týsdagur 2. apríl 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Føroyski
súkklarin,
Torkil
Veyhe, hevur seinastu vikuna
súkklað við í stóru fronsku
súkklukappingini,
Tour
de
Normandie, har hann saman
við fimm liðfeløgum í Riwal
Readynez í stóran mun var við
til at mynda kappingina.
Torkil skifti fyrst í hesum
árinum til Riwal Readynez, ið
er sterkasta lið í Danmark og
súkklar á næsthægsta stigi
í Evropa, á sokallaða Europe
Tour, við møguleika at fáa
wildcards til World Tour-kapp
ingar so sum Tour de France.
Higartil er tað blivið til
nakrar smærri kappingar, og
frá mánadegnum í síðstu viku
og fram til í gjár súkklaði Torkil
Veyhe so sína aðru kapping við
liðnum.
Framúr byrjan
Riwal Readynez fekk eina
framúr byrjan upp á kapp
ingina. Kvikasti maðurin á
liðnum,
Nicolai
Brøchner,
kom fyrstur á mál á fyrsta
teininum, og hann slapp
harvið at súkkla í gulu
føraratroyggjuni
á
2.
teininum. Á øðrum teini
gekst tó ikki eins væl hjá
danska liðnum, tí italski
Alberto
Dainese
frá
SEG Academy Racing
gjørdist
fremstur
og
vann
troyggjuna
frá
Nicolai Brøchner.
Eftir stórt arbeiði frá
Riwal Readynez vann Nicolai
Brøchner gulu troyggjuna
aftur á triðja teininum, men so
var kvotan við hepni eftir øllum
at døma uppbrúkt hjá danska
liðnum, sum rann seg inn í stóra
mótgongd. Á fjórða teininum
fekk Nicolai Brøchner nevniliga
ein skaða í knæið, sum hevði við
sær, at hann mátti taka seg úr
kappingini.
Hetta vendi fullkomiliga
upp
og
niður
upp
á
kappingina
hjá
Riwal
Readynez.
- Vit vistu, at tá hann
mátti gevast við knæskaða,
fór tað at gerast trupult hjá
okkum at broyta ætlan. Vit
høvdu brúkt nógva orku upp á
at halda hann til, greiðir Torkil
Veyhe frá.
- Vit eru væl nøgdir við
byrjanina á kappingini, og at
vit megnaðu at halda Nicolai
Brøchner til. Vit halda eisini, at
vit kundu gjørt arbeiðið liðugt.
Altso, at vit kundu vunnið við
honum samanlagt, metir Torkil.
- So alt í alt eru vit nøgdir
við hvussu vit hava koyrt hesa
vikuna, men vit eru vónbrotnir
av at vit ikki fingu meira
burturúr til endans, leggur
hann afturat.
Bæði Torkil Veyhe og aðrir
hjá Riwal Readynez royndu
seg við útbrotum seinastu
teinarnar, men teir máttu bara
staðfesta, at feltið ongan áhuga
hevði í at lata nakran sleppa
avstað, og at orkan á liðnum
ikki var tann sama eftir góðu
byrjanina upp á kappingina.
Trívist væl
Persónliga er Torkil Veyhe væl
SÚKKLING
Súkkling:
TORKIL TRÍVIST
VÆL Í RIWAL
Eftir eina framúr byrjan í Tour de Normandie vóru Torkil Veyhe og
teir í Riwal Readynez óhepnir og mistu oddamannin vegna skaða,
men samanumtikið er Torkil Veyhe væl nøgdur við byrjanina á
liðnum og gleðir seg til spennandi uppgávu um tríggjar vikur
Torkil Veyhe sæst her ytst til høgru draga feltið
aftaná sær í Tour de Normandie