Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TVEY ÁR Á RAÐ VIÐ FLEIRI ENN TÚSUND SKIPUM Á FUGLAFIRÐI Fuglafjarðar havn hevur langan bryggju­ kant, men hóast hetta, er djúp­ havn­in ov lítil til alt tað virk­ sem­ið, sum er við havna­lagið Tað eru bert fá ár síðan, at bryggjukanturin norður úr Pelagos-bryggjuni í Fugla­firði varð longdur við 60 metrum inn í krók­ in, har pierurin - ella út­ fyll­ingin - stingur út nið­ an fyri Havsbrún. Frammanfyri upp­ sjóvar­virkið Pelagos og olju­goymsluna longur úti á Fuglafirði er eisini lang­ ur bryggjukantur. Haraftrat er long bryggja allan vegin inn­an fyri Havsbrún, Havnar­skrivstovuna og frammanfyri gamla Vóna­virkið. Men, alt hetta er ikki nóg mikið til tað virksemi, sum er í Fuglafirði. Tað er bara, tá skipini ikki eru ov stór, at tað ber til at bunkra, landa og avskipa í senn á Fugla­ firði. Rólant Højsted, havnar­ meistari, sigur, at tað er eitt ynski, at bryggjukanturin verður bygdur longur út eftir fjørði­num – ella norður eftir, sum tey siga í Fugla­firði. - Ein slík ætlan hev­ur verið til umrøðu, har einir 80 metrar av at­løgu­síðu verða bygdir aftrat, men sum eg havi skilt, fyri­ liggur eingin tíðar­ætlan. Havnarmeistarin vísir á, at ein slík útbygging hevði verið rættiliga muna­góð, men hon liggur helst nakað frammi í tíð­ ini. Sonni á Horni, borgar­ stjóri í Fuglafjarðar kommu­nu, váttar, at hesar ætlanir hava verið uppi og vent í kommununi, men enn fyri­liggur eingin tíðar­ ætl­an. Tvey ár á rað hevur skipa­ talið, sum komið og farið er av Fuglafirði í eitt ár – árini 2017 og 2018 – verið omanfyri 1000. Hetta talið hevur líka sum verður tópt tað “magiska” talið, tí árini undan var bara spurningur um tíð, nær talið 1000 fór at verða rokkið. Hetta hendi so fyrstu ferð nakrantíð í 2017, tá Høga­berg í desember mánaði hetta árið kom á Fuglafjørð sum nummar 1000. Í 2017 fór talið eisini væl yvir 1000, tí áðrenn árið var runnið, høvdu ikki færri enn 1051 skip verið á Fuglafirði. Rólant Højsted, havnar­meistari, sigur, at í 2018 var talið av skipum, sum komu og fóru, 1006. - Men, tað vísir seg sam­stundis, at skipini gerast størri og størri, tí hóast 45 skip fleiri vóru í 2017 enn í 2018, so var bruttotonsatalið á hes­ um skipum kortini størri í 2018. Talan var nevni­liga um ein mun á brutto­ tonsa­talinum á eini 8.000- 10.000 tons, sigur hann. Gongdin hin sama Havnarmeistarin vísir á, at gongdin higartil í ár líkist gongdini í fjør og fyrra­ári. - Fyrstu tríggjar mán­ aðir­nar í ár hava vit havt 248 skip á Fuglafirði, og tað eru kanska eini tíggju skip fleiri enn somu tíð í fjør. Samlaða bruttotonsatalið hjá teimum skipum, sum hava verið á Fuglafirði í ár, er 683.000, sum er eini 5.000-6.000 tons meira enn somu tíð í fjør. Rólant Højsted held­ ur, at ein osøkin til, at brutto­tonsatalið veksur, er, at fleiri stór skip koma á Fuglafjørð at bunkra nú enn áður, og haraftrat hevur meira verið av­skip­ að um bryggju­kant­in, og í báð­um førum er talan gjarna um stór skip. - Tað er ikki upp­ sjóvarskipini, sum koma á Fuglafjørð at landa og eftir útgerð, ið eru vorðin størri, tí hetta eru í høvuðs­heitum somu skip, sum eisini eru komin higar undanfarin ár, sigur havnarmeistarin. - Tað vísir seg, at skipini gerast størri og størri, sigur havnarmeistarin, Rólant Højsted Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen FUGLAFJØRÐUR - Tað er bara, tá skipini ikki eru ov stór, at tað ber til at bunkra, landa og avskipa í senn á Fuglafirði, sigur havnarmeistarin, Rólant Højsted Á Havnarskrivstovuni í Fuglafirði skal manningin avgreiða og umsita stívliga 1000 skipavitjanir um árið Ætla at leingja djúphavnina norðureftir