Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019 SOSIALURIN 40 5 Loyvi til elframleiðslu úr vindorku LÝSING EFTIR UMSØKJARUM TIL: Sambært § 5 stk. 3 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hevur móttikið umsókn um loyvi til elframleiðslu úr vindorku. Umsøkjarin hevur søkt um loyvi at seta upp 6 vindmyllur á 3 MW svarandi til ein samlaðan mátt á 18 MW, staðsettar á økinum við Gellingarklett í Hoyvíkshaga í Suðurstreymoy. Áhugað kunnu søkja um sama loyvi, 18 MW, eftir nærri ásettum treytum, sí niðanfyri. Treytir fyri at kunna søkja Tá ið søkt verður um loyvi, sambært omanfyri nevnda, er neyðugt, at umsøkjarin kann vísa á eitt øki (við váttan frá jarðaeigara), har vindmyllurnar kunnu staðsetast, og eisini skal umsøkjarin kunna útvega onnur neyðug loyvi, eitt nú loyvi frá náttúrufriðingarmyndugleikum og loyvi frá viðkomandi kommunu. Eisini skulu umhvørvisárinsmetingar gerast sambært § 16 í elveitingarlógini, og hesar skulu góðkennast av Umhvørvisstovuni. Vindviðurskiftini á staðnum skulu verða væl lýst, t.d. við vindmátingum helst fyri 1 ár, ella við øðrum upplýsingum, sum kunnu javnmetast við vindmátingar. Harumframt er tað ein treyt, at viðkomandi umsøkjari kann vísa á neyðugan tekniskan førleika og harundir møguligar royndir innan elveiting, og umsøkjarin skal hava váttan frá peningastovni um tøka fígging til ætlanina. Umsóknarblað og nærri upplýsingar Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Ara Johanneson á Orku á Umhvørvisstovuni, at fáa umsóknarblað og nærri kunning um nevndu treytir og aðrar treytir fyri at kunna søkja. Freist at søkja Seinasta freist at senda inn umsókn um loyvi er 14. juni 2019 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvisstovan, Traðargøta 38, Postboks 2048, 165 Argir Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Ragnar Ludvig, Haraldssund. Eg eri stoltur av at Miðflokkurin hevur hildið fast við politisku grundsjónarmið síni Góð samfelagsvirði verða mangan lýst í breiðum politiskum orðingum. Men fyritreytirnar fyri góðum stevnumiðum er ein virðiligur gróðrarbotnur. Og vegurin frá hugmyndafrøði til verulig avrik krevur fólkaræðisligt gjøgnumbrot, ið fevnir um tey góðu virðini, sum eru til gagns fyri alt fólki. Okkara stjórnarskipan umboðar fólkavald, sum stýra og ávirka samfelagsgongdina. Hin góða leiðin krevur ásetan, deiling og menning av øllum virðunum í samfelagnum á ein rættan, javnan og skynsaman hátt. Góð stevnumið verða skapt við atliti at eini realistiskari heildarfatan og umhugsni fyri veruleikanum. Við tí grundarlagnum ber til at fremja siðiligan politikk við vælviljandi hugburði til samskipaðan felagsskap og samstarv. Tástani verður politikkur eitt sunt og virkið amboð, ið smíðar virðiligar, skilagóðar og støðugar loysnir. Á tann hátt verða týdningarmikil politisk mál rokkin, ið eru til uppbygging fyri alt samfelagi, har fólkalig vælferð og sunn lívsvirði verða framd í verki, ið gagna samfelagnum best. Tann uppgávan krevur fólkavaldar politikarar við hjarta og prinsippum – eisini tá ósemjur stinga seg upp. Eitt av aðalkrøvunum til stavnhaldið í politikki er eitt vaki eyga, ið eygleiðir gongdina í málum frá byrjan til enda. Slíkt krevur skilagóða kortlegging samsvarandi endamálsorðing og tilhoyrandi stevnumiðum, soleiðis at føroyingar kunnu liva við politiskum avgerðum framyvir. Tí er umráðandi, at virðisgrundarlagið í førda politikkinum hongur saman við politiskum lyftum, orðingum og stevnumiðum, soleiðis at góðu virðini kunnu spretta fram. Eg eri stoltur av at Miðflokkurin hevur hildið fast við politisku grundsjónarmið síni. Tey hava skapt ein góðan integritet, sum við tíðini er blivin sermerki hjá flokkinum. Tað er alment viðurkent og púra náttúruligt, at tey kristiligu virðini hjá Miðflokkinum virka sum ein undirskiltur partur í politiska innihaldinum hjá flokkinum, sum allir føroyingar kenna seg aftur í. Eg havi altíð valt Miðflokkin. Men hesa ferð havi eg eisini tikið tað avgerð, at vísa ábyrgd við at stilla upp fyri Miðflokkin til komandi løgtingsval. Men hvør tað verður sum kemur í Løgtingi liggur í hondunum á veljaranum. Løgtingið hevur altíð tørv á vísdómi til at fremja sømiligan og haldgóðan politikk. Lyklaorðini, ið kunnu halda øllum samfelagnum uppi, eru skynsemi, hjartalag og alt ráð Guds. www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Vangamynd