Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39 KJAK Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður fyri Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag Lunnar undir ein tryggari arbeiðsmarknað Nú mann hevur hugt ígjøgnum fíggjarlógina fyri 2019, so kom jeg fram á eina hækkaða játtan til semings­ mannaskipanina. Har tað leggur lunnar undir at menna ein sem­ings­ stovn og arbeiðs­mark­ naðar­depil til frama fyri arbeiðs­mark­naðarmál. Nú upp­gongutíðir eru og arbeiði til allar hendur, enntá er tørvur á meiri arbeiðs­kraft, so hevur verka­fólk­ið tørv á einum álitis­stovni og skipanum, sum taka sær av arbeiðs­mark­nað­a­r­ málum og semjum mill­ um arbeiðstakara og arbeiðs­gevara. Við hesum eru okur eitt fet nærri ein­um tílíkum stovni, men málið er ikki rokkið. Okur skulu taka tøk við verka­fólkinum, og tað má gerast stundisliga!  Samstarv millum fakfeløg, vinnu og tað almenna neyðugt! Samstundis so hoyra okur, at tað er vandi fyri, at fak­feløg fara at vikna onkurs­vegna, og at inn­ flutt arbeiðskraft als ikki er tryggjað somu rætt­ indi, sum før­oy­ing­ar. Tískil mugu okur hava framkomnar og trygg­ar skipanir, sum arbeiðs­ fólki hevur álit á, at varða av arbeiðs­mark­nað­ar­mál­ um. Tað hevur ikki verið reglan, at arbeiðsgevarin hevur tikið stig til at tryggja rættindi og løn arbeiðar­ans. Somuleiðis, so hava tað ikki verið skipað viðurskifti við­ víkj­andi samráðingum mill­um partarnar sum javn­settir. Ein arbeiðs­ mark­naðardepil hevði bøtt munandi um hesi viður­skifti og ikki minst skapt ein tryggleika hjá fak­feløgunum. Menning krevur nýskipan Men arbeiðsmarknaðurin mennist bæði í fram­ leiðslu og fram­leiðslu­ hátti m.a. við talgilding. Með­an arbeitt verður, er tað oftani torført at nema sær nakra skeiðs­ út­búgving ella før­leika­ menning yvirhøvur, sum er neyðug í nútímans arbeiðs­marknaði. So, verka­fólk kunnu og óiva fara, at finna seg í truplari støðu, har tørvur verður á at førleikamenna ella út­búgva seg fyri at halda ar­beiðið. Tí er og verður tað neyðugt at veita til­ boð til verkafólk, har tey førleikamenna og eftir­út­ búgva seg. Loysnir ávegis! Í gjár, 1. apríl, tá alt var skemt, varð eitt álvar­ samt stig tikið! Eitt álit um vaksna­manna­út­ búgv­ing­ar og arbeiðs­ mark­naðar­depil var í tinginum! Upp­skotið hevur til enda­máls at menna arbeiðs­før­leik­ ar­nar hjá verka­fólki­ num, so at tey kunnu fram­hald­andi taka lut í ein­um broytiligum ar­ beiðs­marknaði. Týdning­ ar­mikið er sjálv­andi, at hædd er tikin fyri, at verka­fólk taka støk skeið og ikki missa inntøku.  Her verður arbeitt við at skapa ein arbeiðs­mark­ naðardepil í einum trí­ parta­samstarvi mill­um arbeiðsgevara, fak­feløg og tað almenna. Hes­in depil verður tískil mynd­ aður eftir tørvinum í arbeiðs­marknaðinum í samstarvi við tað al­ menna, fakfeløg og vinnu­lívið. Tað verður nógv­ar ferðir lættari hjá arbeiðs­manninum og -kvinnu­ni at taka ímóti teim­um avbjóðingum, sum fram­tíðin hevur at bjóða uppá! Við tílíkum átøkum, sum samgongan og Javn­ að­ar­flokkurin ganga á odda fyri, kunnu okur lofta nógvum fólki, sum koma í truplar støður. Ella tørvin, sum verkafólk hava fyri at kunna verða kappingarfør á ein­um alsamt broytandi arbeiðs­ mark­naði. Soleiðis kunnu okur loysa trupulleikar saman! Tað verða bæði yngri og eldri verkafólk, sum hava tørv á hesum, og tey eru kring alt landið. Men eyðsýnt er, at løntakarar við hesum tørvi búgva einamest í Suðuroy og Sand­oy og harnæst Norð­ oyggjum, Eysturoy og Vág­um. Uttan iva má ein tílíkur depil verða stað­ settur, har størsti tørv­ur­ in er. Arbeiðsmarknaðurin raðfestur – og í framtíðini meir!  Sjúrður Skaale Vit eru ymisk á máli um, hvussu langt væl­ferðar­ samfelagið skal røkka. Men eitt eru vit samd um: Tey gomlu, tey sjúku og tey veiku skulu hava ta hjálp, teimum tørvar. Tað kann tykjast kyn­ iskt at seta tøl á, hvat ein við­gerð ella ein røkt kosta. Men tí slepst ikki undan. Tí tað er stundum dýrt - og vit mugu skipa okkum soleiðis, at vit hava ráð at hjálpa so nógvum so væl, sum til ber. Ein tann dýrasta loysn­ in tá tað snýr seg um røkt, er at púra óhjálp­ in fólk eru í sínum egnu húsum, og fáa almenna hjálp uttanífrá. Tá kann prísurin gerast millum tvær og tríggjar milliónir um árið fyri hvørt fólk. Ein fittur partur kemur inn aftur í almenna kassan sum skattur - men upp­hæddin er stór fyri tað. Eru eingir aðrir møgu­ leikar, mugu vit rinda hetta. Tað er tað tí­betur eingin, ið setur spurnar­ tekin við. Men í summum førum velja avvarðandi sjálv at veita hesum fólkum ta umsorgan og hjálp, tey hava tørv á. Tað er ofta fulltíðarstarv, og tað merkir, at hesi fólk í teim­ um førum mugu siga alt annað frá sær. Tey missa sostatt sína inntøku og stóran part av sínum sosiala lívi. Men tey gera, at betri rúm er í almennu skipanini. Onkur annar kann fáa tey tað almenna stovns­plássið, sum tey ynskja sær. Onkur annar kann fáa ta røkt og ta við­ gerð heima, sum tey hava tørv á. Tey, sum velja at ansa óhjálpnum heima, taka sostatt eina byrðu av herð­unum hjá tí almenna. Stórur munur Men tað er sera ymiskt, hvat fólk fáa fyri hetta. Er talan um børn við breki, er støðan munandi bøtt farnu árini. Ein kvinna hevur sagt mær, at tey valdu at taka sær av sín­um fjølbrekaða barni heima. Einum barni, sum krevur uppmerksemi 24 tímar um dagin. "Tá eg líti aftur á ta tíðina skilji eg ikki, hvussu vit kláraðu tað", sigur hon um tey fyrstu mongu árini. Men síðani er skipanin mun­andi bøtt, og sama kvinna er væl nøgd í dag. Vaksna barn hennara fær nú fyritíðarpensión, stuðul uttanífrá 30 tím­ ar um vikuna, eins og foreldrini fáa 5000 krón­ ur í røktarviðbót fyri at taka sær av barninum hinar 138 tímarnar av vikuni. Henda samansetta skipan ger, at foreldrini fáa dagin at hanga saman. Sum skilst kunnu tey, ið velja at røkja upp­ gávuna fulla tíð, fáa upp til 25.000 krónur um mán­aðin. Við nýggju væl­ferðar­ lógini, sum Eyðgunn Samuel­sen hevur lagt fram, verður skipanin á hes­um øki víðkað soleið­ is, at hon eisini fevnir um seinheilaskadd og doyggj­ andi undir 67 ár. Stórur munur Her eru sostatt stór fram­ stig gjørd farnu árini - og framvegis er tað nógv bíligari fyri landskassan, at hesi fólk verða ansað av sínum avvarðandi, enn um tað almenna átti upp­ gávuna einsamalt. Men tey, sum ansa óhjálpnum eldri fólki heima, eru munandi verri fyri. Eg kenni ein, sum hevur greitt mær frá síni støðu. Hann tekur sær av mammu síni við hús. Hóast hann fær vitjan frá heimahjálp hvønn dag til serstakar uppgávur, bind­ur henda uppgáva hann 24 tímar um dagin. Hann kann tí einki annað arbeiði hava. Fyri hetta fær við­kom­ andi eina "ansingarløn", sum er undir 11.000 krón­ ur um mánaðin. Tá skatt­ ur er rindaður, eru einar 7.500 krónur eftir. Tað merkir, at hesin persónur, netto, fær minni enn 100.000 krónur um árið. Ella nógv minni enn eitt stovnspláss kost­ ar - og yvir tvær millónir minni enn tað í summum førum kostar, tá tað al­ menna tekur sær av fólki, sum eru við hús. Hann fær eisini nógv minni hjálp enn tey fáa, sum ansa óhjálpnum børn­um heima. Betur uppiborið Hesin munur millum tey, sum ansa børnum heima og tey, sum ansa eldri heima, er ikki bara órímiligur. Hann er eisini dømi um, hvus­su fløkta vit gjørdu okk­ara um­sit­ ing, tá vit løgdu eldra­økið út til kom­munurnar. Tí tær ábøtur, sum við vælferðarlógini nú verða gjørdar á øllum hesum øki, fevna ikki um tey, sum ansa eldri heima. Tey koma undir eldralógina - og hon hoyrir undir kom­ munurnar. Øll tey, sum siga ar­ beiði heilt ella lutvíst frá sær fyri at ansa óhjálp­ num heima, gera nakað fyri­myndarligt fyri síni nærm­astu. Tey gera eisini nakað sera gott fyri okkum onnur, tí gjørdu tey tað ikki, høvdu vit gjøg­num skattin skulað rinda nógv, nógv meira fyri uppgávuna. Sum er fáa summi av hesum so lítla samsýning, at tey akkurát klára sínar skyldur. Tey hava uppiborið bet­ur. Og vit onnur kunnu ikki vera tað be­ kent. Nú landið er í ferð við at dagføra sína væl­ferðar­ lóg, átti kommunurnar eisini at tikið hetta upp. Tað er ikki rætt, at fólk, sum eru í næstan somu støðu, hava heilt ymiskar treyt­ir alt eftir, hvørjum al­mennum kassa tey eru tengd at. Spara landinum milliónir og fáa nóg illa at liva fyri At ansa óhjálpnum eldri fólki við hús, kann vera fulltíðarstarv. Virðið av arbeiðinum er milliónir. Men nettolønin er undir 100.000. Tað er ikki sømiligt