at halda dagin
saman við okkum, verđa tit
vinarliga biðin um at bođa
frá á tlf 255641 (Helena) í
seinasta lagið hin 27. juni.
Vinarliga heilsan
Helena Hammer & Eli
Mikkelsen
Brúdleyp
Leygardagin, 18. mai 2019,
giftast Guðrið Poulsen
og Ari Ó. Ellingsgaard.
Vígslan verður í Sjóvar
Kirkju kl. 13. Veitslan
verður í bygdarhúsinum
á Strondum kl. 19. Øll, ið
ynskja at hátíðarhalda stóra
dagin saman við okkum, eru
hjartaliga vælkomin at tekna
seg við at skriva til tlf. 581568,
Guðrið, ellá á tlf. 262798, Ari.
Freistin at tekna seg er 20.
apríl.
Brúdleyp
Leygardagin 20. apríl giftast
Jonna Poulsen av Skála &
Guttormur J. P. Olsen úr
Norðragøtu.
Vígslan verður í Gøtu kirkju
kl. 13.00. Veitslan verður
hildin í bygdahúsinum á
Strondum kl. 18:00. Tey, ið
ynskja at halda dagin saman
við okkum, vera vinarliga
biðin um at boða frá á tlf.
598350 (Jonna), 260965
(Guttormur) ella á teldupost:
JonnaPoulsen_7@hotmail.
com. Freistin at melda seg er
6. apríl.
VIT SKULU GIFTAST!
Leygardagin 06. juli 2019
verða vit bæði, Jens Christian
Joensen, Hvalba og Maud
Egholm, Vestmanna vígd í
Vestmanna Kirkju. Veitslan
verður hildin í ítróttarhøllini
í Vestmanna. Øll yvir 14 ár,
ið vilja hátíðarhalda dagin
saman við okkum eru
vælkomin at tekna seg á
tlf. 216454 (Jens Christian)
ella tlf.724530 (Maud) áðrenn
15.mai 2019.
Diamantbrúdleyp
Leygardagin 22/12 høvdu
hjúnini Páll og Poula
Heinesen, Ljósá, búsitandi
á Korndalsbýlinum á Eiði,
diamantbrúdleyp. Dagurin
verður hildin skírisdag 18/4,
kl 16, í Hólmahúsinum á Eiði.
Tey, ið vilja hátíðarhalda
dagin saman við okkum
verða vinarliga biðin um at
siga frá, innan 1/4, á tlf 270010
(Katrina) ella á messenger hjá
Elisabeth ella Katrinu.
Brúdleyp
Leygardagin 8. juni 2019
giftast Teresa Heradóttir
Silvurdal og Rógvi Berg.
Vígslan verður í Porkeris
Kirkju kl. 13. Veitslan verður í
VB húsinum kl.18:30.
Tey, ið ynskja at halda dagin
saman við okkum, vera
vinarliga biðin um at boða
frá á tlf. 504681 ella tpost
tr080619@outlook.dk
Freistin at tilmelda er 1. mai.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin, 12. apríl hava
vit verið gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin á Hotel
Føroyum sama dag. Tey,
ið ynskja at gleða okkum á
hesum degi eru vækomin at
heilsa upp á okkum millum
kl. 17:00 - 21:00.
Jakobina og Napoleon Vang
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 26 apríl hava
vit verði gift í 50 ár
Dagurin verður hildin a
Viðareiðið hja Mai-Britt og
Ísak, Garðsvegur 15 fra kl
16.00
Øll eru hjartaliga vælkomin
Jutta og Krissmund
Brúdleyp
Leygardagin, 8 juni 2019,
giftast Jórun Mc.Leod
Jacobsen og Hans Edward
Andreasen. Vígslan verður
í Christianskirkjuni í
Klaksvík kl. 11.30. Veitslan
verður hildin í Skálanum
og byrjar kl. 18.00. Øll ið
ynskja at hátíðarhalda dagin
við okkum, eru vælkomin
at tekna seg á teldupost:
jorun_mcleod@yahoo.dk ella
telefon 790407 og 790406.
Freistin at tilmelda er 1. mai.
60 ár
Leygardagin 27. apríl kl.
18.00 haldi eg føðingardag á
Svangaskarði.
Brot úr skránni: Døgurði,
undirhald, sangur og dansur.
Tey í vilja halda dagin saman
við mær kunnu teknað seg á
tlf. 288137 ella e- mail arthoj@
olivant.fo áðrenn 10. apríl.
Hjartaliga vælkomin.
Heilsan
Aksel Højgaard
Toftir
70 ár
Í samband við at eg, Jóannis
Skorheim verði 70 ár 9. apríl,
ynski eg at bjóða øllum til
eina máltí í
Skálanum fríggjakvøldið 12.
apríl kl. 19:00.
Gott hevði verðið, um tit
kundu boða okkum frá
áðrenn 29. mars á telefon
216553 ella í telduposti:
jona@grannskodan.fo
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin, 29. mars,
fyllir Malla Magnussen
90 ár. Dagurin verður
hildin í hølunum hjá
Starvsmannafelagnum, J. H.
Schrøtersgøta 9, frá klokkan
11 til klokkan 15. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 15. Juni giftast
Erla Danielsen úr Saltangará
og John Viljam Johannesen
úr Klaksvík.
Vígslan verður í Betesda í
Klaksvík kl. 12:00.
Veitslan verður hildin í
Bygdarhúsinum í Leirvík kl.
18:00.
Tey, ið ynskja at halda dagin
saman við okkum, verða
vinarliga biðin um at boða
frá á tlf.: 261344 (Erla) ella á
tpost: johnviljamj@gmail.
com, áðrenn 10. Mai.
15 árs aldursmark.
Brúdleyp
Leygardagin 30. mars 2019
giftast Ásleyg Toftegaard og
Bergur Gregersen. Vígslan
verður í Glyvra kirkju kl. 13.00
og reseptión verður eftir
vígsluna í kirkjuni. Veitslan
verður fyri innboðnum í
Skótahúsinum í Runavík.
70 ár
Týsdagin 2. apríl fyllur
Mariane Vilhelm, Vágur,
70 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 6. apríl í
Jómsborg frá kl. 12.00 og til
kl. 17.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Brúdleyp
Leygardagin 20.apríl 2019,
giftast Fanny Egholm
Winther og
Olivur Debes Eiriksfoss.
Vígslan verður í Havnar
Kirkju kl.13:00, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Veitslan verður hildin fyri
innbodnum á Hotel Føroyum
kl.18:00.
80 ár
Týsdagin 2. apríl verður
Alif Hansen 80 ár. Dagurin
verður hildin í Danmark
saman við teimum
nærmastu.
Brúdleyp
Leygardagin 20. apríl giftast
Una Joensen, Klaksvík, og
Egil Gunnarsson, Tórshavn.
Vígslan verður í Ebenezer
í Tórshavn kl. 14, og frá
kl. 17 verður opið hús í
Starvsmannafelagnum, J. H.
Schrøtersgøta 9, har øll eru
hjartaliga vælkomin.