hósdagur 4. apríl 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
8
miðvíst fram móti einum
sjálvbjargnum samfelagi. Ein
høvuðstreyt fyri tí er, at vit
hava eitt samfelag, ið er so bíligt
at reka, at vit hava ein sjálv
berandi búskap. Tí undrar tað
meg, at í mongum førum, eru
tað tey somu, ið rópa harðast
um sjálvbjargni, ið eru við til at
skrúva útreiðslurnar hjá sam
felagnum upp skjótari enn gott
er, sigur hann.
Legði frá sær
Til løgtingsvalið eydnaðist tað
flokkinum aftur at vinna tvey
umboð, tá Kári á Rógvi, sáli, fekk
572 atkvøður á valinum, meðan
Kári P. Højgaard fekk 292 at
kvøður.
Kári á Rógvi var nýggja
stjørnuskotið á politiska palli
num og tað gjørdist skjótt
greitt, at tað var hann, ið skuldi
føra flokkin víðari. Í fyrstu at
løgu var Kári P. Højgaard ver
andi í formanssessinum, men
tá Suðurstreymoyar Sjálvstýris
felag ynskti formansskifti, valdi
hann at trekkja seg.
- Eg og Kári á Rógvi høvdu
eitt gott samstarv. Tað var altíð
ætlanin, at hann skuldi taka
yvir áðrenn tingsetan var liðug.
Tá økisfelagið í Suðurstreymi so
vildi hava hann til formann, og
hann eisini ynskti hetta, trekti
eg meg. Tað var slett einki stríð
um sessin tá, sigur Kári P. Høj
gaard.
Hóast politiska yrkisleiðin
hjá Kára P. Højgaard sostatt
tóktist at halla móti enda, so var
tað enn einaferð hann, ið mátti
taka formanspostin á seg aftur,
tá Sjálvstýrisflokkurin til valið
í 2011 gekk nógv aftur og misti
annan tingmannin. Og tá Kári P.
Højgaard var nummar eitt, var
tað hann, ið enn einaferð taka
við ábyrgd og føra flokkin víðari.
Í Tinganes
Valið í 2011 gjørdist byrjanin
til kanska mest rokuta tíðina
hjá Kári P. Højgaard í politikki.
Sjálvstýri skipaði samgongu við
Fólkaflokkin, Sambandsflokkin
og Miðflokkin, og tók Kári P.
Højgaard við sessinum sum
innlendismálaráðharri.
- At vera innlendsmálaráðharri
var eitt óalmindiliga spennandi
starv, men betri menn enn
eg havi sagt tað fyrr, at tað er
ísakalt á toppinum, men tað er
ein fantastisk útsýni. Nakað
soleiðis upplivdi eg tíðina í Inn
lendismálaráðnum, sigur Kári P.
Højgaard.
Tað sum flest fólk minn
ast Kára P. Højgaard fyri sum
landsstýrismann, var hansara
leiklutur í at fáa Eysturoyar
tunnilin aftur á bredda og
samráðingarnar við danska
íløgufelagið Copenhagen Infra
structure Partners um at gera
tunnilin.
At fáa Eysturoyartunnilin
aftur á breddan var eitt tað
fyrsta hann tók stig til sum
landsstýrismaður, tá hann gav
Landsverk boð um at kanna
møguleikan fyri, at landið kundi
gera ein slíkan tunnil.
- Landsverk hevði eina
framløgu fyri landsstýrinum
um hesa verkætlan. Eg vil siga,
at tað var ikki ein persónur í
landsstýrinum hendan dagin,
ið tók undir við at gera tunnilin
sum eina almenna verkætlan.
Eg fekk klár og greið boð um, at
skuldi ein slíkur tunnil gerast,
so mátti tað vera ein privat
verkætlan, greiðir Kári P. Høj
gaard frá.
Byrjanin til endan
Tað er eingin loyna, at Eystur
oyartunnilin var eitt mál, ið
Kári P. Højgaard brendi fyri, men
avgerðin at fara undir samráð
ingar við privat feløg um at gera
undirsjóvartunnilin var byrjan
in til endan hjá honum.
Tólv feløg vístu upprunaliga
áhuga fyri at gera tunnilin, men
tá avtornaði var einans CIP
eftir. Eftir longri samráðingar
við danska felagið, varð klárt
at skriva undir ein sáttmála um
verkætlanina.
PERSÓNSSØGA: Kári P. Højgaard
- Eg haldi tað er ógvuliga
týdningarmikið,
at man arbeiðir
miðvíst fram móti
einum sjálvbjargnum
samfelagi. Ein høvuðstreyt fyri tí er,
at vit hava eitt samfelag, ið er so bíligt
at reka, at vit hava ein sjálvberandi
búskap. Tí undrar tað meg, at í mongum
førum, eru tað tey somu, ið rópa harðast
um sjálvbjargni, ið eru við til at skrúva
útreiðslurnar hjá samfelagnum upp
skjótari enn gott er