hósdagur 2. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 231 - 2. desember 2004
3. partur
Trúvirðið í Norrønu-
frágreiðingini
Eftir Anni á Hædd,
løgfrøðingi
Hvat er tað, sum vanliga
verður brúkt sum máti-
stokkur, tá metast skal um
trúvirðið í einum kanning-
ararbeiði, sum Skipaeftir-
litið hevur gjørt í Norrønu-
málinum?
Viðurkendir kanningar-
hættir eru til ymisk sløg av
kanningum. Hóast Skipa-
eftirlitið ikki kann sigast at
hava drúgvar royndir at
gera kanningar og at skriva
kanningarfrágreiðingar
sambært grein 13 í lógini
um trygd á sjónum, so skal
Skipaeftirlitið
í
sínum
kanningarhátti lúka nøkur
minstukrøv fyri at lesarin
og almennu Føroyar skulu
hava álit á tær staðfestingar
og niðurstøður, sum verða
gjørdar í kunngjørdu frá-
greiðingini. Hvørji minstu-
krøv eru tað, sum lesarin
eigur at leggja seg eftir?
Eitt minstakrav er, at
samanfall er ímillum tað, ið
Skipaeftirlitið sigur
seg
gera og so tað, ið Skipa-
eftirlitið veruliga
hevur
gjørt. Á síðu 3 í frágreið-
ingini vísir Skipaeftirlitið á,
at kanningarnar hava fevnt
um 10 evni, m.a. "viðgerð
av viðmerkingum til upp-
skot til frágreiðing" og
"eftirfylgjandi kanningar í
sambandi við viðmerkingar
til uppskot til frágreiðing".
Trupulleikin er, at tað fram-
gongur ikki av frágreiðing-
ini, um Skipaeftirlitið veru-
liga hevur viðgjørt inn-
komnar viðmerkingar ella
um Skipaeftirlitið veruliga
hevur gjørt kanningar, ið
hava havt samband við inn-
komnu viðmerkingarnar.
Hví Skipaeftirlitið sigur
seg hava gjørt tað, uttan
samstundis at skjalprógva
tað, minkar rættiliga nógv
um trúvirðið í frágreiðing-
ini. At Skipaeftirlitið so-
leiðis brýtur viðurkendar
aðalreglur innan kanning-
arhátt avdúkar, at Skipa-
eftirlitið ikki hevur havt
nøktandi førleika at fremja
neyðugu kanningarnar og
ei heldur førleika at skriva
eina eftirfarandi kanningar-
frágreiðing.
Eitt annað minstakrav er,
at samsvar er millum tað, ið
Skipaeftirlitið sigur seg
kunna staðfesta, og so tað
próvførslu, ið verður førd
fram sum grundarlag fyri
hesum. Ein viðurkendur
kanningarháttur er, at onki
verður ført fram, uttan at
ein kann vísa á keldutilfar,
sum undirbyggir staðfest-
ingarnar. Fyri ein almennan
myndugleika, sum er bund-
in av fyrisitingarligum regl-
um, eru hesi krøv serliga
týðandi, tí lýkur myndug-
leikin ikki minstukrøvini,
missir almenningurin álit á
myndugleikanum
og
í
síðsta enda kunnu spurn-
ingar um rættartrygd taka
seg upp millum manna. Ein
kann fara so langt sum at
siga, at krøvini til álit og
trúvirðið herðast í førum,
har ein almennur myndug-
leiki skal virka sum kann-
ingarmyndugleiki.
Sum dømi um, at sam-
svar ikki er millum tað, ið
Skipaeftirlitið sigur seg
kunna staðfesta, og so tað
próvførslu, ið verður førd
fram, verður víst til brot 6 á
síðu 7. Her staðfestir
Skipaeftirlitið, at "Norrøna
hevði framtøkumegi og
manøvrueginleikar, ið virk-
aðu, sum tey skuldu í tíðar-
bilinum,
hendingin
fór
fram roknað frá kl. 11.41,
tá byrjað varð at taka
ferðina av skipinum til tað
kom at liggja við Viðarnes-
bryggjuna millum kl. 12.05
og kl. 12.10." Hetta stað-
festir Skipaeftirlitið uttan
grundgeving.
Skommin
hjá Skipaeftirlitinum er
fullgjørd, tí staðfestingin er
í andsøgn við fleiri aðrar
upplýsingar í frágreiðingini
og eisini aðrar staðfest-
ingar, sum Skipaeftirlitið
hevur gjørt. Sum dømi
kann nevnast fyrsta reglu-
brot undir broti 6.4, har
Skipaeftirlitið
staðfestir
hetta:
"Á veg innaftur skuldi
skiparin taka manøvru-
pultin í stýriborðssíðu í
nýtslu, men tað eydnaðist
ikki. Hann virkaði ikki.
[Hann virkaði ikki]. Síð-
ani fór skiparin innaftur
miðskips, men av tí at eingi
ljós vóru í manøvrupultin-
um har, varð ikki tikið í
handtøkini, og skipið rak
inn aftur ímóti viðarnes-
bryggjuni." [... av tí at ongi
ljós vóru har...] ...ja, so er
tað kanska ikki so løgið, at
skiparin helt, at miðskips-
pultur heldur ikki virkaði?
Og forrestin, so staðfestir
Skipaeftirlitið
sanniliga
eisini her, at skipið rak inn
aftur [rak inn aftur] hóast
Skipaeftirlitið
sjálvandi
meinar at skipið sigldi á.
Ein nærlestur av sjófrá-
greiðingini, sum Skipa-
eftirlitið hevur ómakað sær
at endurgeva í sínari frá-
greiðing
um
Norrønu-
málið, lýsir, hvat skiparin,
yvirstýrimaður, 1. stýrmað-
ur og róðursmaðurin - undir
vitnisábyrgd - hava greitt
frá um tilburðin í sjórætt-
inum bert fýra dagar eftir
hendingina. Gingið kann
verða út frá, at hendingin tá
enn hevur staðið ljóslivandi
fyri teimum.
Í
sjórættinum
hevur
brúgvamanningin vitnað, at
stýriborðspultur ikki rigg-
aði og róðursmaðurin stað-
festi, at maskinmegin var
farin. 1. stýrimaður hevur
enntá vitnað, at "einki
skrúvuvatn var at síggja".
Hetta eru stór orð: onki
riggaði, maskinmegin var
farin, onki skrúvuvatn
var at síggja o.s.fr. Men
skulu vit trúgva Skipaeftir-
litinum, so hevði Norrøna
"framtøkumegi og man-
øvrueginleikar, ið virkaðu,
sum tey skuldu" meðan
hendingin fór fram. Hvussu
vita teir tað? Hvørja próv-
førsla hava teir at føra fram,
sum objektivt kann stað-
festa tað?
Tað, at Skipaeftirlitið av
illum ikki bjargaði sær
upplýsingarnar úr "svarta
kassanum" gruggar málið
uppaftur
meira.
Eftir
stendur, at Skipaeftirlitið
kastar um seg við stórum
staðfestingum uttan próv-
førslu, meðan útsagnir frá
brúgvamanningini
verða
skúgvaðar til viks, sum
vóru tær ósagdar ella
ósannar, hóast tær í hesum
førinum eru givnar undir
vitnisábyrgd.
Eitt tað fúlasta er tó, at
Skipaeftirlitið ikki hevur
kannað - og ei heldur sett
sær sjálvum spurningin -
um tað ikki er sannlíkt at
brúgvamanningin
sigur
satt, tá hon hevur vitnað, at
manøvrupultarnir ikki virk-
aðu, at ongin maskinmegi
var - hóast motorarnir ikki
steðgaðu.
Skipaeftirlitið
tekur tað sum givið, at tá
motorarnir hava verið í
gongd alla tíðina, so hava
allar tekniskar skipanir, ið
tryggja sambandi millum
brúgv og maskinu, eisini
virkað fullgott alla tíðina.
Hvørjum
skulu
vit
trúgva? Er "frágreiðingin"
frá Skipaeftirlitinum meiri
álítandi
enn
vitnisfrá-
greiðingar frá manningini?
Hvat skal ein byggja trú-
virðið hjá Skipaeftirlitinum
á?
Ein annar spurningur er,
um valda orðalagið hjá
Skipaeftirlitinum í frá-
greiðingini er neutralt ella
ikki.
Ein
hin
fremsta
ábyrgdin hjá einum kann-
ingarmyndugleika
er at
bera úrslitið av kanningar-
arbeiðinum fram objektivt
og neutralt. Tað verður alt
ov drúgt og rúgvismikið at
taka fram øll dømi, sum eru
í frágreiðingini frá Skipa-
eftirlitinum,
men
eitt
"klassiskt" dømi skal takast
fram her:
Á síðu 24, enntá undir
brotinum greining (t.e.
analysa), staðfestir Skipa-
eftirlitið soleiðis:
"Simuleringarnar
av
innsiglingini í Tórshavnar
havn henda dagin vísa, at
tað bar til at sigla inn, men
tað var ikki pláss fyri
feilmanøvrum. Um bakkað
varð við stýriborðsskrúvu,
siglt varð fram við bak-
borðsskrúvu, róðrið hart
stýriborð, bar væl til at fáa
skipið upp móti vindinum
og at sigla inn í Tórshavnar
havn."
Skipaeftirlitið aftrar seg
sostatt ikki fyri at brúka so
sterk og insinuerandi ella
illgitandi orð sum "tað var
ikki pláss fyri feilmanøvr-
um". Harafturat staðfestir
Skipaeftirlitið í sama reglu-
broti, at tað "bar væl til at
fáa skipið upp móti vind-
inum og at sigla inn í Tórs-
havnar havn". Hvussu væl?
Ordiliga væl? Akkurát?
Ringt hjá mær og øðrum
lesarum at meta um, men
Skipaeftirlitiði hevur so
staðfest, at pláss var ikki
fyri feilmanøvrum. Hin
gløggi lesarin hevur longu
staðfest, at pláss var ikki
fyri
feilmanøvrum
í
simulatorinum og at tað
bar til at sigla inn í Tórs-
havnar havn, tí simula-
torin hevði ikki fingið
inntasta krav um, at skipið
skuldi leggjast at bryggju.
Ei heldur hevði simulatorin
fingið inntasta hámarks-
ferðina, sum er galdandi
fyri innsigling í Tórshavnar
havn, og tí bar tað væl til
hjá Skipaeftirlitinum at
sigla inn í hylin við 8 míls
ferð, hóast hægst loyvda
ferð er tað hálva. Hevði
Skipaeftirlitið veruliga siglt
Norrønu inn í hylin, høvdu
teir fingið bót fyri brot á
hámarksferðina. Men all-
right, teir spældu sær jú í
simulatori. 15. januar var
veruleiki fyri skipara og
manning umborð á Norr-
ønu.
Trúvirðið í Norrønu-
frágreiðingini er í stóran
mun eisini tengt at spurn-
inginum, um Skipaeftirlitið
hevur megnað at upplýsa
málið
til
fulnar,
um
Skipaeftirlitið hevur megn-
að at meta og viga javn-
settar upplýsingar og út frá
einari heildarmeting av øll-
um upplýsingum at draga
lesaran til eina niðurstøðu,
ið framgongur sum einasta
rætta niðurstøðan.
Les
frágreiðingina
á
www.fma.fo
og
met
sjálv/ur, um Skipaeftirlitið
hevur megnað tað.
Í fjórða og síðsta parti
verður nomið við aðrar
leysar endar í kanningarar-
beiðinum hjá Skipaeftir-
litinum og drigið verður
samanum.
VIÐMERKINGAR
Er Norrønufrágreiðingin frá Skipaeftirlitinum
eitt sjuskverk?