týsdagur 2. apríl 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
HEILSA
Avleiðingarnar
av heilaskaða
kunnu vísa seg
fleiri ár eftir, at
skaðin er hendur
Børn og ung kunnu fáa
heilaskaða av sjúku, falli,
slagi ella vanlukku.
Í Danmark verða um
leið 1000 børn og ung løgd
inn á sjúkrahús um árið,
tí heilin hevur verið fyri
skaða.
Nøkur av hesum hava
sjúkueyðkenni, sum ganga
yvir, og síðan er tað onnur,
ið hava fingið heilaskaða,
sum fylgir teimum restina
av lívinum.
Í Danmark eru tað mill
um 125 og 375 børn og ung
um árið, sum hava tørv á
endurmenning,
meðan
tey eru innløgd, og talið
er á leið tað sama yvir
børn og ung, ið eisini hava
tørv á endurmenning, tá
tey eru vorðin útskrivað
av sjúkrahúsi.
Avleiðingarnar av ein
um
heilaskaða
kunnu
eisini vísa seg fleiri ár eftir,
at skaðin er hendur, og tí
verður eisini snakkað um,
at børn kunnu veksa seg
inn í heilaskaðan.
Hetta hevur nakað við
barnsins menning í lívi
num at gera.
Aftrat teimum umleið
1000 børnunum, sum á
hvørjum ári verða løgd
inn á sjúkrahús, tí vandi
er fyri heilaskaða, verður
eitt enn størri tal av børn
um og ungum løgd inn
fyri heilaskjálvta.
Danska
sjúkrahús
verkið hevur ikki tøl
fyri, hvussu mong børn
og ung, sum fáa heila
skjálvta,
fáa
varandi
fylgjur av hesum.
www.sosialstyrelsen.dk
- Eg havi eina kenslu av,
at eg ongantíð aftur kann
gerast tann, eg var áður.
Tað er ein trupul tanki,
tá mær ofta leingist eftir
tí persóni, eg var.
Soleiðis segði ein av
ungu sjúklingunum - ein
ung genta - sum hevði
fingið oman yvir seg ein
heilaskaða, við danska
sálarfrøðingin,
Jeanne
Fløe.
Tað er nevniliga hesin
sálarføðingurin, ið hevur
skrivað greinina í www.
helse.dk, sum vit her fara
at endurgeva burtur úr.
- Eg kundi ikki lata
vera við at gerast ógvu
liga ávirkað av tí, sum
sjúklingurin segði. Unga
gentan umboðaði ring
asta marrudreymin, sum
foreldur kunnu hava: At
tað kann henda okkara
børnum okkurt keðiligt
í lívinum, skrivar Jeanne
Fløe.
Ein gátufør telda
Hvørt ár verða millum
500 og 1000 donsk børn
og ung rakt av heilaskaða,
sum stendst av vanlukku
ella sjúku.
Ein slíkur skaði merk
ir, at tey raktu og familj
ur teirra knappliga skulu
tillaga seg ein fullkomi
liga broyttan gerandis
dag.
Heilin er sum ein ógvu
liga gátufør telda, ið er
tengd at okkara veru
máta, tonkum og rørslum.
Hvussu skaðin kemur
at ávirka lívið hjá tí rakta
er tengt at, hvar skaðin
liggur, og hvussu stór øki
í heilanum eru rakt.
Ein heilaskaði, sum tú
soleiðis dregur upp á teg,
kann viðføra miss ella
viknandi virkni á nógv
um økjum, bæði fatanar
liga, likamliga, sosialt –
og hvussu tú verður sum
persónur eftir skaðan.
Tað sum ikki sæst
Uttan mun til, hvussu
stórur ella lítil heilaskað
in er, hevur hann við sær
ymiskar likamligar og
fatanarligar fylgir.
Beint
eftir
skaðan
kann tað vera ógvuliga
trupult
at
meta
um,
hvussu stórar avleiðing
arnar verða, sum tíðin
gongur.
Er talan um likamlig
brek eftir heilaskaða, eru
tey sjónlig, men hesi brek
batna ofta skjótt. Hin
vegin kunnu tær minni
sjónligu
fylgirnar
av
skaðanum vera truplari
at síggja.
Serliga
trupult
kann tað gerast, tá ein
heilaskaði kanska slett
ikki sæst á tí menningar
stigi, har barnið í løtuni
er.
Skaðin kemur kanska
til sjóndar fleiri ár seinni,
tá ein førleiki, sum átti at
verið mentur hjá barni
num, kortini ikki er tað.
Trupult at skilja
Eftir heilaskaðan vil hin
rakti
skjótast
gjørligt
royna at venda aftur til
lívið, soleiðis sum tað var
fyri skaðan.
Børn og ung, sum
verða rakt, eru ofta opti
mistisk í byrjanini, tá tey
júst eru komin heimaftur
av sjúkrahúsi ella endur
venjingarstøð.
Seinni,
tá
tey
eru
vorðin meira før fyri at
síggja seg sjálvi úr einum
øðrum
sjónarhorni,
kunnu tey gerast uppgev
andi, kedd og ørkymlað.
Um tað ikki eru likam
ligar broytingar, sum eru
sjónligar, kann tað gerast
trupult fyri onnur at
skilja, hvat er hent. Barnið
líkist jú sær sjálvum, og
hetta gevur avbjóðingar,
bæði fyri hin rakta og fyri
tey nærmastu.
Vandi fyri tunglyndi
Sálarfrøðingurin, Jeanne
Fløe, vísir á, at børn og
ung, sum eru komin so
leiðis fyri í lívinum, eru í
øktum vanda fyri at men
na tunglyndi og angist.
- Eingin ivi er um, at tað
kann gerast kensluliga
hart at liva ein øðrvísi
gerandisdag enn áður. Tú
rennur teg í ting, sum ikki
vóru nakar trupulleiki
áður, men sum nú eru av
bjóðandi og kanska heilt
ómøgulig, skrivar sálar
frøðingurin, Jeanne Fløe.
vilmund@sosialurin.fo
UNGA GENTAN
UMBOÐAÐI
EIN RINGAN
MARRUDREYM
Børn kunnu veksa seg inn í heilaskaða
Uttan mun til, hvussu stórur
ella lítil ein heilaskaði er, hevur
hann við sær ymiskar likamligar
og fatanarligar fylgir
- Eg havi eina kenslu av, at eg ongantíð aftur
kann gerast tann, eg var áður, segði ein ung
genta við Jeanne Fløe, sálarfrøðing
Eru tað likamligar broytingar, sum ikki eru sjónligar, kann tað
gerast trupult fyri onnur at skilja, hvat er hent