hósdagur 4. apríl 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
14
TEMA: Atgongd til hagan
- Tað er ein long søga aftanfyri
lógina frá 1937. Um vit hyggja
aftur gjøgnum rættarkeldurnar,
so síggja vit, at tað ongantíð
hevur verið loyvt at ganga frítt í
haga í Føroyum. Tað kann førast
heilt aftur til Seyðabrævið frá
1293, sigur Ronnie Thomassen
um spurningin, um tað er lov at
ganga frítt í føroyskum høgum
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
að er eingin ivi um hvat
galdandi lóg er, tá talan
er um gongd í haga.
Ikki bara er lóggávan
greið, men hevur hon verið í gildi
í fleiri øldir. Tað er sjónarmiðið
hjá Ronnie Thomassen, ið sum
deildarleiðari fyri Matrikuldeildin
á Umhvørvisstovuni hevur fylgt
væl við í kjakinum um hvat lógin
sigur um gongd í haga, men leggur
dent á, at hann einans úttalar seg
sum ein privat persónur, ið hevur
holla vitan á økinum.
- Tað er eingin sum helst ivi
um hvat rættarstandurin er á øk
inum. Tað er lógin um Hegn og
mark frá 1937. Tað at hon er so
mikið gomul, er fyri so vítt ikki
nakað løgið fyri Føroyar, tí vit
hava nógva eldri lóggávu. Tað
mesta av landbúnaðarlóggávu, ið
vit hava í dag, stavar frá Gráu bók,
vísir hann á.
Hóast lógin um Hegn og Mark
er 82 ára gomul, skal man kortini
væl longri aftur til fyrstu ferð, tá
ferðsla í føroysku høgunum bleiv
avmarkað.
- Tað er ein long søga aftanfyri
lógina frá 1937. Um vit hyggja aftur
gjøgnum rættarkeldurnar, so
síggja vit, at tað ongantíð hevur
verið loyvt at ganga frítt í haga
í Føroyum. Tað kann førast heilt
aftur til Seyðabrævið frá 1293, vísir
Ronnie Thomassen á.
Eitt slag av grundlóg
So mikið týdningarmikil hevur
hendan lóggávan verið tá í mið
øld, at greinin um gongd í haga
er staðfest beint eftir sjálva inn
leiðingina til Seyðabrævið, vísir
hann á.
- Seyðabrævið sigur einki um
gongu millum bygdir, tí tað eru
helst ongar bygdagøtur tá, men
Seyðabrævið sigur nakað um at
ganga í haga. Tað er ikki frítt, og
staðfest verður hvat endurgjald er
fyri tað, og at um man hevur hund,
so eru tað tyngjandi umstøður.
Um man gongur har og ger skaða,
so skal man bøta fyri skaðan, og
tað sama, um man hevur hund við,
sigur hann.
Seyðabrævið hevur eina serliga
støðu í føroyskari søgu, sum elsta
lógarheimild, sum serliga var
gjørd fyri Føroyar. Aðrar lógir
vóru áður settar í gildi í Føroyum,
men Seyðabrævið var tann fyrsta,
ið var gjørd serliga til føroyska
viðurskifti. Og sambært Ronnie
Thomassen er talan nærum um
eina grundlóg fyri jarðarbrúk í
Føroyum.
- Tað er týdningarmikið at
staðfesta í kjakinum, at longu í
Seyðabrævinum er gongd í haga
regulerað. Tí seyðabrævið er eitt
slag av grundlóg fyri jarðarbrúk
í Føroyum, sum heldur heilt upp
til 1800 talið. Christian 4. gjørdi
onkrar broytingar í sínari tíð,
men tann fyrri parturin, ið millum
annað hevur við gongd í haga at
gera, stendur óbroyttur. So Seyða
brævið endurspeglar galdandi lóg
á økinum í eini 600 ár, vísir hann á.
Nýggjar lógir
Ikki fyrr enn Hagalógin bleiv sett í
gildi í 1866 kom ein nýggj lóg innan
økið í Føroyum. Í nýggju lógina
verða bygdagøtur nevndar, men
enn einaferð verður staðfest, at
tað ikki er frí gonga í høgunum.
Í §54 verður fylgjandi staðfest:
Ingen, der ikke i denne Lovs
Bestemmelser har særlig Hjemm
el dertil, maa gaa i nogen fremm
ed Hauge undtagen ad de rette
Bygdeveje. Disse bør derfor be
ALDRIN VERIÐ
FRÍTT AT GINGIÐ Í
FØROYSKUM HØG
Ronnie Thomassen. Mynd: Álvur Haraldsen
- Man má ikki siga, at nú gera vit fría
ferðslu í høvunum, tí tá ger man seg inn
á eina lóggávu, ið er so gomul og greið,
at tað er elsta lóggáva, ið vit hava í
Føroyum. Slíkt kann man ikki bara broyta við einum
pennastroki á løgtingi, sigur hann.