Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 2. desember 2004 19 Á tíðindafundi í bygninginum hjá FJM við Fjøruvegin í Runavík mikudagin varð kunngjørt, at P/F FJM í Runavík og P/F Tórshavnar Skipasmiðja leggja saman frá 1. januar 2005 at rokna SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo FJM er maskinverkstaður, ið serliga hevur lagt seg eftir at veita fiskivinnuni ymiskar loysnir úr rust- fríum stáli. Fyritøkan hevur samstarvað við Tórshavnar Skipasmiðju í eini 15 ár, og partarnir eru samdir um, at samanleggingin "staðfestir í roynd og veru bert form- liga, at gamal kærleiki rustar ikki..", sum partartin taka til, nú avgerðin er tikin. - Fyri kappingina við út- heimin hevur samanlegg- ingin stóran týdning. Dygd- irnar hjá fyritøkunum og teimum tilsamans 250 starvsfólkunum renna nú saman, og førleikin at veita fiskivinnuni og flotanum annars heildarloysnir fyri kappingarførar prísir prís verður mentur, siga feløg- ini. P/F FJM er stovnað í 1986, og øll árini hevur fyritøkan lagt seg eftir nýhugsan at menna nýggjar vørur. FJM verður í dag hildið at vera fremsta før- oyska virkið, tá ið ræður um at veita fiskivinnuni á sjógvi og landi framleiðslu- tól og lutir úr rustfríum stáli. Frithleif Olsen er stjóri og ein av eigarunum í FJM. Hann sigur seg vera nøgdan við drúgva samstarvið, sum hevur verið við Tórshavnar Skipasmiðju. - Nú hava so leiðsla og eigarar í felagnum ynskt at staðfesta hetta samstarv endaliga við at leggja sam- an við Tórshavnar Skipa- smiðju. Teir, sum standa aftanfyri FJM, vænta, at formliga samanleggingin kemur at gera hendan partin av nýggja felagnum uppaftur betur føran fyri at kappast um marknaðin. - Samanleggingin ger samstarvið lættari, og vit fáa tískil gagnnýtt góða tilfeingið av starvsfólki og útbúnaði hjá báðum fyri- tøkunum enn betur. Fyri okkum á Skálafjørðinum er tað eisini gott, at skipa- smiðjan á Skála og FJM, ið liggja so nær hvør øðrum, eru saman um skipini, ið koma á Skálafjørðin, sigur Frithleif Olsen, sum annars ikki vil upplýsa, hvussu av- talan millum FJM og Tórs- havnar Skipasmiðju er skrúvað saman fíggjarliga. Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, fegnast eisini um saman- leggingina. Ikki minst tí, at Skipasmiðjan og FJM í felag fara at standa sterkari mótvegis útheiminum. - Fyri okkum er tað týdn- ingarmikið at varðveita førleika og arbeiðspláss í landinum, og hetta gerst best við at bøta um møgu- leikan at veita heildar- loysnir. Hann vísir á, at FJM er kent sum eitt dygdartilvitað virkið, og útboð av rustfrí- um stálloysnum til fiski- vinnuna hóskar væl saman við teimum tænastum, sum Tórshavnar Skipasmiðja veitir í dag. - Vit fegnast serliga um, at samanleggingin styrkir okkum í hørðu kappingini við virki og arbeiðspláss uttanlands, sigur Gunnar Mohr. Umframt at Frithleif Ol- sen verður leiðari á verk- staðnum í Runavík, tekur hann eisini við sum leiðari á Skála Skipasmiðju. Samanleggingin hevur eisini við sær, at starvs- fólkini hjá Runavíkar Mekaniska Verkstaði, ið hoyrir til Tórshavnar Skipa- smiðju, flyta út í hølini hjá FJM við Fjøruvegin, har fe- løgini meta, at umstøðurnar eru tær bestu, bæði fyri starvsfólk og viðskiftafólk. ‘ - Sostatt fer FJM at kunna nøkta allan vanligan smiðjutørv í eini og somu smiðju, siga Frithleif og Gunnar Mohr. Í bygninginum hjá FJM í Runavík fara nú at starvast sløk 40 fólk. Øll starvs- fólkini hjá FJM halda fram í fyritøkuni, og starvsfólk- ini á Skála Skipasmiðju verða eisini tey somu – ella umleið 75 í tali. Í juni í 2004 keypti før- oyska framtaksfelagið NOTIO allar ognir frá Samtakinum Tórshavnar Skipasmiðju, ið snúgva seg um skipasmíð, umvælingar, keyp, sølu og umboðs- mannavirksemi. Føroyingar eiga sløk 75 prosent av NOTIO. Eftir at føroyska fram- taksfelagið keypti Tórs- havnar Skipasmiðju, varð Gunnar Mohr sitandi sum stjóri, og nú frá 1. desemb- er verður Magnus Magnus- sen stjóri aftrat Gunnari. FJM í Runavík og Tórshavnar Skipasmiðja leggja saman Teir fýra, sum í dag eiga P/F FJM. Í miðjuni stendur Gunnar Mohr, stjóri á P/F Tórshavnar Skipasmiðju Mynd: Vilmund Jacobsen