Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019 SOSIALURIN 40 12 TEMA: Atgongd til hagan Sviar og norðmenn raðfesta fría ferðslu í náttúruni Í nøkrum av grannalondum okkara er hvørsmansrættur galdandi, sum gevur tær rættin at ferðast frítt allastaðni í náttúruni PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Í Noregi og Svøríki hevur mann hvørsmansrætt, sum loyvir tær at ganga næstan allastaðni í náttúruni, sum tær lystir. Tað merkir, at tær ikki nýtist at spyrja nakran um loyvi, tá tú ætlar tær ein túr í hagan. Men ábyrgd fylgir við. Treytin er, at tú vísir virðing fyri djóra- og plantulívi og fer væl við náttúruni, samstundis sum tú tekur atlit til ogn hjá øðrum. Grundleggjandi prinsippið er, at tú skalt vísa varsemi uttan at órógva ella oyðileggja. Tú kanst ganga har tú vilt og heinta alskyns ber, svampar og blómur, sum veksa í náttúruni, og sum ikki eru friðað. Tú kanst eisini fiska, har tú hevur hug, óansæð um tú hevur fiskiloyvi ella ikki. Fyri at veiða skalt tú tó hava serligt loyvi. Einfaldar avmarkingar Tað kunnu vera serlig undantøk í mun til gongu, tá tað umræður tjóðarparkir og friðað øki. Tað er sjálvsagt heldur ikki loyvt at ferðast í privatum havum hjá fólki. Tað eru eisini serligar avmarkingar til fólk á hestabaki, tí tað eru ikki allar kommunur, sum loyva ríðing á rásunum, og serliga ikki á økjum, har undirlagið ikki hóskar til tess. Til ber at yvirnátta í telti á øki, sum hevur eina frástøðu á 150 metrar frá nærmasta byggilendi. Har eru narkar avmarkingar á ávísum økjum, og um tú vilt yvirnátta longur enn tvær nætur sama stað í Noregi, skalt tú spyrja eigaran um loyvi, um tað ikki er í fjøllunum ella eitt oyði stað. Í Svøríki skalt tú biðja um loyvi, um talan er um ein bólk, sum fer á legu, og annars er bara loyvt at yvirnátta í telti eina nátt uttan fráboðan til óðalsmann. Í Svøríki er loyvt at brenna bál, so leingi har ikki er vandi fyri eldsbruna. Av trygdarávum er ikki loyvt at brenna bál í Noregi millum 15. apríl og 15. september, og hetta skal fyriganga nærindis sjógv ella á góðkendum bálstað. Partur av mentanararvinum Hvørsmansrætturin verður av nógvum roknaður sum ein týðandi partur av mentanararvinum í hesum skandinavisku londunum, umframt eitt tjóðarsúmbol. Náttúran er tað dýrabarasta, vit eiga, og júst hetta er ein av grundgevingunum hjá svium og norðmonnum um, at øll skullu hava rættin at ganga frítt í náttúruni. Men tað eru eisini tey, ið fílast at hvørsmansrættinum og halda, at hetta er órógvandi fyri náttúru og djóralív. Í Finnlandi er hvørsmansrættur eisini, og líknandi rættindi hevur mann eisini í Skotlandi. Hvørsmansrætturin er hvørki galdandi í Føroyum ella í Danmark. (Keldur: Visitnorway.dk - Visitsweden.dk - Alle Ud - Naturstyrelsen) Soleiðis er í Danmark: Í Danmark er hvørsmansrættur ikki galdandi, og her eru serligar reglur, mann skal vera varugur við. 1. Tú kanst súkkla og ganga á øllum rásum og vegum í víðlendinum, sum umfata økini uttan fyri býirnar. Hetta er galdandi alt samdøgrið. 2. Á ódyrkaðum lendi kanst tú ganga allastaðni frá klokkan 06 til sólsetur. Bæði á almennum og privatum øki. Men tú mást ikki súkkla her. Á almennum ódyrkaðum lendi kanst tú seta teg niður og halda pausu á gongutúrinum, um tú ert 50 metrar frá bygdum øki. Á privatum ódyrkaðum lendi kanst tú seta teg niður og halda pausu á gongutúrinum millum klokkan 06 og sólsetur, um tú ert 150 metrar frá bygdum øki. 3. Í privatum skógum kanst tú ganga og súkkla á øllum vegum og rásum frá klokkan 06 til sólsetur. Tað er ikki loyvt at fara útum hesar rásirnar og millum trøini. Her er forboðið at seta teg niður á lendið við síðuna av rásini og halda pausu, um tú treingir til tað á tínum gongutúri. 4. Í almennum skógum kanst tú ganga og súkkla alt samdøgrið. Her kanst tú væl ferðast uttan fyri rásirnar, men einans til gongu. Tú kanst bara súkkla á vegunum. Her ber til at seta teg niður og halda pausu allastaðni. Annars ber altíð til at spyrja eigaran um loyvi til at ferðast á privatum øki. Í nógvum skógum er frí tjalding galdandi, sum loyvir tær at tjalda í eina nátt. Vilt tú tjalda longur enn eina nátt og brenna bál, so eru fleiri enn 900 støð í landinum, har tú kanst tað. Frítíðarfelag virkar fyri útilívinum í Noregi Norðmenn hava eitt felag, sum arbeiðir fyri at menna og røkja áhugamálini hjá teimum, ið dáma at ganga í haganum Tað byrjaði í 1866, tá norski Thomas Heftye fekk hugskotið at stovna eitt frítíðarfelag. Saman við øðrum setti hann í 1868 felagið Den Norske Turistforening á stovn. Høvuðsendamálið við felagnum DNT var at gera frítíðarlívið og náttúruna meiri atkomiliga hjá vanligum fólki. Tá vóru 223 limir í felagnum, og var hetta meira ella minni roknað sum ein lítil elita. Men í dag er øðrvísi. Í dag telir felagið fleiri enn 300.000 limir - og felagið er farið frá at vera ein elita til at fevna um eina rørslu. Den Norske Turistforening ger fleiri aktiv tiltøk fyri at menna útilívið í Noregi. Felagið hevur undir sær fleiri undirfeløg, sum arbeiða fyri at betra um korini hjá ymsum útilívs ítróttagreinum. Eitt nú er felagið DNT Fjellsport, sum røkir áhugamálini hjá fjallaítróttagreinum. Felagið arbeiðir fyri at fremja eitt einfalt, aktivt og náttúruvinarligt útilív við serligum atliti til gongu, klatring, hellur og skíð. Harumframt arbeiðir felagið fyri tryggari ferðslu í náttúruni, soleiðis at øll fáa eina positiva uppliving av einhvørjum túri. Hvørsmansrættur: