Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2019síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39 Tað hendir nógv í Fugla­ fjarðar kommunu. Samstundis, sum bygg­ingin av nýggjum ítróttar­húsi júst er farin í gongd, og arbeitt verður við útstykkingum bæði á Kambsdali og við Bøveg í Fuglafirði, er mest sum alt betongarbeiðið í stóru skúlaverkætlanini eisini liðugt. Heildarverk, sum hava gjørt jørð-og lendis­ar­ beið­ið og tað allar mesta av betong­arbeiðnum, eru nú farn­ir í holt við at bygg­ja nýggja ítróttar­ hús­ið í Fløtugerði. Tríggar fyritøkur Tað er byggifyritøkan MT Højgaard, sum hev­ ur fingið timbur-og snikkaraarbeiðið í skúla­ num, Victor á Lakjuni fer at taka sær av HVS- arbeiðnum, og tað verður el-fyritøkan Elcon, sum fer at gera ðel-arbeiðið. Arbeiðini, sum nú skulu gerast, vórðu boðin út í trimum fak­enter­pris­ um, sum tað verður rópt. - Vit eru sera væl nøgd við tað arbeiðið, sum Heildarverk hava gjørt. Teir byrjaðu at stoypa í januar mánaði í fjør, og hetta arbeiðið hevur eftir okkara tykki gingið bæði skjótt og væl. Sonni á Horni, borgar­ stjóri í Fuglafjarðar kom­ mu­nu, vísir á, at meðan Heildarverk hava gjørt betongarbeiðið, hevur verið arbeitt við út­boð­ num av restini, og vit halda, at hetta hevur rigg­ að óføra væl. - Kostnaðarmetingin var frá byrjan 101 miljónir krónur fyri skúlan, men vit hava so valt at gera nøkur ting aftrat. Nýggja fýrrúmið við nýggjum ketli og leiðingum var ikki við í upprunaligu ætlanini, og vit hava eisini valt at skifta takið í verandi skúla, eins og svimjihøllin fær ventila­ tión. Borgarstjórin sigur, at hóast hesi arbeiði eru komin aftrat, er kost­ naðar­metingin av øllum í dag 103 miljónir krónur. Tá skúlaverkætlanin í Fuglafirði byrjaði, varð 1936-skúlin rivin niður, og tað er 1964-skúlin, sum fær nýtt tak. Góðar umstøður Skúlaverkætlanin í Fuglafirði er í tveimum byggi­stigum, og tað er 1. byggistig, sum nú er í gongd. Í øðrum byggistigi skal allur skúlin umframt svimji­høllin dagførast innan. Sonni á Horni sigur, at í nýggju ítróttar­ høllini, sum er partur av 1. byggistigi í skúla­verk­ ætlanini, verða áskoðara­ pláss, og her verða sera góðar umstøður til ymiskan ítrótt og kapp­ ingar. - Sambært ætlanini skal nýggi parturin av skúlanum takast í brúk beint eftir summar­frí­tíð­ ina á heyst í 2020 – ella um einar 16 mánaðir, sigur borgarstjórin í Fugla­fjarðar kommunu. vilmund@sosialurin.fo GONGUR VÆL VIÐ SKÚLA- VERKÆTLAN Í FUGLAFIRÐI - Meðan Heildarverk hava gjørt betongarbeiðið í stóru skúlaverkætlanini, hevur verið arbeitt við útboðnum av restini, og vit halda, at hetta hevur riggað óføra væl, sigur borgarstjórin Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen FUGLAFJØRÐUR Skúlaverkætlanin í Fuglafirði er í tveimum byggistigum, og tað er 1. byggistig, sum nú er í gongd. Í øðrum byggistigi skal allur skúlin umframt svimjihøllin dagførast innan