leygardagur 15. juli 2000síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 140 - 25. juli 2000
gult cyan magenta svart
Í vikuskiftinum fór fótbólt-
urin av álvara á rull í Dan-
mark. Øll liðini í bestu røð-
ini spældu uttan Herfølge
og AaB. Dysturin teirra
millum í Herfølge verður
ikki spældur fyrrenn í
annaðkvøld. Orsøkin er
tann, at AaB sunnudagin var
í Italia og spældi í Intertoto
Cup.
Mest óvæntaða úrslitið í
fyrsta
umfarinum
kom
longu leygardagin. Tá var
AGF í Brøndby. Í øllum
veddingarforsøgnum varð
roknað við, at heimaliðið
fór at vinna. Men tað var
felagið hjá Óla Johannesen,
sum fór við øll trimum
stigunum.
AGF vann 2–1. Tað er
sjálvandi hugaligt, men tað
ger tað eisini sera torført hjá
Óla Johannesen at stríða seg
á liðið. Leygardagin var tað
ikki pláss fyri føroyska
landsliðsmanninum í sek-
stan manna hópinum, sum
nýggi venjarin, Ove Christ-
ensen, hevði úttikið. Eftir
sigurin á útivølli ímóti fa-
vorittunum úr Brøndby,
kann tað ikki roknast við
øðrum, enn at venjarin velur
somu spælarar, tá Todi Jóns-
son og FCK sunnudagin
koma til Aarhus.
Todi fyrstur
Fyrstu løtuna var nýggja
liðið væl við, og trúføstu
áskoðararnir hjá FCK –
hesa ferð vóru teir 11.977 –
vóru fjáltursstungnir. Teirra
lið hevur so mangan lumpað
teir. Haderslev misnýtti tíð-
liga stóran møguleika, og
teir fingu eitt mál kolldømt
fyri fríspark, men sum tíðin
leið fekk heimaliðið gott tak
á, og so var eingin at stúra.
FCK sendi nýggja superligu
liðið aftur til Suðurjyllands
við 5–1 tapi. Gongdin síðsta
tíman var orsøk til, at sig-
urin var sannførandi. Ha-
derslev kendi seg trýst at
gera mistøk, og FCK menn-
inir vóru í góðum hýri.
Fyrrra umfarið var 37
minuttir gamalt, áðrenn
FCK fekk hol á. Fyrsti mál-
skjúttin hjá teimum í nýggja
kappingarárinum var Todi
Jónsson. Zuma spældi hann
leysan, og Todi sendi mál-
verjan burtur, áðrenn hann
trillaði bóltin í kassan og var
stórliga fagnaður.
Undan steðgin økti FCK,
og tá teir beinanvegin í 2.
Todi skoraði fyrsta málið
Superligan: FCK var sera sannførandi í fyrstu royndini, og Óli Johannesen
var ikki í hópinum hjá AGF
hálvleiki komu upp á 3–0
var alt avgjørt. Venjarin
spardi Toda síðsta korterið.
OB og Viborg spældu í
gjárkvøldið, og Herfølge og
AaB spæla í annaðkvøld. Tí
er kanska nakað tíðliga at
gera støðutalvuna upp, men
tað er rættuliga sannlíkt, at
FCK verður ovast eftir
fyrsta umfarið.
Nýggi
venjarin,
Roy
Hodgson, var væl nøgdur,
men hann misti ikki fóta-
festið:
– Eg rokni ikki við, at eg
kann siga nakað um ván-
irnar hjá liðnum at vinna
DM fyrrenn á jólum, var
tað, hann hevði at siga
svongu tíðindafólkunum.
Nýtt blóð
Fyrsta royndin hjá FC Midt-
jylland í bestu deildini var
framúr. Samansetta liðið av
Herning og Ikast hevði vit-
jan av Lyngby, sum varð
sent til hús við 4–0 tapi.
Øall málini vórðu skorað í
2. hálvleiki. Stóri maðurin
var Mogens Laursen, sum
eftir 20 minuttum í 2. hálv-
leiki gjørdi hattrikk.
Tað verður roknað við, at
19 ára gamli maðurin verð-
ur ikki gamal í donsku
kappingini.
Stórfeløgini
kring Europa eru farin at
vísa honum áhuga, og tað
er ikki so undarligt. Í fjør
var hann toppskjútti í næst-
bestu deildini. Tá umboðaði
hann Randers Freja og skor-
aði 22 mál. FC Midtjylland
keypti hann fyri 14 døgum
síðani. Tá var hann burtur í
summarfrí. Hann hevur bara
vant saman við liðfeløgu-
num í eina viku, og nú er
hann ivaleyst mest umrøddi
spælarin í Danmark.
AB hevði í Gladsaxe vit-
jan av Silkeborg. Um tvær
vikur skal B36 í Europa
Cup spæla ímóti AB á sama
vølli. Hesa ferð var heima-
liðið nógv greitt omaná
mest sum alla tíðina, men
tríggjar minuttir undan leik-
loki klossaðu teir tvey stig
burtur, tí tá javnaði Silke-
borg til 1–1.
JH
GÍ ferðalagið, sum hevur
verið í Danmark í eina
stóra viku, kom til hús
aftur í gjár. Teir hava vant
nógv, teir hava spælt
tríggjar dystir, og teir eru
væl nøgdir við ferðina.
Hvat gagn teir hava fingið
burturúr, fæst at síggja í
landskappingini. Annan
sunnudag skulu teir til
Sumbiar, og so eiga teir
B71 á heimavølli.
Umframt landskapp-
ingina hevur GÍ Europa
Cup at hugsa um. Teir
skulu spæla móti svenska
Norköping, sum er vin-
arbýur hjá Klaksvík.
Johan Nielsen plagar at
siga, at Europa Cup er eitt
eyka upplivilsi, men hann
hevur ongantíð roknað
við, at føroysk lið fara at
gera tær stóru skreytirnar
har.
Hetta skal tó ikki skil-
jast soleiðis, at GÍ ven-
jarin ikki leggur nógv í at
fyrireika seg til avbjóð-
ingina. Mikukvøldið í
síðstu viku var hann og
hugdi at landskappingar-
dysti millum Norköping
og Trelleborg. Úrslitið var
0–0.
Fyri seks árum síðani
var um reppið, at GÍ sendi
Trelleborg úr Europa
Cup. Men útskiftingarnar
í fótbóltinum eru nógvar,
og tað gongur skjótt. Av
teimum, sum mikukvøl-
dið mannaðu liðið hjá
Trelleborg, var eingin við
í 1994. Einasti maður,
sum GÍ venjarin bar ken-
slu á, var liðleiðarin.
Helgi skaddur
Fyri vánirnar hjá GÍ í
landskappingini og í Eu-
ropa Cup er tað komið illa
við, at Helgi Lamhauge
Petersen ikki fær spælt.
Hesar mánaðirnar, hann
hevur verið í GÍ, hevur
tað bara gingið rætta veg-
in, og fram móti summar-
steðginum var Helgi ein
tann týdningarmiklasti
spælarin hjá GÍ. Men so
fekk hann bruna í hæl-
sinuna. Tað var akkurát
so, at hann megnaði at
vera við í steypafinaluni,
har hann fekk reyða kort-
ið, men so bar ikki til
meiri.
Helgi var við í Dan-
mark, men hann fekk ikki
vant, og tað verður ikki
roknað við honum nógvu
tey fyrstu umførini í
landskappingini, og tískil
verður hann heldur ikki
við í Europa Cup.
Nýggja verju
Danski Martin Thomsen
fór niður aftur undan
summarsteðginum.
Tí
hevur verið neyðugt hjá
Johan Nielsen at finna
fram til eina nýggja verju.
Á Danmarkarferðini hev-
ur Bartal Eliasen verið
aftastur, og frammanfyri
hann hava verið Poul
Ennigarð, sum nú er kom-
in heim aftur eftir skúla-
gongd í Danmark, og so
Leivur Hansen, sum hev-
ur staðið seg so væl, at
hann tykist vera vorðin
fastur maður á liðnum.
Jóan Petur Olsen hevur
verið nógv skaddur undan
summarsteðginum. Hann
vandi í Danmark, og hann
var við í tveimum av dyst-
unum. Hann tykist vera
komin so mikið fyri seg,
at hann verður førur fyri
at røkja miðvallarpláss
eftir summarsteðgin.
Dystirnir
GÍ spældi tríggjar dystir í
Danmark. Vit hava áður
skrivað, at teir taptu 3–1
móti 2. deildarliðnum
Holsterbro:
– Eitt púra óneyðugt
tap. Vit vóru á odda í
steðginum, vit høvdu
spælt væl, og vit kundu
havt verið frammanfyri
við bæði tveimum og
trimum málum. Fyrstu
tíggju minuttirnar av 2.
hálvleiki vóru vit orduliga
føroyskir, sum vit plaga
at siga. Teir fingu tvey
bílig mál, og so var liðugt.
Óli Hansen skoraði málið
hjá okkum.
Hetta sigur Pauli Jarn-
skor. Móti danmarksse-
riuliðnum hjá Lemvig
skoraði hann tvey mál. GÍ
vann 3–1. Pauli javnaði til
1–1 beinleiðis upp á
horna, og hann legði GÍ
framum við brotssparki.
Bartal Eliasen staðfesti
sigurin. Í hesum dystinum
hvíldu fleiri av føstu
monnunum. Allir skiftis-
spælararnir fingu møgu-
leikan frá fyrsta bríksli.
Ímóti danmarksseriu-
liðnum hjá Ikast vann GÍ
2–1. Hans Pauli Petersen
og Bartal Eliasen skoraðu
málini.
JH
Helgi fær
ikki spælt
Gøtumenn komu til hús aftur í
gjár, og teir eru væl nøgdir við
venjingarleguna í Lemvig
Líkt er til, at Todi í ár hevur sett ferð á frá fyrsta bríksli. Í øllum førum skeyt hann fyrsta málið hjá FCK í hesum
kappingarárinum, tá teir byrjaðu kappingina við at hølva uppflytararnar úr Haderslev heili 5-1