Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019 SOSIALURIN 40 9 - Í juni 2013 høvdu vit eina av­talu, ið var klár at skriva undir. Fráboðað var, at tað skuldi skrivast undir hósdagin 27. juni 2013, men vikuskiftið frammanundan kom eldur í politisku skipanina. Skipað bleiv fyri mótmælisfundum og eftir nógv rok endaði tað við, at løg­maður avgjørdi, at alt málið skuldi aftur fyri løgtingið. Øll vita hvat síðan hendi, sigur Kári P. Højgaard og leggur afturat. - 5. september mátti eg fara frá sum landsstýrismaður. Ikki tí eg hevði gjørt nakað ólógligt, tað bleiv eisini staðfest í eftirfylgjandi kanning, men vegna tað politiska rumbli, ið sam­gongan ikki megnaði at bera. So fyri frið skyld bleiv eg koyrd­ur frá. Hóast Kaj Leo Holm Johanne­ sen, ið tá var løgmaður, loysti Kára P. Højgaard úr starvi­num og steðgaði privatu verk­ætlan­ ini, so ber Kári einki agg móti hon­um í dag. - Sjálvandi var eg ikki samdur í at koyra meg til hús, men eg veit at trýstið á løgmanni var stórt. Bæði frá hansara egna flokki, frá sam­gongufeløgum og frá restini av politisku skipanini. So eg má siga sum er, eg beri ikki agg móti løgmanni fyri hetta, tí hann tók tí avgerð, ið hann metti var neyðug, og trýstið var so stórt, at hann kundi ikki gjørt nakað øðrvísi, sigur Kári P. Højgaard. Slóðaði veg Kári P. Højgaard kann tó í dag fegnast um, at hóast tað ikki er privat verkætlan, so er Eystur­ oyar­tunnilin nú um at vera veru­leiki. - Verkætlanin bleiv steðgað, tí mótstøðan bleiv so stór móti, at CIP skuldi skúma fløtan av einari íløgu í Føroyum. Øll vóru samd um, at hetta var ein ov góður handil at lata privatum. Tað skapti eina øsing og eini 27 fak­feløg mótmæltu, so tað mátti steðga. Men tað lat samstundis upp fyri møguleikanum, at um av­talan var so góð, so kundi hon gerast almenn, vísir hann á. Jørgen Niclasen, formaður Fólka­floksins og táverandi fígg jar­málaráðharri, fekk Eystur­oyartunnilin undir sítt máls­øki og kundi seinni leggja eitt uppskot fyri tingið, um at gera bæði Eysturoyar- og Sand­ oyar­tunnilin í einum. Tað bleiv sam­tykt við greiðum meiriluta á tingi og er Kári P. Højgaard sann­førdur um, at tað var hann, ið slóðaði veg fyri verkætlanini, ið skjótt er liðug. - Um tað ikki hendi júst soleiðis sum tað gjørdi, so høvdu vit ikki upp­livað, at Eysturoyartunnilin verður skotin ígjøgnum í mai, og at man heldur fram við Sandoyar­tunli­ num. Tað er størsta upp­liv­ingin í mínum langa politiska lívi, at ein verkætlan, man sjálvur er pápi til, verður veruleiki næsta ár, sigur hann. Miseydnaða fólkaatkvøðan Hóast tíðin hjá Kára P. Høj­gaard í sessinum í Inn­lendis­mála­ráð­ num ikki var serliga drúgv, so var Eysturoyartunnilin ikki ein­asta stórmál á skránni hesa tíð­ina. Sum landsstýrismaður í innlendismálum var tað eisini ábyrgdina hjá honum at skipa fyri fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging. Talan gjørdist meira ella minni um eina eyðmýking av lands­stýrinum, ið tyktist at ynskja at fleiri kommunur skuldu leggja sjálvbodnar saman. Einans 32,7 prosent av veljar­unum fóru á val og lítil og ongin undirtøka var fyri kommunusamanlegging. Kári P. Højgaard vil tó vera við, at tað vóru ikki øll í samgonguni, ið ynsktu at kommunurnar løgdu saman, og var málið tí dømt at miseydnast. - Eg bleiv noyddur at gera hetta, tí tað var partur av sam­ gongu­skjalinum. Men eg kann bara ásanna, at tað var dømt at mis­eydnast áðrenn, tí eg haldi ikki politiska skipanin ynskti at gjøgnumføra nakað sum helst. Vit vóru á einari misjónsferð kring Føroyar at greiða frá, men hon eydnaðist ikki serliga væl. Tí um man ikki sjálvur trýr upp á eitt mál, so er ringt at sannføra onnur um tað, vísir hann á. Enn eitt skifti Aftaná at Kári P. Højgaard varð koyrdur frá sum lands­stýris­ maður fór hann aftur á tingi og gjørdist einasta politiska umboð hjá flokkinum. Sostatt bendi alt á, at tað fór at vera hann, ið skuldi føra flokkin til næsta valstríð, men púra óvæntað innkallaði flokk­urin til tíðindafund 9. apríl 2015, har boðað bleiv frá, at Jógvan Skorheim, varamaður á tingi og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tók við sessinum sum formaður floksins. Heldur ikki hesaferð varð talan um nakað formansstríð, men gekk alt fyri seg í sátt og semju, leggur Kári P. Højgaard dent á. - Eg bjóðaði Jógvani Skorheim, at um hann stillaði upp til løg­ tingsvali, so skuldi hann blíva for­maður. Landsnevndin góð­ kendi tað áðrenn og hann tók av tilboðnum. Eg eri øgiliga glaður fyri, at eg kundi trekkja meg tá. Tá man byrjar at eldast er týdn­ingarmikið, at man finnur hurð­ina, meðan man enn kann. So har var einki stríð um sessin, sigur Kári P. Højgaard. Tíðin hjá Jógvan Skorheim hevur kortini verið merkt av nógvum stríði innanfloks og hevur tað seinastu vikurnar ment seg til eitt opið stríð millum for­mannin og Suðurstreymoyar Sjálv­stýrisfelag. Kári P. Højgaard ynskir ikki at gerast partur av stríð­num, men ásannar, at hann er harmur um støðuna. - Eg havi ikki verið partur av nøkrum stríði og eri fullkomiliga uttan­veltaður í øllum. Men tað pínir meg inn á sálina, at tá flokk­urin er í ferð við at vaksa, so stingur okkurt stríð seg upp. Tað eri eg øgiliga keddur av. Í ein­ um 113 ára gomlum flokki eigur man at finna út av tí, sigur hann. Stundin var komin Hóast tað er fyrst nú, at avgerðin um ikki at stilla upp er vorðin al­menn, so bleiv hon tikin fyri fleiri mánaðum síðan. - Eg verði 68 ár í summar, so eg føli mín tíð er komin. Men hetta er nakað, ið eg havi umhugsað leingi. Politikarar eiga at finna hurð­ina sjálvir og eri eg øgiliga glaður fyri, at eg ikki fall á einum vali, sigur hann. Nú tá stundir verða til at gera ymiskt annað er ætlanin, at brúka tíðina saman við teimum, ið hann onkuntíð hevur følt, at hann hevur forsømt. - Tá man er komin í mín aldur, og lívsdagurin er farin at halla, er lívið meira enn arbeiði og eigur man at raðfesta tað. Eg havi eina veldiga stóra familju, ið eg havi forsømt í ríkiliga mát í sam­band við politikkin. Nú fái eg betri tíð at vera saman við teim­um og rætta eina hjálpandi hond við ymiskum, sigur nú skjótt fyrrverandi tingmaðurin. HALLUR@SOSIALURIN.FO - Eg haldi atkvøðutalið hjá Sámal Petur í Grund í 1998 var tað hægsta, ið nakar tingmaður nakrantíð hevur fingið í Eysturoynni. So tað var óhugsandi, at eg skuldi blíva nummar eitt á listanum. Tað er ikki til at skilja, hvussu skjótt slíkt kann broytast í politikki. Eg eri enn bilsin av, at tað skuldi broytast so skjótt. - Eg kann bara ásanna, at tað var dømt at mis­eydn­ ast áðrenn, tí eg haldi ikki politiska skipanin ynskti at gjøgnum­føra nakað sum helst. Vit vóru á einari misjónsferð kring Føroyar at greiða frá, men hon eydnaðist ikki serliga væl. Tí um man ikki sjálvur trýr upp á eitt mál, so er ringt at sannføra onnur um tað