hósdagur 4. apríl 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
18
HALLUR AV RANA
M
ánadagin 1. apríl
vóru 50 ár liðin
síðan Býarbóka
savnið á fyrsta
sinni lat dyrnar upp í miðbýnum
í Havn. Síðan tá er býurin nógv
broyttur, tøknin er kollvelt og
samfelagið hevur flutt seg við
risafetum, men øll hesi árini
hevur Býarbókasavnið megna
at hildið fast um sína støðu sum
ein mentanardepil í hjartanum í
høvuðsstaðnum.
Tá Býarbókasavnið á fyrsta
sinni lat upp, var tað í einari tíð,
tá einki sjónvarp ella internet
var og einans 12.000 fólk búðu
í Havn.
- Tað var rættiliga stórur
gravgangur eftir bókum, nógv
tiltøk vóru í hølunum, so sum
filmssýningar, tónleikatiltøk
og annað, ið ein stór rúgva av
fólkum komu til. Man skal hava
í huga, at 12.000 fólk búðu um
hetta mundi í Havnini og har var
ikki tað stóra at fara til tá, sigur
Vónbjørt Vang, býarbókavørður
um fyrstu árini hjá stovninum.
Tann stóri spurningurin
Síðan hevur tøkniligan menn
ingin í stóran mun broytt hvussu
borgarar ogna sær vitan. Ikki
bara hevur sjónvarpið gjørt inn
rás í føroysku heimini hesa hálvu
øldina síðan Býarbókasavnið lat
dyrnar upp, men hevur interneti
seinnu árini gjørt tað munandi
lættari at fáa hendur á alskyns
upplýsingum, ið áður vóru at
finna í bókasøvnum.
Tosað hevur verið um, at tað
er bara ein spurningur um tíð,
áðrenn tann fysiska bókin doyr
út, og verða avloystar av e-bók
um og øðrum talgildum miðlum.
Sambært Vónbjørt Vang er
støðan tó ikki heilt so døpur.
- Síðstu 30 árini hevur man
róð uppundir, at tann fysiska
bókin fer at doyggja, men vit
síggja júst tað øvugta. Hon
stendur enn øgiliga sterk og er
tað enn tann fysiska bókin, ið
verður mest framleidd, keypt,
lánt, lisin og skrivað. Tað merk
ir ikki, at man fer burtur frá
tí talgilda, men verður tað enn
møguligt at lána e-bøkur, ljóð
bøkur og stroyma filmar. Tað
er bara aftrat tí fysisku bókini,
sigur hon.
Tøkniliga menningin verður
javnan eisini nevnd sum byrjan
in til enda av bókasøvnum.
Spurningur er settur við, um
tað yvirhøvur er neyðugt við
einum bókasavni, nú vitan er
vorðin so atkomilig á Google og
aðrastaðni á netinum.
- Tað er ein góður spurningur,
ið vit alla tíðina seta okkum
sjálvum. Svarið er, at tað er heilt
vist tørvur á bókasøvnum, tí
vit hava brúk fyri serkøna veg
leiðing og kunning. Kanska enn
meira enn vit hava havt áður,
sigur Vónbjørt Vang.
Í hesum sambandi vísir hon til
eitt orðafelli hjá rithøvundanum
Neil Gaiman um tørvin á bóka
søvnum.
- Hann skrivaði, at Google
kann geva tær 100.000 svar, men
ein bókavørður kann geva tær
tað rætta svarið, sigur Vónbjørt
Vang.
Fake news og bókasøvn
Og í einari tíð, tá fake news
vindur upp á seg, spurningar
verða sett við alt og fólk hava
alsamt minni álit á teir miðlar
og stovnar, ið man fyrr festi
álit á, eru bókasøvn ein glotti í
myrkrinum.
- Vit liva í einari tíð, har fake
news ger um seg og man missur
álitið á nógvar aðrar miðlar og
stovnar, ið man fyrr hevði áliti á.
Har er tað so bókasavnið, ið enn
stendur eftir sum garantur fyri
tað álitið. Man veit, at tá man
kemur í eitt bókasavn og spyr
eftir onkrum, so eru teir upp
lýsingar, ið man fær, rættir og
eftirkannaðir. Tað síggja vit sum
eina rættiliga stóra uppgávu hjá
okkum, sigur Vónbjørt Vang.
Hartil metir býarbókavørður
in eisini, at tað er ein fyrimunur
hjá bókasøvnum, at tey bjóða
ein møguleika, ið kann tykjast
at vera ein mangulvøra í dagsins
samfelag.
- Alt gongur so skjótt fyri
seg í dag. Man hevur næstan
ikki tíð til tað, ið øll droyma um,
nevniliga at hava tíð. Tíð at kava
niður í eina bók og bara sita eina
løtu við onkrum. Bókasavnið er
akkurát tað staðið, ið leggur
upp til tað. Tá tú kemur inn í
eitt bókasavn roynir eingin at
fortelja teg um nakað, sannføra
teg um nakað og eingin roynir at
brúka tína tíð. Tú sleppur sjálvur
at granska, at víðka sjónarringin
og at møta onkrum í bókunum,
ið tú ikki hevði væntað at møtt,
sigur Vónbjørt Vang.
Broyttan leiklut
Í nýggju bókini Býarbókasavnið
50 ár, ið Anna M. Brimnes, fyrr
verandi býarbókavørður hevur
latið úr hondum í samband við
runda føðingardagin, verður
upplýst, at tað í 1970-1971 vóru
1.378 vaksins og 674 børn, ið vóru
lánarar í Býarbókasavninum.
Hesi lántu tilsamans 27.294 bøk
ur tey bæði árini.
Tað talið er í dag munandi
størri. Í 2018 vóru 9.397 lánarar
skrásettir í skipanini hjá Býar
bókasavninum og lántu tey
61.101 bøkur, e-bøkur og annað
tilfar.
Størsti vøksturin sæst tó í
talinum av vitjanum. Í 1976 bleiv
mett, at umleið 4.000 fólk høvdu
vitjað Býarbókasavnið tað árið,
meðan talið í 2017 var 114.000
vitjandi.
Ein stór broyting hugburðs
broyting er eisini hend í hesum
tíðarskeiðinum, vísir Vónbjørt
MENTANARDEPIL
- Slagorðið hevur frá byrjan av verið, at bókasavnið er fyri øll. Og her koma eisini
øll. Her kemur alt frá barnafamiljan, ið hongur út á barnabókasavninum ein heilan
leygardag, til politikaran, ið kemur at lána nakrar ljóðbøkur til mammu sína, ið
ikki klárar at lesa longur. Her kemur eisini stjórin, sum gjarna vil taka sær av
løttum eina løtu og bumsurin, ið ikki orkar at vera úti í regninum meira. Eingin
sundurbýting er á Býarbókasavninum. Gáttin er lág, tað er vítt til veggja og høgt
til loft, sigur Vónbjørt Vang, býarbókavørður, nú Býarbókasavnið fyllir 50 ár
- Síðstu 30 árini
hevur man róð
uppundir, at tann
fysiska bókin fer
at doyggja, men
vit síggja júst
tað øvugta. Hon
stendur enn øgiliga
sterk og er tað
enn tann fysiska
bókin, ið verður
mest framleidd,
keypt, lánt, lisin og
skrivað