hósdagur 4. apríl 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
11
- Lógin er púra greið
- Eg dugi ikki at skilja boðskapin hjá Hagafelagi
Føroya. Vit hava ongantíð sagt, at føroyingar
ikki skulu sleppa at ganga í haganum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
- Tað følist sum, at vit fáa nakað
smoygt niður yvir høvdið á okk
um.
Soleiðis sigur Niels T. Pedersen,
formaður í Óðalsfelagnum, sum
saman við restini av felagnum
og Bóndafelagnum ikki kann
góðtaka, at røddir nú eru frammi,
sum ynskja, at tað skal vera øllum
frítt at ferðast í haganum.
- Tað stendur púra greitt í lógini,
hvussu mann skal fyrihalda seg til
gongu í haganum, sigur hann.
Sambært lógini kunnu fólk
ganga eftir bygdagøtum, men
mann skal spyrja um loyvi, um
mann skal ganga uttan fyri gøt
urnar.
Vit hava ongantíð
noktað nøkrum
20. mars varð nýggja áhugafelagið
Hagafelag Føroya stovnað, sum fer
at arbeiða fyri rættinum hjá øllum
at ganga frítt í haganum. Felagið
ynskir at skipa viðurskiftini við
útlendskum ferðafólki betur,
men burtursæð frá tí, so vilja
tey hava, at mann kann ganga
frítt í haganum uttan at boða frá.
Endamálið hjá felagnum er beint
mótsatt tí, sum Bónda- og Óðals
felagið standa fyri.
- Eg dugi ikki at skilja boðskapin
hjá felagnum. Vit hava ongantíð
noktað nøkrum at fara í hagan og
hava heldur ongantíð rópt upp
um, at føroyingar ikki skulu sleppa
at ganga í haganum. Vit siga ikki,
at einkultpersónar skulu ringja og
biðja um loyvi. Tað snýr seg meira
um, tá tað er ein flokkur av fólki, tí
vit mugu vita, hvørji teirra ørindi í
haganum eru, sigur formaðurin í
Óðalsfelagnum, Niels T. Pedersen.
- Eingin virðing
Men lógin sigur, at mann í prin
sippinum eigur at boða frá, sjálvt
um mann er einkultpersónur.
- Tú kanst ganga allastaðni í
haganum eftir bygdagøtunum.
Tað sigur eingin nei til, tí tað er ein
rættur, sum øll hava. Men tað er
ikki rætt, at mann kann gera, sum
mann vil í haganum. Virðing frá
summum fólkum er lik við null.
Her manglar ein respekt fyri hvat
er títt, og hvat er mítt.
Niels T. Pedersen vísir á, hvussu
týdningarmikið tað er at boða frá
fyri ikki at órógva virksemið í
haganum.
- Í harutíðini frá 2. november
til 31. desember selir mann hagan
til harumenn. Tá er hagin ætlaður
haruskjóting. Tá eiga teir, sum
skjóta harur, rættin til hagan, og
tá nyttar ikki hjá øllum øðrum at
fara og mala í haganum. Tað sama
tá mann er á fjalli eftir seyði, sigur
hann.
Hann heldur tað annars vera
positivt, at fólk eru blivin meira
tilvitað um at hava góða heilsu og
ganga túrar. So leingi, mann boðar
frá áðrenn, er eingin trupulleiki,
og tað eigur heldur ikki at vera so
torført at boða frá, meinar hann.
Útlendskir aktørar fara
avstað við pengunum
Stóri trupulleikin hjá Bónda- og
Óðalsfelagnum eru útlendsku
ferðafólkini, og at gongutúrar í
haganum verða skipaðir komm
ersielt. Teimum dámar ikki, at
útlendskir aktørar selja túrar í
føroysku høgunum, tí tá enda
pengarnir í lummanum hjá út
lendingum í staðin fyri hjá teim
um, sum varða av haganum, vísa
teir á.
- Vit eru ímóti, at útlendskir
ferðasmiðir og aðrar ferðastovur
skulu gera sær dælt av at selja
túrar í høgunum kring landið.
Onnur skulu ikki brúka okkara
ogn til at vinna sær pening. Vit
vilja hava pengarnar, í staðin fyri
at útlendingar og ferðaskrivstovur
fara avstað við teimum, sigur Niels
T. Pedersen.
Tann 1. apríl høvdu nevndirnar
í Bóndafelag Føroya og Føroya
Óðalsfelag felags fund, sum somu
leiðis var stovnandi aðalfundur
fyri smápartafelagið “Jarðir”.
Feløgini fara at samstarva um at
fáa skipað viðurskifti í sambandi
við ferðavinnuni, og annars er
endamál felagsins at eiga og reka
fast ogn, handil o.a. virksemi í hes
um sambandi.
- Í Noregi eru tey
í dýrastu neyð
Í grannalondum okkara Norra,
Svøríki og Finnlandi er hvørs
mansrættur, har øll kunnu ferðast
frítt í haganum, so leingi, tey
ansa eftir náttúruni og fara við
henni við virðing. Formaðurin
í Óðalsfelagnum heldur, at nú
verandi føroyska lóggávan er
góð, greið og tíðarhóskandi, og
hann sigur, at hann bara hevur
hoyrt ræðusøgur um, hvussu tey
skipa hagaviðurskiftini í granna
londunum.
- Í Noregi eru tey í dýrastu
neyð. Fólk fara akkurát har, sum
tey vilja. Eg havi siglt saman við
norðmonnum, svium og finn
um við norskum skipi, og teir
fráráða uppá tað harðasta at
fáa hvørsmansrætt í Føroyum.
Útlendingar koma til Svøríkis,
seta telt upp og brenna bál, og so
stinga teir av og lata alt liggja í
einum hurlivasa í fjøllunum. Har
koma enntá fólk úr øðrum lond
um og heinta ber fyri at selja tey
víðari, sigur Niels T. Pedersen.
Óðalsfelagið:
Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag hava havt stovnandi
aðalfundur fyri nýggja smápartafelagið Jarðir
Skæling - Norðadalur (Mynd: Hiking.fo)