týsdagur 2. apríl 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var um hálvan mars í
ár, at JHR entreprenørar
fóru undir grevstur á
Kambsdali fyri Fugla
fjarðar kommunu.
Í fyrstu syfti verður
grivið
verður
út
og
planerað fyri átta grund
stykkjum, sum kommun
an fer at selja.
Men, vísir tað seg, at
hesi átta grundstykkini
verða umbiðin og seld
skjótt, er ætlanin at grava
út og planera fyri átta
grundstykkjum á Kambs
dali aftrat.
Tað
merkir,
at
16
grundstykki
kunnu
gerast tøk á Kambsdali
innan lutfalsliga stutta
tíð.
- Jú, vit hugsa um
at gera tey seinnu átta
grundstykkini
byggi
búgvin beinanvegin, um
vit skjótt sleppa av við
hesi fyrstu átta, sigur
Sonni á Horni, borgar
stjóri
í
Fuglafjarðar
kommunu.
Fólk vísa áhuga
Nú kommunan setti ar
beiðið á Kambsdali í
gongd, vísir tað seg, at
fleiri hava víst áhuga
fyri at seta búgv her, og
borgarstjórin er spentur
eftir
at
vita,
hvussu
gongdin verður frameftir.
- Vit hava eisini 12
grundstykki við Bøveg
í Fuglafirði, sum somu
entreprenørar gera byggi
búgvin fyri kommununa,
sjey
grundstykki
eru
oman fyri vegin og fimm
eru undir vegnum.
Borgarstjórin sigur, at
áhugi er eisini fyri grund
stykkjunum við Bøveg og
av teimum fimm, sum eru
undir vegnum, er nú bara
eitt eftir, sum ikki er um
biðið.
- Okkurt grundstykki
oman fyri vegin er eisini
umbiðið, men her eru
fleiri eftir, tó at vit javnan
fáa fyrispurningar um
grundstykkini við Bøveg.
Sonni á Horni vísir á,
at umframt kommunalu
útstykkingarnar, ávika
vist á Kambsdali og í
Fuglafirði, er eisini privat
ur, sum arbeiðir við at
byggja hús í kommununi.
- Soleiðis verður eitt
grundstykki
í
løtuni
grivið út á Kambsdali,
sum liggur beint oman
fyri
tey
kommunalu
grundstykkini, sum nú
verða gjørd klár, sigur
hann.
Bíligari planering
Sonni á Horni ivast onga
løtu í, at tað er ein góð
loysn fyri tey, sum ætla
sær at byggja, at komm
unan
syrgir
fyri
út
grevstri og planering.
- Onkur hevði ivaleyst
havt møguleikar at gjørt
eitt slíkt arbeiði fyri ein
líkinda kostnað, men vit
mugu rokna við, at tað
verður væl bíligari, tá
øll grundstykkini verða
grivin út og planerað
undir
einum,
sigur
borgarstjórin, sum sjálvur
setti fyrsta grabban í, tá
fyrstu fløgini vórðu loyst
í nýggju útstykkingini á
Kambsdali hin 15. mars í
ár.
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
Ítróttarhús fær
stóran týdning
fyri Fuglafjørð
GERA NÚ 20
GRUNDSTYKKI
BYGGIBÚGVIN
- Vit hugsa okkum eitt nú at bjóða
eldrarøktini fitnesshølini, sum
verða í nýggja ítróttarhúsinum,
til venjingar fyrrapart á
degnum, sigur borgarstjórin
Nú skal nýtt ítróttarhús
byggjast í Fuglafirði.
Sáttmáli er undirskriv
aður
millum
Fugla
fjarðar kommunu og
byggifyritøkuna, Heild
arverk.
Tíðarætlanin fyri av
talaða partin av bygg
ingini er sett til hin 1.
apríl í 2020. Tað merk
ir, at niðasta hæddin í
húsinum, sum annars
verður í trimum hædd
um, verður klár at taka í
nýtslu og kemur at lúka
øll krøv í samband við
heimadystir hjá ÍF frá
kappingarárinum 2020
at rokna.
Tvey byggistig
Samlaða byggiverkæt
lanin er í tveimum stig
um, harav 1. byggistig
fevnir um inniloking av
øllum húsinum, eins og
niðasta hæddin verður
gjørd klár at taka í nýts
lu um eitt ár.
Undirskrivaði arbeiðs
takarasáttmálin er á stív
liga 13,9 miljónir krónur,
umframt
partin
hjá
kommununi av meir
virðisgjaldinum á 6,25
prosent. Hetta svarar
til stívliga 871,2 krónur –
ella stívliga 14,8 miljónir
krónur tilsamans.
Sokkulin stoyptur
Sonni á Horni, borgar
stjóri
í
Fuglafjarðar
kommunu,
sigur,
at
sokkulin er stoyptur,
og hann væntar, at um
ikki so langa tíð fer tað
rættiliga at síggjast, at
byggingin av nýggja
ítróttarhúsinum er í
gongd.
Tá gamla húsið varð
rivið niður í 2017, varð
alt jørðarbeiðið til nýgg
ja húsið gjørt.
- Vit gjørdu arbeiðið
fram við vøllinum í 2013,
soleiðis at økið stendur
mát við galdandi reglur,
og í 2014 løgdu vit nýtt
graslíki á vøllin. Ljósini,
sum eru við vøllin í dag,
lúka ikki tey krøv, sum
FSF og UEFA seta. So,
nú verður eisini arbeitt
við at fáa nýggj ljós til
fótbóltsvøllin,
sigur
borgarstjórin.
Tey eldru til fitness
Sonni á Horni vísir á,
at í miðhæddini í ítrótt
arhúsunum verður fit
nessrúm, sum ætlan
in er eisini skal kunna
brúkast av almenningi
num í kommununi.
- Vit hugsa okkum eitt
nú at bjóða eldrarøktini
fitnesshølini til venj
ingar fyrrapart á degn
um. Hesi hølini verða
líka sum mitt í mið
hæddini
við
góðum
útsýni yvir fótbólts
vøllin.
Borgarstjórin heldur
fyri, at neyðugt verður
ikki hjá fólki í Fugla
fjarðar kommunu at
rinda stórt gjald fyri
at brúka fitnesshølini
og tey avboð, sum har
verða.
- Tá hølini eru liðug,
hava fólk í kommununi
longu goldið húsið eina
ferð, og eg dugi ikki at
síggja, hví vit skuldu
lagt ov stór gjøld á fyri
at brúka hølini, sum øll
í kommununi eiga og tá
hava goldið fyri, sigur
hann.
Stóran týdning
Sonni á Horni sigur, at
tá tann tíðin kemur, at
fitnesshølini
standa
liðug, verður neyðugt at
samskipa, hvussu hølini
skulu brúkast, og nær
hvør skal brúka tey.
- Men, tað finna vit út
av til ta tíð, leggur hann
aftrat.
Borgarstjórin
ivast
onga løtu í, at ítróttar
húsið kemur at fáa stór
an týdning fyri trivnað
in í Fuglafirði.
- Tey eru so mong,
sum hava eitt hvørt við
ítróttarfelagið at gera,
og eg merki longu nú, at
fólk eru ógvuliga spent
upp á nýggja húsið í
Fløtugerði, sigur Sonni
á Horni.
Tað er ein góð loysn fyri tey, sum
ætla sær at byggja, at kommunan
syrgir fyri útgrevstri og planering
FUGLAFJØRÐUR
Tað er borgarstjórin sjálvur, Sonni á Horni, sum her grevur fyrstu fløgini omanav á Kambsdali
Fyribils verða átta grundstykki gjørd byggibúgvin
á Kambsdali og 12 við Bøveg (mynd) í Fuglafirði