Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019 SOSIALURIN 40 6 HALLUR AV RANA T að eru nýggjar tíðir fyri framman í Sjálv­ stýri. Maðurin sum meira enn nakar annar hevur verið ímyndin av flokki­ num síðan aldarskiftið, Kári P. Høj­gaard, kunngjørdi á lands­ fundi­num hjá flokkinum farna viku­skifti, at hann verður ikki millum nøvnini á vallistanum hjá flokkinum til komandi løg­ tings­val. Harvið er síðsta kapittul skriv­ aður í 18 ára langa skeiðinum hjá Kára P. Højgaard á tingi, ið byrjaði á sumri 2001, tá hann tók fast sæti á tingi, aftaná at Helena Dam á Neystabø meldaði seg úr flokkinum, og Sámal Petur í Grund tók við hennara sessi í heilsu- og almannamálaráðnum. Sum eitt húsfólk Kári P. Højgaard varð borin í heim 21. juli 1951 á Strondum, men tað var á Glyvrum at hann vaks upp og gekk í skúla. Eftir at hann fekk realprógv í 1968 gekk leiðin sum hjá nógvum øðrum ung­um dreingjum tá á døgum til skips, og tey næstu trý árini sigldi hann millum annað við saltfiskatrolara í Grønland og var á rækjuveiðu við Oknini. Í 1971 fekk hann ein møguleika á landi, ið hann ikki fekk seg at siga nei takk til. Postútberingin bleiv um hetta mundi umskipað og tørvur á einum nýggju post­ boði í Eysturoynni. Tað var eitt starv, ið hann frammanundan kendi væl til, tí frá tí sum skúla­ drongur gekk hann við posti á Glyvrum og Saltangará. Nýggja starvið sum postboð fevndi fyrstu árini um bygdirnar Lamba, Skálafjørður, Hellurnar og Oyndarfjørður. Seinni bleiv rutan umløgd, so at Lamba fór undir eitt annað øki, men fekk Kári P. Højgaard í staðin bygdirnar undir Gøtueiði og Skipanes aftrat sínari føstu rutu. Kári P. Højgaard røkti hetta starv­ið í 30 ár og er tað ongin loyna, at honum dámdi væl starvið, ið hann røkti áðrenn hann bleiv landspolitikari. - Mær dámdi tað serdeilis væl. Eg gekk við posti seks ferðir um vikuna, so eg kom inn í hvørt einasta hús við posti. Tað var ein fantastiskt tíð og man bleiv væl móttikin allastaðni. Man var sum eitt húsfólk og tað er ein tíð, sum eg minnist aftur á við gleði, greiðir hann frá, og leggur afturat, at sum postboð bleiv man eisini partur av lokala bygda­samfelagnum og luttók í tí lívi, ið var á teimum plássunum. Hóast tað eru 18 ár síðan, at hann gavst sum postboð, so eru tað enn tey flestu, ið vita hvat hansara borgarliga starv var áðrenn hann gjørdist løg­tings­ maður. Orsøkin er, at hann á mannamunni er kendur sum Kári Post. Eitt navn sum løg­ tings­fólk, tíðindafólk og onnur mangan hava brúkt av misgáum, tá tey hava tosað við hann. Men sjálvur hevur hann ikki ampa av tí. - Tað er eitt kelinavn og tað er púra natúrligt, at navnið er knýtt at tí virkseminum, ið man hevur havt. Eg havi verið kallaður tað so langt aftur sum eg minnist og stavar tað frá tíðini, tá eg gekk við posti sum skúladrongur. Eg eiti Kári Páll, men tað eru nógv, ið halda at p stendur fyri Post, tí tað verður so nógv brúkt. Nú er tað eitt sindur longri ímillum, at eg hoyri tað, tí tey ungu kenna meg ikki sum postboð, men millum eldra ættarliðið er tað vanligt at kalla meg Kára Post, greiðir hann frá. Pápin var boðberi Kári P. Højgaard hevði í nøkrum umførum stillað upp fyri Sjálvs­ týrisflokkin til løgtingsval og var í 1998 nummar tvey á lista­ num hjá flokkinum í Eystur­ oynni. Sostatt bleiv hann vara­ maður hjá Sámal Petur í Grund, ið saman við Helenu Dam á Neysta­bø, myndaði ting­mann­ ingina hjá flokkinum eftir valið. Helena Dam á Neystabø var um hetta mundi forkvinna í flokkinum og tók hon við sum lands­stýriskvinna í heilsu- og al­mannamálum undir full­veldis­ sam­gonguni, og kom Jákup Sverri Kass tá á ting sum vara­ maður hjá Helenu. Áðrenn valskeiðið var runnið blivu tó boð send eftir Kára P. Høj­gaard at taka sæti á tingi, tá Helena Dam á Neystabø mátti leggja landsstýrissessin frá sær. Í staðin tók Sámal Petur í Grund við sum landsstýrismaður og soleiðis byrjaði politiska yrkis­ leiðin hjá Kára P. Højgaard á tingi. Og hann minnist væl tann dagin, tá hann fekk boðini um, at hann skuldi møta á tingi. - Eg gekk við posti ein dagin í 2001, tá eg bleiv uppringdur av pápa. Hann kundi fortelja mær, at nú var trupulleiki í politisku PERSÓNSSØGA: Kári P. Højgaard - Sjálvandi var eg ikki samdur í at koyra meg til hús, men eg veit at trýstið á løgmanni var stórt. Bæði frá hansara egna flokki, frá samgongufeløgum og frá restini av politisku skipanini. So eg má siga sum er, eg beri ikki agg móti løgmanni, tí hann tók tí avgerð, ið hann metti var neyðug, og trýstið var so stórt, at hann kundi ikki gjørt nakað øðrvísi, sigur Kári P. Højgaard, um tá hann bleiv koyrdur til hús sum landsstýrismaður POLITIKARAR EIGA AT FINNA HURÐINA SJÁLVIR - Eg eiti Kári Páll, men tað eru nógv, ið halda at p stendur fyri Post, tí tað verður so nógv brúkt. Nú er tað eitt sindur longri ímillum, at eg hoyri tað, tí tey ungu kenna meg ikki sum postboð, men millum eldra ættarliðið er tað vanligt at kalla meg Kára Post