Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39 SÚKKLING SÚKKLARI LAND LIÐ TÍÐ 1. Ole Forfang Noreg Joker Fuel of Norway 26:17:32 2. Arvid de Kleijn Holland Matec – TKH + 00.31 3. Trond Trondsen Noreg Team Coop + 00.33 4. Dylan Kowalski Frakland VC Rouen 76 + 00.33 5. Joshua Huppertz Týskland Team Lotto – Kern Haus + 00.38 6. Stef Krul Holland Matec – TKH + 00.38 7. Jelle Mannaerts Belgia Tareletto – Isorex + 00.39 8. Szymon Rekita Pólland Leopard Pro Cycling + 00.40 9. Connor Swift Stórabretland Madison Genesis + 00.41 10. Clément Saint Martin Frakland VC Rouen 76 + 00.41 67. Torkil Veyhe Føroyar Riwal Readynez + 12.43 Tour de Normandie – úrslit 1. teinur - 159 kilometrar úr Courseulles sur Mer til Le Neubourg Vinnari: Nicolai Brøchner (Riwal Readynez) Torkil og teir úr Riwal Readynez fáa eina dreyma­ byrjan upp á Tour de Normandie. Teir heinta nøkur útbrot, og í síðu­vindinum gera teir tað trupult fyri kapp­ingar­ neytarnar. Hetta eydn­ast til fulnar, og felt­ið kemur savnað á mál, har Riwal-súkklarin, Nicolai Brøchner, er kvik­ ast­ur og súkklar seg í gulu føraratroyggjuna í kapp­ingini. ”Hetta var ein av teimum døgunum, har allar ætlanirnar frá morgun­stundini rigg­aðu. Vit feiðra sigurin við einum glasi av sjampanju.” - Torkil Veyhe 2. teinur - 169,5 kilometarar úr Darnétal til Forges-les-Eaux Vinnari: Alberto Dainese ( SEG Racing Academy) Riwal Readynez leggur nógv fyri í roynd­ini at verja gulu førara­troyggjuna, sum Nicolai Brøchner hevur. Tað krev­ur millum annað, at teir sita fremstir í felti­num – at teir taka ábyrgd og samstundis royna at súkkla møgulig út­ brot innaftur. Júst hetta eydnast til fulnar, tí feltið kemur savnað á mál, men í spurtinum er italski Alberto Dainese frá SEG Racing Academy fremstur, og hann kemur í føraratroyggjuna. ”Vit eru komnir fyri at vinna samanlagt, og nú mugu vit finna útav hvussu. Um tað endar við spurti hvønn dag, so er Brøchner okkara besta boð, men annars mugu vit vita um vit ikki kunnu koyra heim í einum min­ni bólki við onkrum av okkara onkran av døg­un­ um.” - Torkil Veyhe 3. teinur - 147,5 kilometrar úr Bourg- Achard til Elbeuf sur Seine Vinnari: Arvid de Kleijn (Metec – TKH Conti­nental) Nú gongur betur hjá Riwal Readynez, sum leggur nógv fyri í roynd­ini at fáa Nicolai Brøchner aftur í gulu førara­ troyggjuni. Danska liðið er við í at kalla øllum, sum fyriferst á hesum teini­num, og tað lønar seg eisini í síðsta enda. Nicolai Brøchner kemur nevniliga aftur í gulu førara­troyggjuna, men hin­vegin er Torkil Veyhe óhepp­in og punkterar eitt keðiligt tíðspunkt stutt áðrenn finaluna. ”Eg misti eitt sindur av tíð av tí sama, so tað var harmiligt fyri mítt viðkomandi. Men vit eru her fyri Brøchner, og nú skulu vit halda troyggjuna til sunnudagin.” - Torkil Veyhe 4. teinur - 173 kilometrar úr Tilly-sur- Seulles til Argentan Vinnari: Ole Forfang (Joker fuel of Norway) Tað kundi neyvan ging­ið nógv verri hjá Riwal Readynez á hesum teini­num. Maðurin í gulu førara­troyggjuni, Nicolai Brøchner, noyðist at taka seg úr kappingini við skaða í knænum. Riwal Ready­nez missir eisini ein annan mann, soleiðis at liðið nú einans telur fýra mans, og eru farnir frá at mynda kappingini til at vera dotnir púrasta úr myndini. ”Hetta var ein ordans lorta­ dagur. Hýrurin er ikki góður. Vit eru vón­brotnir.” - Torkil Veyhe 5. teinur - 172 kilometrar úr Alen­con til Bagnoles de l'Orne Normandie Vinnari: Barnabás Peak (SEG Racing Academy) Teir á Riwal Readynez hava brúkt nógva orku upp á at annaðhvørt leypa á ella verju gulu troyggju­na, og í so máta er hetta fyrsti teinurin, at teir hava fríar teymar, og hetta gagnnýta teir við at koyra ein róligan tein, har tað ikki er nógv at skriva heim um. ”Eg havi roynt at spart meg í dag, og ætlanin er at royna okkurt í morgin. Vit fáa at síggja, um har er nokk eftir.” - Torkil Veyhe 6. teinur - 159,5 kilometrar úr Gouville- sur-Mer til Martinvast Vinnari: Trond Håkon Trondsen (Team Coop) Júst sum ætlað, so royn­ir Torkil Veyhe seg nakrar ferðir við at sleppa í út­brot, men tað hevur feltið ongan áhuga í, og hann sleppur ongantíð meira enn 20 sekund av­stað. Liðfelagi hansara, Tobias Kongstad, var í út­broti í 90 kilometrar, men eisini hann varð súkkl­aður innaftur. Tað endar við, at feltið kemur savn­að á mál. ”Tað skuldi verið í dag, um tað stóra skuldi broytast. Teinurin í morg­in sær ikki út til at vera so harður, so tað verður ringt at gera nakað vilt, men vit kunnu bara blíva positivt yvirraskaðir.” - Torkil Veyhe 7. teinur - 150 kilometrar úr Saint Lo til Caen Vinnari: Johan Langballe (Team Waoo) Riwal Readynez roynir seg aftur við at fáa nakrar súkklarar í útbrot, men held­ ur ikki í dag sleppa teir avstað. Teir mugu stað­festa, at ov nógv orka hevur verið brúkt fyrstu dagarnar, og at tað tískil ikki eydnaðist at fáa bygt upp á góðu byrjanina, har Riwal Readynez í stóran mun myndaði kapp­ing­ina. ”Vit komu eftir meira, og tað sá leingi gott út við Nicolai Brøchner. Vit eru glaðir fyri tað, sum vit uppnáddu, men mest vónbrotnir av at Brøchner ikki fullførdi.” - Torkil Veyhe. TOUR DE NORMANDIE – SAMANDRÁTTUR nøgdur við gongdina hjá sær sum heild. - Formurin er har, sum hann skal vera, sigur hann. - Eg eri ikki í toppformi enn, men ætlanin er at raka nakað, ið minnir um toppform, tá ið vit um tríggjar vikur koyra Tro- Bro Léon. So tað er bestemt ikki við síðuna av. Eg føli eisini, at eg komi meg væl ímillum kapp­ingar, og tað er eitt gott tekin, sigur Torkil víðari. Torkil, ið er 29 ára gamal, hevur nú súkklað fyrsta fjórð­ ingin av eitt ára sáttmálanum, ið hann hevur við Riwal Ready­ nez. - Vit hava eitt sera gott saman­hald, og struktururin á liðnum er sera góður og pro­ fessionellur. Vit hava eisini lagt væl frá landi við góðum úrsli­t­ um, og tað er sera gott. Halda vit fast í hesi gongdini, so skal tað nokk enda við at vera eitt gott ár, sigur Torkil. Sum nevnt, so verður Tro- Bro Léon um tríggjar vikur eitt av hæddarpunktunum hjá Torkili, men áðrenn tað skal hann eisini luttaka í Brabantse Pijl og Finestre. - Í summar havi eg sett mær sum mál at gera tað gott til DM og PostNord Danmark Rundt, sigur Torkil Veyhe. albinus@sosialurin.fo