hósdagur 4. apríl 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sosialurin spyr á Instagram:
Higartil í ár er talið
av skrásettum el-
persónbilum í Føroyum
vaksið við góðum 23
prosentum. í dag eru 122
el-persónbilar í Føroyum,
og tilsamans 134 elrikin
akfør
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er
mánaðarliga brúkaratalið
á orðabókunum hjá
Sprotanum farið upp um
50.000. 50.545 brúkarar
brúktu Sprotan í mars
Komandi ár skal nýggj
føroysk veðurtænastuna
mennast, og ætlanin er at
seta Veðurstovu Føroya á
stovn
FIFA hevur kunngjørt
nýggjasta styrkilistan, og
føroyska fótbóltslandsliðið
gongur heili fimm pláss
aftur. Vit eru nú nummar
102
Bretskur meiriluti
atkvøður fyri uppskoti um
at arbeiða fyri, at eitt »no
deal« brexit skal forðast
við lóg. Tí vilja Labour
og tey Konservativu
samstarva fyri at finna
eina loysn
Nú skal eitt nýtt sambýli
byggjast í Havn til fólk
við menningartarni og
fjølbrekið. Heimið á
Eirargarði verður liðugt í
2022
Kannabis
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Ítróttasamband Føroya
fylti 80 ár hósdagin
80
Framtakið skipaði fyri pallborðskjaki
og fyrilestri um medisinskt
kannabis, kannabis sum heilivág og
avkriminalisering av kannabis. Millum
luttakararnar var Cannabis Danmark,
sum hevur verið í Føroyum og hildið
fyrilestrar um ágóðarnar av kannabis.
Spurningurin um møguleikan
at innføra royndarætlan við
kannabisheilivági eins og í Danmark
hevur verið frammi hesa vikuna
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
"1. apríl er einasti
dagur í árinum, at
fólk seta spurnartekin
við tey tíðindi, tey lesa
og hoyra"
Skal tað vera
øllum frítt
at ganga í
haganum?
Andøvsgul upp í ein strúk av
landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum
minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til
10 m/s. Yvirhøvur turt, men nakrir
sólglottar at hóma. Hitin millum 6 og
8 stig. Um náttina skýggja og 5 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13
m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað.
Hitin um dagin um 5 stig, um
náttina millum 2 og 5 stig.
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi,
5 til 10 m/s, sum um kvøldið veksur
í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13
m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt
æli. Hitin alt samdøgrið um 5 stig.
8-13 m/s
8-13 m/s
Sumt kann ganga skjótt fyri seg í
Føroyum, meðan annað tekur so langa
tíð, at tað ikki fær nakran endda..
Strandferðslan og ruturnar hjá
henni eru altíð eitt gott kjakevni og
fær allar politikarar til at hava eina
meining. Slíkt fær ofta mál at draga
út og eisini at detta niður fyri.
Soleiðis er ikki við siglingini
millum
Hest
og
Gomlurætt.
Nýggi
landsstýrismaðurin
við
samferðslumálum gav bert boð um at
keypa ein bát – kanska ikki tann besta
– og so var málið loyst,
Hestfólk hava fingið eittt fínt
samband við meginøkið.
So lætt kann tað ordnast.
Ája!
Annað tekur drúgva tíð – eisini á
økinum hjá sama landsstýrismanni.
Í Skálafirði gongur ein landsvegur
beint gjøgnum bygdina – beint undir
køksvindeyganum hjá onkrum húsum.
Í áravís hevur ætlanin verið at
flutt hendan vegin, so at hann gonur
uttanum bygdina, men tað hevur
politiska skipanin ikki megnað. Nú
Eysturoyartunnilin letur ujpp, verður
munandi meira trýst lagt á hendan
smala bygdavegin, sum fer gjøgnum
bygdina.
Hava politikararnir so eina loysn?
Nei – har er onki gjørt og hetta er
ikki haldbart fyri tey, sum búgva í
Skálafirði.
Eg veit væl ,onkur fer at siga, at
hetta stendur í einari íløguætlan, men
tað er for seint. Ferðslan kemur har
heilt skjótt.
Fasktisk er tað ein samfelagslig gøla,
at hetta mál ikki er loyst fyri langt
síðani.
Ája!
Ein
veljarakanning
var
almannakunngjørd hesa vikuna. Slíkar
eru sjálvandi altíð spennandi at lesa,
men tær geva sjáldan svar uppá nakað.
Hjá okkum er tað so tætt millum
núsitandi samgongu og andstøðu,
at flytingin av einum tinglimi kann
broyta javnvágina og tá ið so vit
eisini hava fleiri smáar flokkar, so
ger tað óvissuna í slíkum kanningum
rættuliga stóra.
Kanningin hesaferð vísti, at
javnvágin koppar, so andstøðan fær
17 tinglimir av 33 og samgongan 16,
men alt er innan marginalarnar fyri
óvissuni í slíkum kanningum.
Ája!
Eitt mál, sum hevur tikið seg
upp í kjalarvørrinum av nógvu
ferðafólkunum, sum koma higar, er
rætturin at ferðast í haganum.
Eitt felag er stovnað, sum skal
arbeiða fyri, at øll sleppa í hagan at
ganga, men samstundis so verður eisini
tosað um at seta treytir við, tá ið fólk
– serliga í flokkum – fara í hagan, sum
annars verður brúktur.
Hetta er eitt mál, sum skal loysast.
Sjálvandi eiga vit føroyingar at sleppa
í hagan at ganga, men tað er eisini væl
skiljandi, at tey sum annars eiga og
brúka hagan, vilja hava, at hetta hendir
undir skipaðum viðurskiftum.
Tað er eisini órímiligt, at
feerðaskrivstovur í Evropa
kunnu taka pengar fyri
at fólk sleppa í hagan í
Føroyum at ganga, uttran
at tey, sum eiga ella hava
hagan fáa eitt einasta oyra
fyri tað.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Sprotin DK-FØ:
Kannabis
1 (plfr.) indiskur hampur(Canabis)
2 kannabis (hasj, marijuana)
Visti tú?
Fyrrverandi væl
umtókti danski for
sætisráðharrin Poul
Schlüter fylti 90 ár
mikudagin
8-13 m/s