hósdagur 4. apríl 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
15
tegnes med Stenvarder, der op
føres og vedligeholdes af hele
den Bygd, hvortil Haugen hører,
i Forhold til Marketal.
- So heilt frá Seyðabrævinum
hevur tað verið galdandi og
verður tað endurstaðfest í
1866. Hesar ásetingar verða
endurtiknar í lógina frá 1937 §41,
vísir Ronnie Thomassen á.
§41 í løgtingslóg um Hegn og
Mark staðfestir fylgjandi:
Den, som, uden at dertil er
Hjemmel, gaar uden for ret
Bygdevej i Hauge, hvor han ikke
er Lodsejer, eller i Fælleshauge, for
hvilken Vedtægt om Lodsejernes
Færdsel er oprettet paa Hauge
stævne under Sysselmandens
Ledelse (jfr. Haugelovens § 3),
straffes med Bøder; gaar han ulov
lig med Hund, betragtes dette som
en skærpende Omstændighed.
Absurd kjak
Vitandi at gongd í haga soleiðis
hevur verið regulerað í umleið 700
ár, hevur Ronnie Thomassen eitt
sindur trupult við at skilja kjakið,
ið gongur fyri seg í løtuni í sam
band við ferðavinnuni og rættind
ini at ganga í haga.
- Tað koma nøkur fólk innan
ferðavinnuna nú, og hava nøkur
heilt onnur áhugamál enn tey, ið
hava við jarðarbrúk og tað at røkja
jørðina hava. Men tey kunnu ikki
bara koma her og trongja 800 ára
gamla lóggávu til viks. Tað er heilt
absurd í mínari verð yvirhøvur
at kjakast um tað, sigur Ronnie
Thomassen.
Hann afturvísir eisini øllum
teimum, ið meta, at lóggávan ikki
er greið á økinum, harímillum
Vinnumálaráðið.
- At siga, at lóggávan á økinum
er ógreið, sum partur av Vinnu
málaráðnum og ferðavinnuni
siga, tað passar ikki. Lóggávan er
so greið, ið hon yvirhøvur kann
vera, og tað hevur hon verið síðan
1298, sigur hann.
Tyngjandi umstøður
Kjakið um gongd í haga er í stór
an mun komið aftaná, at talið av
ferðafólkum til Føroyar er voksið
munandi síðstu árini. Í tí sam
bandi eru tað fleiri feløg og per
sónar, ið hava bjóða túrar til støð
í føroysku náttúruni, ið liggja í
høgunum hjá øðrum. Og tað er
á ongan hátt í lagi, metir Ronnie
Thomassen.
- Eg vil siga, at tað er tyngjandi
umstøður, um tú fert í hagan
við vinnuligum áhugamálum.
Tú trongir teg inn á nakað, ið tú
ikki hevur rætt til, og sum tú ikki
hevur havt rætt til í meira enn
700 ár. Tað er tí eg sigi, at kjakið
er heilt absurd, tí tað er eingin ivi
um hvat lógin sigur, sigur Ronnie
Thomassen.
Hann er skjótur at vísa á, at
støðan er ein onnur, tá talan er um
føroyingar, ið av onkrari orsøk av
haganum.
- Í nýggjari tíð hevur man ikki
handhevja lóggávuna so strangt,
ið hon ljóðar. Ongin er t.d. farin
eftir børnum, um tey eru farin
niðan í hagan í einari bygd. Men tá
tað nú er ein skipað vinna, ið tek
ur sær nøkur rættindini í hagan
um, so sigur tað seg sjálvt, at tey,
sum varða av høgunum og hava
lóggávuna á sínari síðu, reagera,
sigur hann.
Nýggjar gøtur
Seinastu árini hava fleiri haga
stýrir sett gjald á, um ferðafólk
ynskja at ganga í teirra høgum.
Ymiskar meiningar eru um hetta,
men Ronnie Thomassen vísir á,
at teir hava lógina á sínari síðu,
tá tey gera hetta.
- Bøndur hava fullan rætt at
seta avmarking fyri ferðsluna. Í
Mykines er eitt sindur øðrvísi, tí
gøtan út á Hólman er ein gomul
bygdagøta. So har eru teir kanska
farnir eitt sindur ov langt, men
man skilur teir væl, tá man sær
lundalandið. Tað sær øgiligt út,
sigur hann.
Tó at bøndurnir hava fullan
rætt at gera sum teir vilja, so mælir
Ronnie Thomassen kortini til eitt
kompromi, har nakrar nýggjar
gøtur verða gjørdar, ið vísa tey
økir, ið ferðafólk gjarna vilja vitja.
- Man kann útbyggja bygda
gøturnar við at gera nakrar gøtur
til nøkur serlig vøkur støð. So er
ferðslan á teimum gøtunum, með
an onnur økir fáa frið. Men tað má
gerast í semju við tey, ið varða av
høvunum, tí um man fer inn at
gera slíkar gøtur, ger man seg inn
á ognarrættindini til tey lunnindi,
ið tey fólkini hava, sigur hann og
samanber tað við vetrarbit.
- Í grundini tað sama man
skal gera, um man vil gera gøtur
í haganum. Tá skal eigarin hava
endurgjald fyri mist lunnindi,
sigur hann.
Tað einasta, ið man ikki má
gera, er at broyta verandi lóggávu,
metir Ronnie Thomassen.
- Man má ikki siga, at nú gera
vit fría ferðslu í høvunum, tí tá ger
man seg inn á eina lóggávu, ið er
so gomul og greið, at tað er elsta
lóggáva, ið vit hava í Føroyum.
Slíkt kann man ikki bara broyta
við einum pennastroki á løgtingi,
sigur hann.
Í
GUM
- Í nýggjari tíð hevur man ikki
handhevja lóggávuna so strangt, ið
hon ljóðar. Ongin er t.d. farin eftir
børnum, um tey eru farin niðan í
hagan í einari bygd. Men tá tað nú
er ein skipað vinna, ið tekur sær nøkur rættindini í
haganum, so sigur tað seg sjálvt, at tey, sum varða av
høgunum og hava lóggávuna á sínari síðu, reagera
- At siga, at lóggávan á økinum er
ógreið, sum partur av Vinnumála
ráðnum og ferðavinnuni siga, tað
passar ikki. Lóggávan er so greið, ið
hon yvirhøvur kann vera, og tað hevur
hon verið síðan 1298