Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019 SOSIALURIN 40 7 skipanini, at Helena Dam á Neystabø var farin frá og Sámal Petur í Grund var farin í lands­ stýrið. So hann bað meg gera meg klára at møta á tingi, tí eg var fyrsti varamaður í Eystur­ oynni, minnist hann aftur á og leggur afturat. - Tað ljóðaði næstan ov gott til at vera satt, men tað var so sum hann segði. Feldi Sámal Petur Fyrsta valskeiðið hjá Kára P. Højgaard varð ikki serliga langt, tí longu árið eftir var val aftur, tá fyrra valskeiðið hjá full­veldis­ sam­gonguni var komi at enda. Fýra ár frammanundan hevði flokkurin fingið 11,7 pro­ sent av atkvøðunum í Eystur­ oynni, og fekk Sámal Petur í Grund 534 persónligar at­ kvøður, ið var nógv flest av øllum valevnunum á oynni. Sjálv­ur hevði Kári P. Højgaard einans fingið 53 atkvøður til valið, so sannlíkindini fyri, at hann varðveitti tingsessin vóru óvan­liga smá. Sostatt kom tað púra óvart á Kára P. Højgaard, tá valúrslitið bleiv kunngjørt, og hann hevði fingið fleiri atkvøður enn Sámal Petur í Grund. - Eg haldi atkvøðutalið hjá Sámal Petur í Grund í 1998 var tað hægsta, ið nakar ting­ maður nakrantíð hevur fingið í Eysturoynni. So tað var óhugs­ andi, at eg skuldi blíva nummar eitt á listanum. Tað er ikki til at skilja, hvussu skjótt slíkt kann broytast í politikki. Eg eri enn bilsin av, at tað skuldi broytast so skjótt. Kári P. Højgaard bleiv fyrst­ valdur við 198 atkvøðum, meðan Sámal Petur í Grund fekk 98 at­ kvøður og fall. Einsamallur á tingi Eitt stríð millum Helenu Dam á Neystabø og Sámal Petur í Grund um formanssessin í Sjálv­stýrisflokkin var ein dýr­ ur umgangur fyri flokkin, ið minkaði nærum í helvt frá vali­ num í 1998. Kári P. Højgaard gjørd­ist nú einsamallur ting­ maður fyri flokkin og tók sam­stundis við sum formaður floksins. Fyrstu tvey árini var hann ikki einsamallur um politiska ar­beiðið, men hevði hann Eyðun Elttør aftrat sær, ið sat sum landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum frá 2002 til 2004, men tá flokkurin á vali­num í 2004 ikki megnaði at vinna eitt umboð aftrat, og held­ur ikki kom í samgongu, var Kári P. Højgaard einsamallur í politiska arbeiðinum tey næstu árini. - Tað hevur sínar fyrimunur og vansar. Ert tú einsamallur hevur tú eitt rættiliga stórt frælsi, tí man hevur onga ting­ mann­ing, ið man skal sannføra og finna semju í. Hinvegin er tað øgiliga strævið, tí man er fram­søgu­maður í øllum málum. Løgtingsarbeiðið er illa skipað og tá málini hópa seg upp og skulu skundast ígjøgnum á jólum og á vári er trupult hjá einum tingmanni at seta seg inn í øll mál. -Á tann hátt hava teir stóru flokkarnir tað so ómetaliga nógv lættari, tí tey hava fleiri framsøgufólk, sigur Kári P. Højgaard, ið leggur afturat, at hann øll árini hevur fingið góða hjálp frá økisfeløgunum hjá flokki­num. Ein spennandi tíð Fyrstu árini hjá Kára P. Højgaard á tingi vóru serliga merkt av, at Sjálvstýri var partur av full­ veldis­landsstýrinum, ið hevði sum mál at loysa Føroyar úr Ríkis­felagsskapinum. Sum øll vita bar hetta ikki á mál, men nøkur átøk blivu gjørd fyri at gera Føroyar meira sjálv­ bjargnar. - Hetta var ein spennandi tíð, tí tá droymdi man um størri sjálvbjargni. Eg var eisini við til at gjøgnumføra, at blokkurin bleiv minkaður tá. Alt gekk nokk so skjótt fyri seg tá, men tær birtingar, ið vóru tá, vóru kanska nokk so ógvusligar. Men tað stríðið sovnaði í ávísan mun, tá tað ikki bleiv sum væntað, sigur hann. Hann vísir á, at politikkurin hjá Sjálvstýri hevur alla tíðina verið, at um nøkur broyting skal gerast í ríkisrættarligu støðuni er tað Føroya fólk, ið skal avgera tað á fólkaatkvøðu. Annars er politikkurin hjá flokkinum, at yvir­taka málsøkir stigvíst, so hvørt sum fíggjarligt grundarlag er fyri tí. - Eg haldi tað er ógvuliga týdningarmikið, at man arbeiðir - Eg gekk við posti ein dagin í 2001, tá eg bleiv uppringdur av pápa. Hann kundi fortelja mær, at nú var trupulleiki í politisku skipanini, at Helena Dam á Neystabø var farin frá og Sámal Petur í Grund var farin í landsstýrið. So hann bað meg gera meg klára at møta á tingi, tí eg var fyrsti varamaður í Eysturoynni