Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019 SOSIALURIN 40 10 TEMA Atgongd til hagan - Tað er ikki líka atkomiligt, um mann skal gjalda ella biðja um loyvi fyri at sleppa í hagan, og tí er tørvur á einari meira tíðarhóskandi lóg, sum avspeglar dagsins samfelag, sigur Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelagi Føroya PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO T að skal vera øllum frítt at ferðast í haganum, og tí skal lógin, sum skipar viðurskiftini í haganum, dagførast. Tað meinar nýstovnaða Hagafelag Føroya, sum er talurørið hjá teimum, sum ganga í haganum fyri at njóta náttúruna. Áhugafelagið leggur dent á, at føroyingar hava sum siðvenju at ganga í haganum, og hetta framíhjárættindi og frælsið skulu vit halda fast við. Men galdandi lóggáva í girðingarlógini, sum seinast er broytt í 1937, sigur, at mann skal hava fingið heimild til tess frammanundan. - Vit hava eitt heilt annað samfelag í dag, enn tá hendan lógin varð gjørd, og tí meta vit, at tað er tørvur á einari meira tíðarhóskandi lóg, sum avspeglar dagsins samfelag, sigur Rúna Hjelm, sum er nývald forkvinna í Hagafelagi Føroya. Hon vísir á, at tá lógin varð gjørd, gekk mann í høvuðsheitum ikki í haganum fyri at njóta náttúruna, eins og mann í stóran mun ger í dag. - Vit kunnu ikki góðtaka hetta Tað, at eigarar sjálvir kunnu áseta treytir og gjald, avmarkar frælsið hjá teimum, sum búgva í Føroyum og vilja njóta náttúruna, stúrir Rúna Hjelm fyri. - Tað er ikki líka atkomiligt, um mann skal gjalda ella biðja um loyvi fyri at sleppa í hagan. Hetta er at seta eina gátt á, og tað kunnu vit ikki góðtaka. Landið er so lítið, og tað kann ikki passa, at mann nærmast bara skal hava loyvi til at ganga eftir landsvegnum ella inni í bygdum øki, sigur hon. Felagið vil vera við, at tað er ein grundleggjandi rættur hjá føroyingum at sleppa at ferðast frítt í egnum landi. Tørvur á skipaðum viðurskiftum Men bøndurnir og óðalsmenn hava ta greiðu støðu, at landið skal halda seg burtur frá hesum spurninginum. Teir síggja øktu ferðsluna frá ferðafólkum í høgunum sum órógvandi fyri hagavirksemið, og tí halda teir tað vera uppá sítt pláss at skipa gongu í haganum sum ein inntøkumøguleika. Ynskið hjá Hagafelagnum um rættin at ferðast frítt í haganum skal tó ikki blandast við spurningin um tey trýstu økini, sum nógv ferðafólk vitja. - Tað er tørvur á at skipa viðurskiftini, har nógva gongan leggur trýst á bæði lendi og lokaløkið. Myndugleikarnir eiga at gera umstøðurnar betri við eitt nú við at gera gøtur á teimum støðunum, sum nógvu ferðafólkini vitja. Vit vilja gjarna vera við í dialoginum um, hvussu vit loysa hetta, sigur Rúna Hjelm, sum ikki heldur, at hesi viðurskiftini skulu avgera, hvussu føroyingar ferðast í náttúruni. Hava sama áhugamál Hagafelag Føroya meinar ikki, at vanlig gonga í haganum oyðileggur ódyrkað lendi ella órógvar seyð og fuglalív. Og júst her ynskir felagið at tryggja rættin til fría gongu, meðan bóndum og óðalsmonnum ikki dámar hetta. Rúna Hjelm skilir ikki, hví tað er so trupult at koma ásamt um eina semju, tá báðir partarnir eftir hennara tykki eru í sama báti. - Eg dugi ikki at síggja, at tað er langt ímillum okkum og bøndurnar. Okkara áhugamál er at verja náttúruna, og tað er tað eisini hjá bóndunum, sum hava náttúruna sum lívsgrundarlag. Eg vænti, at tað ber til at finna loysnir við at tosa saman, og tað vilja vit í øllum førum fegin. Vanta upplýsing og skipað viðurskifti Ein viðkomandi spurningur í mun til fría ferðslu í høgunum er, hvussu mann so tryggjar, at tey fólkini, ið ganga har, fara væl við náttúruni. - Vit menniskju – bæði gongufólk og bóndur - hava sjálvandi nakrar skyldur, har vit mugu hugsa um ikki at skaða umhvørvi og náttúruviksemi. At hesar skyldur vera hildnar tryggja vit við upplýsing og kunning um, hvussu mann ber seg virðiligt at í haganum, sigur Rúna Hjelm. Náttúran sum heilsubót Hagafelag Føroya leggur dent á, at tað er sunt og heilsugott at ganga í haganum, og hetta er enn ein grundgeving fyri, at tað skal vera so lætt atkomiligt, sum gjørligt at fara í hagan. - Fólk hava brúk fyri at sleppa út og vera aktiv í náttúruni, sum mótvirkar stress og øðrum lívsstílssjúkum. Vit vilja virka fyri, at børn og ung fáa ein alsk til náttúruna og ein áhuga fyri at fara í hagan. Tað er týðandi, at tey koma út og røra seg, og tí vilja vit hava, at øll skulu hava best møguligu atgongd til náttúruna sum heilsubót, sigur Rúna Hjelm. Hagafelag Føroya Áhugafelagið Hagafelag Føroya varð stovnað 20. mars, og 1. apríl skipaði nevndin seg. Í nevndini eru: Rúna Hjelm (forkvinna), Magnus Gaard (næstformaður), Eyðun Húsgarð (kassameistari), Óluva Zachariasen (skrivari) og Eydna Klakkstein Thomsen. Varalimir eru Sigurð Ó. Vang og Guðrun Zachariasen. - Øll skulu hava best møguligu atgongd til náttúruna Høvdin, Saksun (Mynd: Hiking.fo)