Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 231 - 2. desember 2004 Dramatisk FM-finala Talan var um eina framúr væl eydnaða kapping, tá FM- finalan fyri ung í talvi varð hildin seinasta leygardag TALV tíðindaskriv Talvsamband Føroya skipaði fyri FM-finalu í talvi fyri ung leygardagin 27. november 2004. FM kappingin varð hildin í Argja skúla og kundu karmarnir rundanum kapp- ingina harvið ikki verið betri. Telvararnir í finaluni høvdu kvalifiserað seg í undankappingum sum ver- ið hava í Miðvági og á Oyr- arbakka í november mánað. Tilsamans luttøku 34 telvarar í finaluni. FM - kappingin er skipað í 5 aldursbólkum: bólkur ár luttakarar A - bólkur: Aldursb. 17-19 ár 4 B - bólkur: Aldursb. 15-16 ár 6 C - bólkur: Aldursb. 13-14 ár 8 D - bólkur: Aldursb. 11-12 ár 8 E - bólkur: Telvarar 10 ár og yngri 8 Í finaluni telva allir í móti hvørjum øðrum - t.v.s. 7 umfør fyri teir størstu bólk- arnar. Umhugsunar-tíðin var 1/2 tími í part til hvør talvið. Umframt at gerast før- oyameistari í sínum aldurs- bólki, luttekur viðkomandi í Norðurlandameistara- skapinum í skúlatelving, sum í ár verður í Oslo í Noregi í februar mánað 2005. Nummar 2 í hvørjum bólki luttekur somuleiðis í NM-kappingini. T.v.s. at Talvsambandið/Føroyar luttekur við 10 telvarum - luttøkutalið er sostatt ájavnt tí onnur norðurlond luttaka við. Norðurlond skiftast um at halda kappingina. Finalan gjørdist sera spennandi og intens í fleiri av bólkunum. Í ikki færri enn 3 av 5 aldursbólkum stóð á jøvnum í stigum tá vanliga kappingin var telvd og tískil var neyðugt við umtalvum til tess at stað- festa hvør skuldi umboða Føroyar við NM og enntá fyri B - bólkin - hvør skuldi gerast Føroyameistari. A - bólkur: Aldursbólkur 17-19 ár Greiði favoritturin í final- uni, Olaf Berg, vann ikki óvæntað kappingina í bólk- inum. Telvað vórðu 6 talv og fekk hann 5 stig. Við hesum tryggjaði hann sær samstundis luttøku til NM- kappingina. Olaf hevur lut- tikið í NM í fleiri umførum og vunnið heiðursmerki til Føroyar. Spenningurin var stórur, hvør av hinum - javnt- sterku - telvarunum í bólk- inum gjørdist nr. 2 og harvið eisini luttekur í NM. Sjúrður Thorsteinsson legði støðið undir einari, fyri hansara viðkomandi, góð- ari kapping, tá hann megn- aði at vinna á Olafi í øðrum umfari og tá avtornaði hevði hann vunnið NM- plássið sannførandi. Hetta er á fyrsta sinni, at Sjúrður luttekur í NM kapping. Nr Telvari Stig 1 Olaf Berg (HT) 5 2 S. Thorsteinsson (VT) 4 3 Rani Baldursson (KTF)2 4 Jákup D. Joensen (HT) 1 B - bólkur: Aldursbólkur 15-16 ár Føroyameistari 2004 í B- bólkinum gjørdist, eins og í 2003, Jón Gregersen úr Sandavágs Talvfelag. Rógvi Mortensen úr Havn- ar Telvingarfelag sum hevði staðið seg væl í undankapp- ingunum luttók ikki í fin- aluni og tískil var spenning- urin stórur, hvør mundi fáa annað NM plássið. Tá kappingin var telvd stóð á jøvnum ímillum Jón Greg- ersen, Henry Berg og Inga W. Joensen og drúgva um- dystin vann Jón Gregersen við 3,5 stigum, meðan Henry Berg fekk 1,5 stig og Ingi W. Joensen 1 stig. Harvið hevði Henry Berg úr Havnar Telvingarfelag vunnið sær NM plássið. Spennandi telvari, sum ikki áður hevur roynt seg í hesum høpinum. 1 Jón Gregersen (ST) 4 2 Henry Berg (HT) 4 3 Ingi W. Joensen (MT) 4 4 Arnh.Simonsen (HT) 2 5 D. Johannesen (Rókur)1 6 Andr. Simonsen (HT) 0 C - bólkur: Aldursbólkur 13-14 ár Føroyameistari 2004 í C- bólkinum gjørdist Helgi Dam Ziska. Helgi telvdi undankappingar og finalu uttan at tapa eitt einasta talv. Tá kappingin var telvd, stóð á jøvnum um 2. pláss- ið og harvið NM plássið, ímillum Rógva Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag og Margar Berg úr Havnar Telvingarfelag. Eftir dram- atiskan umdyst við 4 talv- um, har hvørgin vildi geva seg, dróg Rógvi at enda longra stráðið. Undan fin- aluni var væntandi at kappingin fór at vera intens ímillum hesar báðar og so var av sonnum. Rógvi og Helgi luttóku í seinastu NM kappingini sum var í Svøríki. 1 Helgi Ziska (HT) 6 2 R. Dragaberg (KTF) 5,5 3 Margar Berg (HT) 5,5 4 Herb. Hansen (KTF) 4 5 Bogi Hansen (KTF) 2,5 6 Jaspur Enghamar (HT) 2 7 Jón Olsen (KT) 1,5 8 Christoffur Dam (KT) 1 D - bólkur: Aldursbólkur 11-12 ár Føroyameistari 2004 í D- bólkinum gjørdist Hjalti Toftum Jógvansson, úr Havnar Telvingarfelag. Sum væntað gjørdist kapp- ingin hørð ímillum Hjalta, Rógva Nielsen og Rúna Vørmadal. Saman við Rógva Nielsen úr Sanda- vágs Talvfelag, sum varð nr. 2, luttekur Hjalti í NM í Noreg. Á triðja sinni upp í slag, luttaka hesir báðir í NM. Men tað var um repp- ið, at hetta miseydnaðist hjá Rógva, tí undan sein- asta umfarinum vóru vónir- nar fyri hesum smáar, tí Rúni Vørmadal úr Vest- manna Talvfelag lá til at vinna kappingina og hevði Rógvi tá verið ov stuttur. Men tá Rúni heilt óvæntað tapti seinasta talvið, var eisini í hesum bólkinum neyðugt við umdysti um annað NM plássið. Òivað var Rúni sera vónbrotin um, at hann soleiðis misti alt á stokkinum og í um- dystinum vann Rógvi Niel- sen sannførandi 2 - 0. Men tað er onki at taka seg aftur í, at evnaríki vestmenning- urin kemur sterkt aftur næstu ferð. 1 H. T. Jógvansson (HT) 6 2 R. E. Nielsen (ST) 5,5 3 Rúni Vørmadal (VT) 5,5 4 Heiðr. Jacobsen (HT) 4 5 Marni Kruse (Rókur) 3 6 S. Bjarkason (Rókur) 2 7 O. R. Samuelsen (HT) 2 8 J. Gudmundssen (ST) 0 E - bólkur: Telvarar 10 ár og yngri Føroyameistari 2004 í E- bólkinum, sum umboðar yngstu telvararnar, gjørdist Høgni E. Nielsen úr Sanda- vágs Talvfelag. Høgni vann kappingina sannførandi og fekk 6,5 stig út av 7 møgu- ligum. Høgni er bróður Rógva í D-bólkinum. Bert 7 ára gamal, verður Høgni yngsti føroyski luttakarin í NM-høpi nakrantíð. Spenn- andi verður hvussu fer at roynast. Nr. 2 í bólkinum varð Jóhann Vørmadal úr Vestmanna Talvfelag og luttekur hesin eisini í kom- andi NM. Hann er bróður Rúna Vørmadal í D-bólk- inum. 1.H. E. Nielsen (ST) 6,5 2 Jóhann Vørmadal (VT) 5 3 J. E. Joensen (VT) 4,5 4 J. E. Nielsen (ST) 3,5 5 Hørdur Johansen (ST) 3 6 Bárður J. Stórá (VT) 3 7 Sølvi Egilsson (ST) 2,5 8 Rúni Jacobsen (HT) 0 Í NM kappingini í Noregi í 18. - 20. februar 2005 lut- taka sostatt hesir telvarar: Úr Havnar Telvingarfelag: Olaf Berg Henry Berg Helgi Dam Ziska Hjalti Toftum Jógvansson Úr Sandavágs Talvfelag: Jón Gregersen Rógvi E. Nielsen Høgni E. Nielsen Úr Vestmanna Talvfelag: Sjúrður Thorsteinsson Jóhann Vørmadal Úr Klaksvíkar Talvfelag: Rógvi Dragaberg Helgi Ziska, sum her sæst telva móti Herborg Hansen, vann kappingina fyri tey 13-14 ára gomlu