hósdagur 4. apríl 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
20
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
2. partur
I
ngibjørg Hansen, sum varð
gift til Gøtugjógv, greiddi
frá lívinum í Hesti aftaná
skaðadagin.
Hestur var
framkomin bygd
Tað var nokk so framkomið
í Hesti, tá hugsað verður um
støddina á bygdini, og hvussu
avskorin hon var við nútíðar
eygum. Telefon kom longu út í
Hest í 1906, sama ár sum fyrsta
telefonin í Føroyum. Tá varð vatn
eisini innlagt í húsini. Hetta hevur
bara verið fá ár aftaná Havnina,
sum fekk vatn í 1898.
Men áhugavert er eisini, at
opnu køstarnir, longu áðrenn eg
minnist, vóru avtiknir.
Eg minnist ongan opnan køst,
meðan tað framvegis vóru opnir
køstar, tá ið eg kom til Gøtu í 1946.
Kirkja kom í Hesti í 1911. Pápi og
mamma vóru fyrsta brúðarparið,
sum varð gift í kirkjuni, tað var 20.
november 1911. Men kirkjugarð
urin kom í 1901. Fyri tað vórðu
líkini førd til Kirkjubøar at verða
jarðað. Pør giftust gjarna í Kirkju
bø ella í Havn.
Prestur kom javnan út í Hest
at halda gudstænastu og tað, sum
hoyrdi til.
Lívið broyttist
Tað hava búð upp í 120 fólk í bygd
ini. Vanliga var fólkatalið um 100.
Men við slíkum mannfalli sum
í 1919 kundi tað bara ganga niður
á bakka.
Tað bleiv ikki nógv tosað um
vanlukkuna, heldur ikki millum
børnini.
Hetta var tað vanliga tá í tíðina.
Sum vanligt var tá, fór mamma í
svørt klæði sum hinar einkjurnar
í bygdini. Lívið broyttist sjálvsagt
í bygdini. Umframt sorgina og
saknin vóru jú so nógv færri
menn til tað arbeiði, sum vanliga
varð gjørt av monnunum.
Tað komu altíð nógv fólk út í
Hest at ferðast, og tað var serliga
nógv aftan á hesa vanlukkuna.
Hestur hevði altíð verið ein græk
arismessubygd, tá ið fólk komu
aðra staðni frá at dansa, men nú
varð ikki dansað aftur í fleiri ár.
Tað var ikki stórvegis lønar
beiði í Hesti. Teir menn, sum
livdu eftir, hildu á at rógva út.
Tað hendi seg eisini meira enn
so, at vit fingu fisk, tá ið teir
komu aftur at landi. Vit høvdu
fýra gyllin í jørð. Kúgv var, men
hon bleiv dripin árið eftir, at pápi
doyði. Abbi stóð fyri jørðini, og
nú mátti jørðin skiftast til Jens
Kristian, son Anton pápabeiggja.
Men vit kundu ikki føða eina
kúgv við hesi jørðini. Eingin var
heldur at sláa, sum var eitt mann
fólkaarbeiði.
Omma hevði tó kúgv. Tey áttu
eitt gerði, sum mammubeiggi
hevði dyrkað. Kúgvin kom so út
í kjallaran hjá okkum at standa.
Soleiðis fingu vit mjólk.
Mamma átti eina ógifta systur.
Tær vóru felags um kúnna, og
skiftust tær um at mjólka. Tað
hendi seg eisini meira enn so, at
onkur bar okkum ein dropa, tá ið
kúgvin hjá okkum var slept.
Tá plagdi eg eisini at ganga
til neyta. Hetta var eisini uppi á
oynni. Tað var ógvuliga bratt og
tungt at ganga niðan. Hvørt hús
fekk loyvi til at hava eina kenn
ingarær. Hana plagdi mamma at
fóðra inni við hoyggi av hesum
fýra gyllin, sum vit áttu. Vit systr
arnar plagdu at hjálpa til, tá vit
vórðu so frægar.
Høvdu líkverju klára
Foreldrini hjá pápa búðu inni hjá
okkum. Mamma mátti taka við
ábyrgdini av teimum, sum pápi
annars hevði havt.
Abbi doyði árið eftir skaðadag
in. Mamma mátti tá eisini hugsa
um at fáa hann í jørðina.
Hon átti altíð eitt stykki av
hvítum toy at taka til sum lík
verju. Hetta plagdu fólk yvirhøv
ur at liggja inni við. So var tað at
fáa viðin til kistu, og tað mátti
mamma so eisini syrgja fyri.
Mamma mátti eisini fáa onkran
at hjálpa sær við at smíða eina
kistu.
Aftur at hesum kom, at omma
bleiv í ørviti aftan á skaðadagin.
Øllum, hon møtti í bygdini eftir
hetta spurdi hon: „Hava tit sæð
teir? Hava tit hoyrt nakað frá
teimum?“ Men skjótt legðist hon
í seingina og gjørdist røktarsjúk
lingur við øllum tí stríði, hetta
hevði við sær. Omma lá nøkur ár
í seingini á hendan hátt. Eg havi
vist verið út móti skúlaaldri, tá ið
hon doyði. Tað hevur tí verið so
tungt hjá mammu at fara gjøgn
um hetta umframt missin av
manninum.
Mamma segði altíð, at tað var
gott, at hon átti eini deilig hús,
sum vóru skuldarfrí. Hon fekk
onga fíggjarliga hjálp av nøkrum
slag. Trygging var eingin, og hon
slapp ikki so mikið sum undan at
rinda jarðarskatt fyri tað sindrið
av jørð, sum var í húsinum.
Pápi var 43 ár, tá ið hann doyði,
mamma var nakað yngri. Mamma
varð stundum spurd, um hon
ikki fór til Havnar at búgva. Har
kundi tað kanska verið lættari at
klára seg. „Men hvat skal eg gera í
Havn?“ Nei, hon skuldi ongan veg.
Konufólkið kastaði nót
Hestur var eitt gott seiðapláss.
Tá ið tey kastaðu nót, vóru konu
fólkini altíð uppií á landi at draga
nótina. Og vit børn um skúlaald
ur, vit hjálptu eisini til upp á okk
ara máta og fingu seiðin niðanfrá.
Vit høvdu eitt so gott og stórt
loft. Tá ið nótin hevði verið brúkt,
varð hon vaskað og turkað. Hon
varð síðan hongd á stakitt rundan
um kirkjuna.
Tá hon var turr, varð hon borin
út á loftið hjá okkum uppi undir
væðingin.
Loftið var stórt, har var bara
eitt kamar. Vit fingu ein nótar
part fyri at goyma nótina. Tað
var eitt kvett.
Mamma dugdi so væl at fáa
burturúr. Hon gjørdi knetti og
frikadellur, so leingi seiðurin
var nóg feskur. Seiður var eisini
hongdur upp. Mamma flakti
eisini seiðin og saltaði hann.
Livurin varð eisini brúkt. Seiðurin
kundi vera kókaður í livur ella
eisini steiktur í livur.
Mamma dugdi eisini so væl
við mati. Hon hevði eisini verið
burtur, tá ið hon var ung, og hon
hevði tænt í Havn. Millum húsini,
har hon tænti, var hjá Amaliu og
Grønlands Johan. Hetta var eitt av
teimum „fínu“ húsunum í Havn.
Johan hevði verið kolonibestýrari
í Grønlandi. Eisini hevði mamma
tænt hjá Conrad Nicolajsen,
kendur sum postførari, sum
legði navn til Konradsbrekku, nú
Gríms Kambans gøtu.
Mamma hevði altíð góðan mat.
Nakrar hønur hevði hon eisini,
Kvinnusøga er á skránni fyri Bindifestivalin
í Fuglafirði í komandi viku. Her er ein
hugtakandi søga um eina mammu
SIÐSØGA
Kvinnusøga:
LÍVIÐ Í HESTI
AFTANÁ
SKAÐADAGIN Í 1919
Bátar og hús í Hesti.