hósdagur 4. apríl 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
19
Í HÁLVA ØLD
Vang á. Har man áður fór á bóka
savnið at lána bøkur, so er tað
alsamt meira vanligt at brúka
Býarbókasavnið á annan hátt nú.
- Fólk brúka bókasavnið á
ein heilt annan hátt enn tey
gjørdu fyri 50 árum síðan, tá
man kanska kom at lána ein
bók og fór avstað. Í dag verður
bókasavnið brúkt sum eitt til
haldsstað. Nógv brúka tað sum
sína skrivstovu, lesandi skriva
uppgávur her, onnur koma
bara at lesa bløðini og fara
síðan avstað aftur. So tíðin fólk
brúka at uppihalda seg í bóka
savninum er økt munandi, hóast
tey ikki fara avstað við einari
bók undir arminum, vísir býar
bókavørðurin á.
Fyri hana er tað eisini týdn
ingarmikið at leggja dent á, at
Býarbókasavnið er eitt stað,
ið allir borgarar eru meira enn
vælkomnir at brúka.
- Slagorðið hevur frá byrjan
av verið, at bókasavnið er fyri øll.
Og her koma eisini øll. Her kemur
alt frá barnafamiljan, ið hongur
út á barnabókasavninum ein
heilan leygardag, til politikaran,
ið kemur at lána nakrar ljóð
bøkur til mammu sína, ið ikki
klárar at lesa longur. Her kem
ur eisini stjórin, sum gjarna vil
taka sær av løttum eina løtu og
bumsurin, ið ikki orkar at vera
úti í regninum meira. Eingin
sundurbýting er á Býarbóka
savninum. Gáttin er lág, tað er
vítt til veggja og høgt til loft,
sigur Vónbjørt Vang.
Ungdómsdeild
Rundir føðingardagar eru sjálv
andi fyrst og fremst ein tíð
at fegnast um tað, ið farið er,
men tað er eisini eitt gott høvi
at steðga á og hugsa hvat man
ynskir fyri framtíðina. Og har
er ymiskt, ið skal gerast á Býar
bókasavninum, ásannar býar
bókavørðurin.
- Vit vilja gjarna styrkja
okkum á økinum ung. Næstu
5-10 árini ynskja vit at menna
eina nógv betri ungdómsdeild
til ung fólk, tí tað manglar. Í
lesikannigunum millum føroysk
børn, ið kom út í fjør, vóru tað
katastrofalt fá, ið lósu. Tað er
einfalt tí man ikki hevur givið
teimum møguleikan at finna
áhugaverdar bøkur, sigur Vón
bjørt Vang og leggur afturat.
- Har er tað bókasavnið, ið
skal vera tað staðið, ið man kann
finna eina bók, ið man tímir at
lesa. Tí ynskja vit at skapa eitt
umhvørvi, sum er meira inn
bjóðandi og í eygnahædd við
ung. Tað er nakað, ið vit ynskja
at leggja dent á framyvir.
Harumframt hevur man sett
sær fyri, at man skal duga betri
at miðla tað góða tilfar og tilboð,
ið er á Býarbókasavninum, so at
borgarar eru varug við hvørjir
møguleikar eru har.
- Fólk eru ikki eins uppsøkj
andi longur, tí er neyðugt at
minna tey á, at vit eru her. Í dag
sins samfelag er so nógv at fara
til, gera og minnast, so vit mugu
standa sterkari í hugaheiminum
hjá fólki. Tað merkir, at vit skulu
verða betri at miðla okkara
bøkur og bókmentir, tí vit hava
nógv gott tilfar, ið eigur at vera
meira sjónligt, sigur býarbóka
vørðurin.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Vit liva í einari tíð, har
fake news ger um seg
og man missur álitið á
nógvar aðrar miðlar
og stovnar, ið man fyrr
hevði áliti á. Har er tað so bókasavnið,
ið enn stendur eftir sum garantur fyri
tað álitið. Man veit, at tá man kemur í
eitt bókasavn og spyr eftir onkrum, so
eru teir upplýsingar, ið man fær, rættir
og eftirkannaðir