hósdagur 4. apríl 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
13
Ferðavinnan
skapt nýtt kjak
um gongd í haga
- Fyri summi verður náttúran brúkt til hvíld og
heilsubót, men hjá bóndunum er talan um teirra
arbeiðspláss. Tá slík ymisk sjónarmið møtast er
tað sjálvsagt, at tað endar í stríði, sigur etnologurin
Bjørg Jacobsen, um kjakið um gongd í haga
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
að kjakið, sum seinastu
mánaðirnar hevur livað
í føroysku fjølmiðlum
um gongd í haga,
er eitt beinleiðis úrslit av eini
broyttari mynd av náttúruni. Tað
er sjónarmiðið hjá etnologinum
Bjørg Jacobsen, ið metir, at fyri
nøkrum árum síðan hevði ongin
gróðrarbotnur yvirhøvur verið
fyri einum slíkum kjaki í Føroyum.
- Í romantikkinum bleiv
náttúran nakað, ið man skuldi
ansa eftir og njóta. Tann tankin
tykist í dag at hava tikið yvirhond,
tí samstundis sum alsamt fleiri
fólk búgva í býum, so ynskja vit
at taka náttúruna við okkum. Tað
er eitt rák, ið man sær aftur í, at vit
fáa okkum hønur í havan, meðan
maturin skal verða súltaður,
fermanteraður, økologiskur o.s.fr.,
sigur hon og heldur fram.
- Samstunds eru vit farin út at
ganga í fjøllunum. Fyrr gekk slíkt
mest fyri seg í vælverustøðum,
men nú vindur tað upp á seg
at fara út og njóta náttúruna,
ið brádliga hevur fingið nakrar
eginleikar. Hon er so fitt og tað er
synd í henni, meðan man fyrr bara
var í henni. Hetta er ein gongd,
ið vindur upp á seg, ikki minst í
ljósinum av veðurlagsbroytingum.
Ein samanbrest
Fyri nøkrum árum síðan var ein
slík tankagongd óhugsandi, vísir
etnologurin á. Tí tað livdi man av
jørðini, og var hon ikki nakað, ið
man brúkti til ítriv.
- Tá gekk man bara í haganum
í konkretum ørindum, so sum
at skera tørv, mjólka neytum,
hygga eftir seyðinum ella eftir
fugli og eggum. Man fór ikki fyri
stuttleikar at njóta nakað sum
helst.
Tá tað eru summi, ið brúka
hagar og fjøll í síni frítíð, so eru
tað enn fleiri fólk í Føroyum, ið
liva av jørðini. Tí sær man stundir
ein samanbrest millum bólkar
við ymiskum áhugamálum í
fjølmiðlunum.
- Fyri bøndur er náttúran
eitt arbeiðspláss, meðan onnur
brúkar tað til hvíld og heilsubót.
Men hetta er arbeiðsplássið hjá
bóndanum, so sjálvandi endar tað
í einum stríði, vísir Bjørg Jacobsen
á.
Náttúran sum ein vøra
So hvørt sum heimsins býir vaksa
seg størri og størri, hevur náttúran
fingið ein heilt annan týdning fyri
tað modernaða menniskja.
- Alsamt fleiri menniskjur hava
trupult at fáa atgongd til reint
vatn, fríska luft o.s.fr. Stórbýurin
megnar ikki at veita hetta. Tí er
rein náttúra vorðin ein vøra. Vit
hava tað luksus, at tað er beint
uttanfyri okkara vindeyga. Tað
fellir okkum bara ikki inn, at
hon er ein vøra fyri onnur, sigur
etnologurin.
Bjørg Jacobsen vísir á, at
føroyskir bøndur og eigarar eru
nústani byrjaði at fáa eyguni
upp fyri hesum, men føroyska
ferðavinnan hevur vitað av hesum
í fleiri ár og hevur marknaðarført
landið hareftir.
- Vit marknaðarføra okkum
sum unspoiled og hevur hagin nú
fingið ein nýggjan leiklut. Hann er
ikki longur bara arbeiðsplássið hjá
bóndunum, men eitt vælveruøki
hjá allari verðini, greiðir hon frá.
O g
t a ð
e r
j ú s t
marknaðarføringin av føroysk
náttúruni sum eina vøru, ið nú ger,
at spurningurin um gongd í haga
er viðkomandi, metir etnologurin.
- Spurningurin hevur ikki
verið aktuellur áður. Lógin sum
avmarkar gongd í haga er frá 1937,
men eingin hevur tikið hædd fyri
henni. Men brádliga er hon vorðin
viðkomandi, tí ferðavinnan hevur
skapt eitt nýtt kjak um hetta. So
á tann hátt er ferðavinnan eitt
tvíeggjað svørð. Uttan hana høvdu
vit havt náttúruna í frið, men nú
tvingar hon okkum at taka støðu
til nakað, ið áður ikki hevur verið
neyðugt, sigur hon.
Tað at føroyska náttúran
verður marknaðarførd um allan
heim og er ein vøra, ið fólk ferðast
langt fyri at fáa hendur á, eru góð
tíðindi fyri landbúnaðin. Hetta
merkir nevniliga, at bøndur nú
hava møguleikan at víðka um
inntøkugrundarlagnum
frá
jørðini.
- Jørðin verður eitt nýtt slag av
aktiv hjá eigarunum. Nú eru tað
ikki bara seyðir, ið skulu vera har,
men eisini fólk. Landbúnaðurin
hevur í nógv ár kasta lítið av sær
til samlaða landsbúskapin, men nú
eru nýggir møguleikar í eygsjón.
Teir síggja nú, at teir hava eina
vøru, ið onnur vilja hava, og tað
er ikki løgið, at teir vilja gagnnýta
tað, sigur Bjørg Jacobsen.
- Tá gekk man
bara í haganum
í konkretum
ørindum, so
sum at skera
tørv, mjólka
neytum, hygga
eftir seyðinum
ella eftir fugli
og eggum. Man
fór ikki fyri
stuttleikar at
njóta nakað sum
helst.
- Alsamt fleiri
menniskjur
hava trupult
at fáa atgongd
til reint vatn,
fríska luft o.s.fr.
Stórbýurin
megnar ikki at
veita hetta. Tí
er rein náttúra
vorðin ein vøra.
Vit hava tað
luksus, at tað er
beint uttanfyri
okkara vind
eyga. Tað fellir
okkum bara ikki
inn, at hon er ein
vøra fyri onnur
Bjørg Jacobsen. Mynd: Álvur Haraldsen