týsdagur 2. apríl 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Liðið hjá Allan Dal-Christian
sen vann FM fyri lið í bridge.
Balle Mohr, Rói á Rógvi Joen
sen, Pól Egholm, Allan Dal-
Christiansen,
liðskipari,
og
Eyðun
Anthoniussen
hildu
høvdið kalt líka til tað seinasta.
Tað sá ikki serliga spenn
andi út áðrenn seinastu tvey
umførini í FM fyri lið í Bridge
kappingini, sum vóru spæld
leygardagin. Støðan í oddinum
var, at liðið hjá Boga Simonsen
hevði 185,56, liðið hjá Allan Dal-
Christianen 169,15 og liðið hjá
Dia Jacobsen 168,70, skrivar
Bridgesambandið.
Spenningur kundi koma í
Tó var tað soleiðis at liðið hjá
Boga Simonsen enn hevði
eftir at spæla móti liðunum,
sum lógu nummar tvey og trý.
Spenningur kundi koma í, um
liðið hjá Dia Jacobsen, ið skuldi
spæla
næstseinasta
dystin
móti Boga Simonsen, kundi
vinna dystin stórt.
Dystirnir
í
næstseinasta
dystinum vóru hesir: Danny
Danielsen-Jákup Sørensen 10-
10, Bogi Simonsen-Dia Jacobsen
2,10-17.90 og Óli Holm-Allan Dal-
Christiansen 3,20-16,80.
Áðrenn seinasa umfar var
støðan nú sera jøvn í oddinum:
Bogi
Simonsen
187,87,
Dia
Jacobsen 186,60 og Allan Dal-
Christiansen 185,95.
Óvæntaðir vinnarar
Nú høvdu helst tey flestu
vænta, at liðið hjá Dia Jacobsen
fór at vinna. Hetta tí, at tað
helst fór at vera rímiliga javnt
millum Boga Simonsen og
Allan Dal-Christiansen. Um
liðið hjá Dia Jacobsen kláraði
at vinna sín síðsta dyst móti
Danny Danielsen stórt, so
vóru teir føroyameistarar. Men
teir á liðinum hjá Allan Dal-
Christiansen vildu tað øðrvísi.
Seinastu dystirnir endaðu
soleiðis: Allan Dal-Christian
sen-Bogi Simonsen 18,12-1,88,
Dia Jaoobsen-Danny Danielsen
13,81-6,19 og Jákup Sørensen-
Finn Ougaard 12,98-7,02. Sostatt
gjørdisi liðið hjá Allani føroya
meistari fyri lið í ár.
Um vikuskiftið varð á fyrsta
sinni skipað fyri sonevndum
UEFA Stewards skeiði í Føroy
um. Skeiðið er ætlað vaktar
fólkum, ið arbeiða á leikvøllum
til altjóða dystir og aðrar dyst
ir, skrivar heimasíðan hjá Fót
bóltssambandinum.
Skeiðið er eitt UEFA-skeið,
og endamálið hjá UEFA við
skeiðnum er at betra førleikar
nar hjá stewardum (vaktar
fólkum) kring alt Europa enn
meira.
Á fyrsta skeiðnum luttóku
11 fólk, sum vanliga arbeiða á
Tórsvølli til allar altjóða dystir.
Summi teirra eru sonevndir
bólkaleiðarar undir Tórsvølli,
meðan onnur er sjálvboðin frá
feløgum í høvuðsstaðnum.
Frálæra um tilbúgving
og annað
Á skeiðnum er frálæra um eitt
nú tilbúgving, tænastuveiting,
reglugerðir í sambandi við dyst
ir, konfliktloysn og annað, sum
ein kann hava tørv á at vita, tá
arbeitt verður sum stewardur.
Undirvísarar á skeiðnum
vóru Helgi Justinussen, Jan
Otto Holm, Martin Berg og
Terji Nielsen, ið allir hava
UEFA Instruktør skeið innan
øki.
Fótbóltssamband
Føroya
miðar ímóti, at um eitt ár ella so
eru tað bert fólk, ið hava lokið
eitt slíkt skeið, ið eru til arbeiðis
á Tórsvølli, tá landsdystir eru á
skránni.
Tey 11, sum tóku skeiðið um
vikuskiftið, vóru hesi: Lauritz í
Króki, Gunnvá Svartá Wenner
ström, Klæmint Weihe, Heri
Thomsen, Hans J. Arge, Brynj
álvur Tórstún, Dávur Jacobsen,
Rógvi Thomsen, Knút Olsen,
Hugo Joensen og Hannis Joen
sen.
trondur@sosialurin.fo
LIÐIÐ HJÁ ALLANI
VANN FM
Hetta gav endaligu støðuna:
Allan Dal-Christiansen
204,07
Dia Jacobsen
200,41
Bogi Simonsen
189,75
Óli Holm
123,69
Finn Ougaard
119,88
Danny Danielsen
118,00
Jákup Sørensen
66,20
FM í Bridge:
Fyrstu UEFA Stewards í Føroyum
Føroyameistarar í bridge 2019: Balle Mohr, Rói á Rógvi Joensen, Pól Egholm,
Allan Dal-Christiansen(liðskipari) og Eyðun Anthoniussen
Rannvá B. Andreasen úr KÍ
hevur givið avboð til venj
ingardystirnar móti Litava.
Í staðin hevur landsliðs
venjarin, John Petersen út
tikið Saritu Mariu Mittfoss
úr B36
Sum fyrireiking til kom
andi EM-undankapping hjá
kvinnum, sum byrjar í heyst,
fer føroyska A-landsliðið
seinni í vikuni til Litava, har
tveir venjingardystir eru á
skránni 7. og 9. apríl. John
Petersen, landsliðsvenjari,
hevur úttikið 20 spælarar
til dystirnar móti litavum,
men nú verður venjarin
noyddur at síggja burtur
frá Rannvá B. Andresen úr
KÍ.
Rannvá,
ið
higartil
hevur spælt 55 landsdystir
og skorað 26 fyri Føroyar,
hevur ein skaða at dragast
við, og verður tí ikki nóg
birg at spæla landsdystir
um eina stóra viku. Í staðin
hevur John Petersen sent
boð
eftir
Saritu
Mariu
Mittfoss úr B36. Sarita
Maria hevur verið partur
av landsliðnum áður, og er
í løtuni skrásett fyri tveir
A-landsdystir fyri Føroyar.
Fyrsti
dystur
hjá
føroyska
kvinnulandslið
num í EM-undankappingini
verður á heimavølli hósdag
in 29. august, tá Wales kem
ur á vitjan. Hini londini í
bólkinum eru Noreg, Hvíta
russland og Norðurírland.
Hópurin
Monika Biskopstø,
AaB Ålborg (DAN)
Birita Bergsdóttir
Nielsen, ÍF/Víkingur/B68
Birna T. Mikkelsen,
EBS/Skála
Lív F. Arge, Sundby (DAN)
Rakul V. Magnussen,
EBS/Skála
Heidi Sevdal, HB
Ásla Johannesen, FC
Nordsjælland (DAN)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sarita Maria
Mittfoss, B36
Olga Kristina Hansen, KÍ
Margunn Lindholm,
Sundby (DAN)
Jóna Nicolajsen, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Julia Naomi
Mortensen, HB
Ása á Reynatúgvu, HB
Rebekka Fjallsá
Benbakoura, HB
Sara Samson
Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard,
ÍF/Víkingur/B68
Nadja Dam
Johannesen, HB
Rebekka E. Danielsen,
Hinna FK (NOR)
Rannvá B. Andreasen
givið avboð
Boð eru eftir spælara úr B36 at
avloysa roynda KÍ-spælaran