Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019 SOSIALURIN 40 17 flokkurin gekk 10 pros­ent fram, meðan Sam­bands­ flokk­urin gekk 8,9 pro­sent aftur, og Fólka­flokk­urin 4 prosent aftur í Havn. Skal hendan gongdin hjá Sam­bandsflokkinum og Fólka­flokkinum broyt­ ast, so krevur tað, at flokkarnir koma við valevnum, sum kunnu fáa nógvar atkvøður. Tey sum fingu flestar at­kvøður hjá flokkunum í Havn á valinum seinast vóru:  Javnaðarflokkurin Aksel V. Johannesen: 903 atkvøður Tjóðveldi Høgni Hoydal: 675 atkøvður. Framsókn Poul Michelsen: 425 atkøvður Fólkafokkurin Annika Olsen: 406 atkvøður Sambandsflokkurin Kaj Leo Holm Johannesen: 303 atkvøður Miðflokkurin Jenis av Rana: 236 atkvøður. Sjálvstýri Jógvan Skorheim: 63 atkvøður Leggja nógv á Anniku Enn kenna vit ikki upp­ still­ing­ar­list­ar­nar hjá flokk­u­num. Hóast flokkar hava boð­að frá nýggjum val­evn­um, so er enn eingin kom­in upp á banan, sum vit kunnu meta sum »at­ kvøð­u­slúk«. Fólka­flokk­ur­ in hevur boð­að frá, at Annika Olsen stillar upp, hó­ast hon ikki fer frá sum borg­a­r­stjóri og tí ikki fer at møta á tingi. Men hon var eis­ini við sein­ast, tá tað gekk søguliga illa hjá Fólka­flokk­inum í Havn. Hon má gera eitt ordas hál hesaferð, um hon skal lyfta Fólkaflokkin í Havn. Nú er Tjóðveldi farið við Sonju Hjá Javnaðarflokkinum vita vit, at Sonja Jógv­ans­ dótt­ir ikki er á lista­num. Hon fekk triðfelstar at­ kvøð­ur í Havn seinast, 453. Hon er nú á listanum hjá Tjóð­veldi. Megnar hon eitt eins gott val hesaferð, so fella tær at­kvøð­ur­nar til Tjóð­veldi og harvið til sam­gonguna. Tjóðveldi hevur nógv sterk fólk í Suð­ur­streymi. Við Høgna Hoy­dal, Krist­ inu Háfoss, Sonju Jógv­ ans­dóttir, Bjørt Sam­u­el­ sen, Katr­in Kallsberg og Magna Arge – fleiri, sum fáa 100tals at­kvøður í part. Slíkt hjálpir so sera væl. Framsókn hóttir Fólkaflokkin Størsti kappingarneyti hjá Fólk­a­flokk­i­num í Havn er Fram­sókn. Tað var um repp­ið sein­ast, at Fram­ sókn yv­irhálaði Fólka­ flokk­in í Havn. Tað at Fólka­flokk­ur­in einki tingfólk í Havn, nú Annika Olsen fór úr Løg­ting­i­num, kann eisini hava negativa ávirkan.. Framsókn hevur bæði Poul Mich­elsen og Ruth Vang í Havn. Tey hava bæði verið nógv frammi, og tað kann dugna hjá flokk­inum. Hóast Fólkaflokkurin stendur til stóra fram­ gongd, so er enn eing­in nýggjur persónur komin á ban­an, sum kann vinna Fólka­flokk­i­num atkvøður í Havn. Tí kann tað hugs­ ast, at Annika Ol­sen enn sum áður verður høv­uðs­ per­nsó­nurin hjá Fólka­ flokk­i­num í Havn. Trup­ul­ leik­in er bara, at hon fer ikki á ting. Og av roynd­um vita vit, at »borg­ar­stjóra­ eff­ekt­in« flytir ikki frá ein­ um bý­ráðs­vali til løg­tings­ val. Tað hava teir báðir bý­ar­kong­ar­nir, Poul Michelsen og Heðin Mort­ ensen og býardrotningini Lis­beth L. Petersen sann­ að. Tað kann eisini ávirka tey liberalu fólka­floks­fólk­ ini í Havn, sum velja Ann­ iku Olsen, at tey kortini ikki fáa hana á ting. Í staðin fyri at fáa ein liberalan politikara, sum giftir samkynd fólk í Havn, so kunnu veljarar hennara fáa Jógv­an á Lakjuni, sum í vik­uni lovaði, at hann fer at virka fyri at broyta hjún­a­bands­lóg­ina aft­ur so­leiðis, at bara fólk av hvør sínum kyni kunnu gift­ast. Hvørja ávirkan fær so tað kunnu vit spyrja... Borgarstjórar ikki klárað seg væl Vit hava dømi um tríggjar borgarstjórar í Havn, sum í atkvøðutali mugu metast sum sannir »býarkongar og býardrotning«.  Poul Michelsen var borg­ar­stjóri í 1988, tá hann still­aði upp til býráðsvalið fyri triðju ferð. Hann fekk tá 1.169 atkvøður, sum var 14 pro­sent av atkvøðunum í Tórshavnar kommunu. Á løg­tingsvalinum stutt eftir fekk hann 562 atkøvður.  Lisbeth L. Petersen var borgarstjóri í 1996, tá hon stillaði uppaftur til býráðsvalið í Havn. Hon fekk tá 1.007 atkvøður. Tað var 14,9 prosent av at­kvøð­u­num. Hon fekk á løg­tings­val­i­num í 1994, með­an hon var borg­ar­ stjóri, 369 atkvøður.  Heðin Mortensen var borgarstjóri í Havn, tá hann stillaði uppaftur á býráðsvalinum í Havn í 2012 og 2016, tá hann fekk ávikavist 2.637 og 2506 at­vøð­ur – svarandi til 23,7 prosent. Á løg­ting­s­val­i­ num í 2015 fekk hann 392 atkvøður.  Annika Olsen var ikki vald til borg­arstjóra, tá hon stillaði upp á bý­ráð­ sval­i­num í Havn í 2016. Hon fekk 332 atkvøður. Á løg­tings­val­i­num í 2015 fekk hon 961 atkøvður. Hesi trý ovaru dømini vísa okk­um, at fyri tað um tú ert væl­um­tóktur á einum býráðsvali, so merk­ir tað ikki, at tú fært eins stóra undirtøku á einum løg­ tings­vali. Sjúrður flutti heldur ikki atkvøður Annað dømi um slíkt er Sjúrð­ur Skaale, sum varð vald­ur Fólkatingið á vali­ num 18. juni í 2015 við 2.495 at­kvøðum. Góðar tveir mán­aðir seinni megnaði hann ikki at verða vadur í løg­ting­ið. Hann fekk »bara« 175 atkvøður á løg­ tings­val­i­num. Skulu Fólkaflokkurin og Sam­bands­flokk­ur­in vinna løg­tings­val­ið hes­a­ ferð, so mugu flokk­ar­nir hava onkrar at­kvøð­u­slúk­ ar í høv­ðs­stað­num. Ann­ ars gleppur vald­ið teimum av hondum. Báðir flokkarnir hava for­menn, sum ikki búgva í Havn. Jørg­en Niclasen í Sørvági og Bárð­ur Nielsen í Vestmanna. Kann tað vera ein takt­ isk­ur trupulleikin fólk á bygd stýra flokkunum? AVNINA AVGER TINGANESI Løgtingsvalið 2019 Søguliga kunnu vit siga, at borg­arstjóraeffektin í Havn ikki er nóg góð at vinna flokk­u­num nógvar at­kvøður til løgtingsval, tó at borg­ar­stjóra megna at verða valdir á ting. Vit kunnu eisini siga, at floks­for­menn í Havn fáa fleiri atkvøður, enn floks­ for­menn á bygd. Aksel V. Jo­hann­esen, Høgni Hoy­ dal og Poul Michelsen er dømi um floksformenn, sum fáá nógvar atkvøður í Havn. Er tað so ein avbjóðing fyri Bárð Nielsen úr Sam­ bans­dflokk­inum og Jørg­ en Nicl­a­sen úr Fólka­flokk­ i­num, at teir ikki búgva í Havn og tí ikki fáa eins nógv­ar atkvøður sum hin­ ir floks­for­menninir? Kaj Leo Holm Jo­hann­e­ sen fekk 1.064 atkvøður í Havn í 2011. Í 2015 fekk 1.979 atkvøður í 2011. Í 2015 fall hann niður á 601 – hann misti 1.378 atkøvður. Hvussu fer at gangast hjá Aksel V. Johannesen? Hann fekk 2.405 atkvøður á sein­asta løgtingsvali. Tað er næst­an 2,5 ting­ses­ sir. Megn­ar hann at end­ ur­vunna hesar at­kvøð­ur­ nar? Per­sónligu at­kvøð­ur­ nar og úrs­l­itið í Havn fara at hava sera stóra á­virkan á úr­slit­ið av val­i­num. Annika Olsen Jørgen Niclasen Bárður Nielsen, Aksel V. Johannesen Kaj Leo Holm Johannesen Sjúrður Skaale