Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 2. desember 2004 23 Bahá’í Miðstøðin Opið hús fríggjadagin 3. des. kl. 20.00. Evnið:Tónleikur Pedagogar Til sambýli á Rúnarvegi Serstovnadeildin søkir eftir pedagogi við fyribils tænastu á Sambýlinum á Rúnarvegi 3, í Runavík. Serstovnadeildin er skipað undir Heimarøktini og Serforsorgini.Starvið er leyst til setan 1.januar 2005 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sum tænastumannastarv, eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, lønt stigini 24-33 eftir lønartalvu pr. 01.10.04 Sambýli er upprættað til 5 menningatarnað fólk, sum eru væl fyri, og uppgávan hjá umsøkjarunum verður sostatt at vegleiða íbúgvarnar í øllum tí,sum tey hava tørv á. Tað verður kravt av tær: • At tú við tíni pedagogisku vitan, kann menna hvønn av teimum sum búgva í Sambýlinum,til at húsast saman í felagsskapið hvør við annan, bæði til innanhýsis viðurskiftir og í samfelagnum sum heild. • At tú vil skapa trivna,og á ein pedagogiskan hátt tryggjar okkara íbúgvum menningarmøguleikar, soleiðis at teir koma í fyrstu rekkju, og saman við íbúgvunum finnur útav, hvussu innihaldið í dagligdegnum skal virka. Somuleiðis er tað av týdningi, at tú hevur vilja til at samskifta við okkara avvarðandi og tey sum vit umgangast dagliga. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skiftandi vaktir + vikuskiftir og heilidagar. Starvsøkið er allur stovnurin, og tann setti kann rokna við at fáa aðrar uppgávur aðrastaðni í skipan- ini, um tørvur gerst á tí. Eru nærri spurningar til starvið, kunnu tit venda tykkum til Oddfríðu Højgaard leiðara á tlf. 226121 Ert tú áhugað/ur,so send eina umsókn við avritið av prógvum, viðmælum v.m. innan tann 16 des. 2004 Umsóknir skulu stílast til: Sambýli á Rúnarvegi Att. Leiðarin Rúnarvegur 6 FO-620 Runavík Alment skeið á Fróðskaparsetri Føroya – várið 2005 P r ó v s k e i ð í f ø r o y s k u m – føroyskt fyri føroyingar Á skeiðnum lærir tú at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt í arbeiði og ger- andislívi og tú fær betri fatan av føroyska málin- um. Skeiðið byrjar á Sjómansskúlanum 31. januar 2005 og endar við próvtøku hálvan mai 2005 (12 vikur). Undirvísing er mánadagar og mikudagar, báðar dagar kl. 17.15-19.30. Tilrádd fortreyt er føroyskt á miðnámsskúlastigi ella samsvarandi. Lærari: Lena Reinert Nágreiniligari upplýsingar og tilmeldingarbløð eru at fáa á setursskrivstovuni.Tilmeldingarfreist- in er sett til 14. januar 2005. Næmingatalið er avmarkað; næmingar verða upptiknir,sohvørt til- meldingarnar koma inn, til talið er fult. Tilmeldingargjaldið er 650 kr. Fyri próvtøku í føroyskum gjalda næmingar 300 kr. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broyt- ingum. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00 J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 110 Tórshavn www.setur.fo Fulltrúi Av tí at eitt av okkara starvsfólkum er farið í ann að starv, verður søkt eftir fulltrúa til Vinnumála- ráðið. Høvuðsuppgávur: Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru: • At ráðgeva landsstýrismanninum og stjóranum • Gera uppskot til lógir og kunngerðir • Málsviðgerð • Kæruviðgerð Starvið er sera áhugavert við skiftandi upp- gávum og við nógvum samskifti úteftir. Førleikakrøv: Tú hevur: • Útbúgving frá hægri lærustovni sum løgfrøðingur, búskaparfrøðingur, ella líknandi, • kunnleika til EDV, og • dugir væl føroyskt og enskt Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt onnur aðalstýri. Vit bjóða flex-tíð og góðar skeiðs- og eftirút- búgvingarmøguleikar. Umsókn við prógvum, CV o.ø. skal verða send til: Vinnumálaráðið Postrúm 377 110 Tórshavn Freist: Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 16. desember 2004. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Arna Poulsen, tlf. 356070. VINNUMMÁLARÁÐIÐ Venjingarskúlin Stuðulsfólk til næming við serligum tørvi Søkt verður eftir stuðulsfólki til næming í 1.flokki at arbeiða 16 t/v. Tíðarskeiðið er 1. januar 2005 til 30. juni 2005. Løn eftir sáttmála við Føroya Pedagogfelag. Fyrimun hava umsøkjarar við pedagogútbúgving og/ella royndum í mennandi stuðulsarbeiði. Umsóknin við avriti av møguligum próvskjølum/ viðmælum má vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 14. desember 2004. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til skúla- stjóran, tlf. 213502. Skúlastýrið við Venjingarskúlan v. Gunri Johannesen Blankagøtu 10 100 Tórshavn Lesið Sosialin - so eru tit við