Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juli 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 140 - 25. juli 2000 gult cyan magenta svart Tað gongur ofta skjótt í fót- bólti. Í Herfølge hava teir undan kappingarbyrjan sagt, at teir ætla sær at halda upp á alt fólkið, inntil teir ikki longur eru við í Europa Cup, men nú hava teir mist ein týdningarmiklan spæl- ara, og tað eru møguleikar fyri, at teir ein av komandi døgunum fara at missa besta spælaran. Hjá 30 ára gamla mið- vallaranum, Jens Madsen, gjørdist gamli dreymurin at liva av at spæla fótbólt í útlandinum veruleiki fríggjadagin. Steven Lüstü var í fjør kosin besti spælarin í su- perliguni. Verjuálitið hjá Herfølge var í næstsíðstu viku í Onglandi og roynd- arvandi. Enn er ikki greitt, um talan verður um sátt- mála, men bæði Portsmouth og Ipswich eru áhugað í honum. Lógu sjóvarfallið av sær Týskvøldið í síðstu viku var Jens Madsen á Herfølge lið- num, sum tapti Super Cup ímóti Viborg. Mikudagin var hann í Grikkalandi og tingðist við umboð fyri Xanthi, sum fyrr í summar endaði á 11. plássi í bestu deildini, hósdagin segði hann farvæl við Jákup Mikkelsen og teir, og fríggjadagin fór hann til I- talia, har nýggja felagið fyrireikar seg til nýggja kappingarárið. Í Herfølge sita teir eftir við einari langari nøs og ongum pengum. Sáttmálin við Jens Madsen galt til 30. juni. Síðani tá hava teir ætl- að at gjørt nýggjan sáttmála, men sambært spælaranum, so hevur felagið verið tøv- andi. Nú var møguleiki at gera gamla dreymin um at spæla fótbólt í útlandinu til veruleika, og so fleyg frælsi fuglurin úr Herfølge. Fyri aðrar spælarar er nýggi møguleikin hjá Jens Mad- sen áminning um, at tað ber framvegis til at vinna nógv- ar pengar av fótbóltinum, sjálvt um fótbóltsaldurin kanska er farin at tyngja. Jens Madsen er einasti danski spælarin, sum hevur verið danskur meistari fimm ferðir við trimum ymiskum feløgum. Hann hevur verið við til at vinna DM tríggjar Herfølge missir gott fólk 30 ára gamli Jens Madsen fór í fríggjadagin í venjingarlegu við griska felagnum, sum hann nú skal umboða, og møguleiki er fyri, at ársins spælari verður seldur til Onglands ferðir við Brøndby, eina ferð við AaB og so vunnu hann og Jákup Mikkelsen DM við Herfølge fyrr í summar. Framtíðin Fríggjadagin var ikki greitt, um Steven Lüstü verður frammanfyri Jákup Mikkel- sen komandi kappingarár, ella um hann fer at spæla í Onglandi. Men tað er greitt, at um hann flytir, so fer Herfølge at fáa pengar fyri hann. Sambært formannin í Her- følge, Martin Juul, so er Portsmouth áhugað at rinda 5,5 milliónir krónur, og um talan verður um kappbjóð- ing við Ipswich, so kann hugsast, at upphæddin verð- ur uppaftur størri. Men pengarnir kunnu ikki so- leiðis beinanvegin tippa hol- ið í verjuni frammanfyri Já- kupi Mikkelsen. Teir skulu brúkast at finna ein nýggjan spælara, og um tað fer at bera til, áðrenn Herfølge fer at spæla í Europa Cup, er ein onnur søga. Í annaðkvøld fer Herfølge í fyrstu royndina at vinna stig í nýggja kappingarári- num. Tá skulu teir spæla á heimavølli ímóti AaB. Í donskum fjølmiðlum hevur undan kappingarbyrjan ver- ið gjørt ikki so lítið við at tippa um, hvussu liðini fara at standa seg. Tað plagar at vera soleið- is, at Herfølge verður tippað millum niðurflytararnar, og at tað verður roknað við, at Brøndby verður meistari. Serfrøðingarnir tykjast hava lært eitt sindur av síðsta kappingarári. Teir tippa Herfølge at enda mitt í røð- ini. Teir tippa aftur í ár Brøndby at vera mest upp- lagda evnið til meistara- skapin. At leiðin hjá Brønd- by ikki er púra bein móti meistaraskapinum, fekst fyrsta áminningin um longu leygardagin. Tá tapti Brønd- by á heimavølli ímóti AGF. JH Dreymurin um at gerast fulltíðar yrkisspælari í út- landinum er framvegis frammarlaga í huganum hjá nógvum føroyskum fótbóltsunglingum. Jákup í Stórustovu plagar at syrgja fyri, at føroyskir unglingar fáa høvi til so at siga at sýna seg fram. Nú eru tveir dreingir farnir av land- inum, og í hvussu so er annar teirra hevur longu víst heima á landi, at tað fótbóltsliga býr nógv í honum. Tað eru gøtumenninir Súni Olsen og Poul Henning Jacobsen, sum nú eru uttanlands í fót- bóltsørindum. Súni er longu fastur maður á besta GÍ liðnum, og Poul Henning hevur fleiri ferð- ir verið inni á liðnum. Tá hini í Gøtuferðalag- Tveir úr GÍ royna seg í Rosenborg So gott var lagið, tá undanfarna kappingarár endaði. Nú er tó líkt til, at andlitini hjá donsku meistarunum eru meira álvarsom. Ein nýggj kapping stendur fyri framman, og møguliga mugu teir í Herfølge vera fleiri týdningarmiklar leikarar fyri uttan í nýggja kappingarárinum num, sum hevur verið í Lemvig leygardagin fóru til Hirtshals og uppaftur við Norrønu, fóru ung- lingarnir við flogfari til Noregs, har málið var Tróndheim og stóra fót- bóltsfelagið Rosenborg. Í hesi vikuni venja teir báðir við Rosenborg. Teir venja á tí støðinum, har teir sleppa upp í part. Í komandi viku skulu teir spæla við unglingaliðnum hjá Rosenborg í Keyp- mannahavn. Teir skulu taka lut í stóru kappingini, sum Lyngby skipar fyri á hvørjum ári. Súni og Poul Henning koma aftur til Føroya annan leygardag, og so fara teir beinleiðis til Sumbiar at spæla lands- kappingardyst saman við hinum liðfeløgunum. JH Tað hevur tær síðstu vik- urnar verið upp á tal, at GÍ miðverjin Bartal E- liasen skuldi fara til Ís- lands at hjálpa Leiftri. Jens Martin Knudsen hevur hildið, at tað hevur verið nakað tunnligt frammanfyri hann í ver- juni. Tí hevur hann ætlað at fingið ein nýggjan og royndan miðverja til Ó- lafsfirðar. Jens Martin kennir væl Bartal Eliasen, sum hevur sáttmála við GÍ. Partarnir hava tosað saman, og í síðstu viku var um reppið, at tað var komið har til, at Bartal skuldi fara bein- leiðis til Íslands og tískil ikki skuldi koma aftur til Føroya saman við hinum GÍ spælarunum. Men tað spurdist einki burturúr, og nú eru ætlanirnar lagdar á hillina. Vánaliga úrslitið hjá Leiftri móti Fylkir sunnu- kvøldið bendir á, at tað hevði havt komið væl við, um teir høvdu havt ein eyka miðverja á liðnum. Vit skilja á lagnum, at ætlanin hevur ongantíð verið, at Bartal skuldi Bartal tosar við Leiftur skriva langtíðar sáttmála við Leiftur. Ætlanin var, at hann skuldi hjálpa teimum í summarsteðg- inum í føroysku kapping- ini. Bartal hevur gingið tvey ár á læraraskúlanum. Hann hevur ikki avskriv- að møguleikan at spæla fótbólt í útlandinum, men hann er sinnaður at gera seg lidnan a læraraskúl- anum, áðrenn tað fer at koma upp á tal at royna fótbóltseydnuna uttan- lands. Bartal spældi tveir landsdystir í 1997. Í ár hevur Allan Simonsen ikki havt boð eftir honum. Avrikini á ferðini í Dan- mark í síðstu viku sigast at hava verið sannførandi. At Bartal eisini skoraði tvey mál hevur ikki tikið burtur av sjálvsálitinum. Fleiri av miðverjunum á landsliðnum hava lítla dystarvenjing, og tí man tað ikki vera heilt ómøg- uligt, at landsliðsvenjarin aftur fer at fáa hug á GÍ miðverjanum. JH Súni Olsen og Poul Henning Ja- cobsen vera í komandi viku á ung- lingaliðnum hjá Rosenborg, sum skal taka lut í kapping í Lyngby