Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MB bíðar eftir svari Í MB eru tey nú farin at ótolnast eftir, at Dóms- nevndin hjá FSF skal taka støðu í kærum, sum felagið hevur sent inn. MB finst í opnum skrivi til FSF at, at dómsnevndin enn ikki svarað kærunum, sum felagið hevur sent inn ávíkavist 5. og 12. nov- ember. Í reglugerðuni fyri dómsnevndina hjá FSF stendur m.a. »Í seinasta lagi tvær vikur aftaná at dómsnevndin hevur móttikið kæru, skal hon gera úrskurð og kunna partarnar um hann í innskrivaðum brævi.« Petur Evan Djurhuus, sum er formaður í dómsnevndini ásannar, at nevndin ikki hevur viðgjørt kæruna, men hetta verður fyrsta dag- in, sigur hann. – Tað hevur tíverri drigið út. Vit hava hvør í sínum lagi verið ógvu- liga upptiknir, men vón- andi verður ein úr- skurður gjørdur í hesi vikuni, staðfestir hann. Tær báðar kærurnar, sum MB hevur sent inn, viðvíkja nýtsluni hjá SÍF av Rúna Olsen í dystinum millum SÍF og MB tann 3. november. Og at FS Vágar í kapp- ingarárinum 2004 hevur gjørt nýtslu av Birgir Joensen, sum felagið sigur hevur spæliloyvi í SÍ – og ikki í FS Vágar. Hartil skal dóms- nevndin eisini taka støðu til kæru frá B68. Toftamenn kæra, at brasilski álopsleikarin, Anderson, skal hava fingið leikbann í 8 dyst- ir eftir útvísingina í seinasta umfarinum av landskappingini. -jm Danskur toppvenjari sum stuðul Avtala er fingið í lag um samstarv við Preben Larsen, sum skal hjálpa til í venjingini av yngru leikarunum hjá feløgunum BORÐTENNIS Jákup Mørk Næst seinasta vikuskifti var danski venjarin fyri fyrstu ferð við til venjingar hjá feløgunum. Talan var um ein bruttohóp upp á 16 leikarar úr Tór og TBF, og saman við Peturi Niclasen varð so koyrt á leikararnar. Sagt verður, at ætlandi skal danski venjarin vitja her á landi við jøvnum millumbilum, og er vónin, at hetta fyrst og fremst kann skapa ein størri áhuga fyri borðtennis í Føroyum. Hartil er ætlanin sjálv- andi eisini at hækka um støðið á føroyskum borð- tennis, soleiðis at talan framyvir kann gerast um munandi harðari kapping millum leikararnar. Eitt nú hevur Petur Niclasen sjálv- ur verið mest sum einaráð- andi innan ítróttina, síðani hann í 1984 fyri fyrstu ferð vann FM-heitið, og tað er sjálvandi ikki serliga mennandi fyri ítróttina. Um Preben Larsen er annars at siga, at hann verð- ur roknaður millum allar bestu venjararnar innan borðtennis í Danmark. Hann hevur útbúgving sum elituvenjari, og eitt nú er hann persónligur venjari hjá Christoffer Poulsen, sum spælir á danska lands- liðnum, umframt at hann eisini venur fleiri aðrar danskar topp-leikarar. Í Danmark er borðtennis í løtuni ein ítrótt í stórari framgongd. Team Dan- mark, sum hevur til enda- máls at stuðla elitu-ítrótti, hevur fyri stuttum boðað frá, at teir síggja borðtennis sum eina ítrótt, har heilt stórir menningarmøguleik- ar eru. Preben Larsen er ein maður, sum uttan iva kann geva sera holla leiðbeining til ungar føroyska borðtennisleikarar Hósdagin fara fýra før- oyskir svimjarar til Nærum á Sælandi, har tey skulu taka lut í NJM-kappingini. Tey fýra, sum landsliðs- venjarin, Petur Heðin á Fløtti hevur tikið út, eru Per S. Hansen og Beinir Dani- elsen úr Flot, og Jutta Thomsen og Anna K. Eyst- urberg úr TS Sagt verður, at NJM er ein sera sterk kapping, so føroysku svimjararnir sleppa veruliga at royna seg. Luttakararnir í kapp- ingini eru úr Danmark, Ís- landi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi, Noreg og so Før- oyum. Føroysku svimjararnir koma aftur mánadagin. -jm Fýra svimjarar til Danmarkar Per S. Hansen, Beinir Danielsen, Jutta Thomsen og Anna K. Eysturberg fara hósdagin til Danmarkar at kappast í NJM Nr. 231 • hósdagur • 2. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo