Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39 Hesin sangur varð sung­in í Sør­vágs kirkju til minn­ ingar­haldið um Valdemar Simonsen. Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá. Tað síðsta versi: Tú fylgja mær vilt, tá ið slókna eg skal, tú gavst mær tað lyftið, tað styrkir meg væl so troystar­rík náði tín góð til mín røkk oh faðir tær verið lovprís og øll tøkk. Tann 17. apríl fór mín góði, trúgvi og nógv saknaði vinur Valde­mar Simonsen heim til sín Harra og Frelsara Jesus, sum hann frá ungdómsárum hevði tænt. Tað var ein, sum segði tað um vin sín, at hesin vinur hoyr­di til specialtropparnar hjá tí himmalska faðir okkara. Soleiðis kann eisini sigast um mín góða vin Valdemar. Hann hoyrdi til specialtropparnar hjá tí himmalska faðir okkara, ið hann tænti tá hann reisti runt og tók sær góða tíð at hjálpa tí einstaka til at fáa eitt møti við Jesus. Tað var hugvekjandi at hoyra Valdemar tosa um, tá ið hann kom til persónliga trúgv á tann Harra Jesus, hann seinni kom at tæna. Eftir at Valde­mar hevði lært til bakara og hevði arbeitt í Havn, har hann kom at baka hjá Andriasi í Køku­búðini, fekk hann sítt hug­skot at byrja sítt virksemi í Sør­vági. Í hesum lítla bakaríð í Sørvági fekk hann ofta vitjan av einum serligum persóni, ið minti hann á Jesus og hesin per­sónur æt Thomas Juul Ask­ham. Valdemar segði frá at hann var eitt sindur sintur inn á hendan persónin, tí hetta var ov persónligt fyri hann. Ein dagin Valdemar stend­ ur við tað stóra eltikarið og gjørdi rugbreyð, talaði Jesus til hansara og segði: Tú skalt vera eitt ílat, ið eg, Jesus, evni til at gera mat, ið hoyrir Himlinum til. Kona Valdemar, Oydis, gekk í missionshúsi, so tað var nærliggjandi hjá Valdemari at fara á møti saman við henni. Eitt kvøldið Valdemar sat uppi á loftinum á tí gamla missionshúsinium í Sør­vági, kallaði Jesus á Valde­ mar, har hann gjørdi tað sum Róm. 10. 9-10 sigur: Tí við hjartanum trýr ein til rættvísi og við munninum játtar ein til frelsu. Valdemar fortaldi víðari at tá streymaði gleðin inn í hansara sál og gav lív og gleði. Tann 16. Apríl 2018 um kvøldið ringdi eg niður á ríkissjúkrahúsið og tosaði við Valdemar. Eg segði við hann, at nú mátti hann koma heim og hjálpa Kjartani beiggja hans­ ara at baka. Valdemar svaraði mær aftur, at flúgvarin kem­ ur heim og hann flýgur frá Heyst­oynni og kemur yvir vatnið og lendur. Eg hugsaði, at nú var Valdemar ikki klárur. Næsta morgun ringdi Oydis og segði mær, at Valdemar var farin heim til Jesus. Tá kom eg at hugsa um tey síðstu orð, Valdemar segði við meg, at flúgvarin kom heim bert við likaminum, men sálin var farin heim til Jesus, sum tað stendur skrivað 2.kor. 5.8 farið burtur úr likaminum og verið heima hjá Harranum. Hetta er eitt ríkt minni, eg havi eftir mín góða og trúfasta vin. Vit hoyrdi Ingu prest so vakurt og so lívgevandi tosa í Sørvágs kirkju um akkerið, sum var fest í botnin og skipið lá trygt. Hon tosaði so livandi um, at manningin á skipinum tók ikki akkerið upp og diskuter­aðu teir um, akkerið helt. Nei akkerið er sambært hebr. 6. 18-19 teirri vón hava vit eins og trygt og fast akker sálar­innar, sum fer inn, inn um forhangið. Tað var hetta akkerið, sum Valde­mar hevði fest sál sína í og sum eisini mangan áminti meg, lat okkum ikki diskutera um akkerið, men líta á tað. Valdemar fór sína seinastu ferð úr Sørvágs kirkju og var hesin sangurin sungin sælasta vissa jesus er mín. Sein­asta versið ljóðar: Nú kann eg hvíla, sálin er glað, tí eg í trúnni klárt havi sæð, hjartað er tváað, goldin mín skuld, synd mín í havsins dýpi er huld. Valdemar nú ert tú komin um sýnina og ert komin til stað­in, tú tráðaði eftir. Vit møtast aftur í Himlinum. Heilsan tín samverka bróður í Harranum, Hjalgrim. Minningarorð um mín góða og trúgva vin Valdemar A. Simonsen fyrst og fremst