Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019 SOSIALURIN 40 21 Komandi partur Í hesum døgum er 95 ár liðin síðani sluppirnar Anna og General Gordon gingu burtur. Hetta er eisini vert at minnast. so tað fekst altíð eitt sindur av eggum. Hon steikti eisini grinda­ búff­ar, sum tað kallast í dag. Tað var ikki vanligt tá. Tá so grind var, fingu vit grinda­partar. Tað kundi vera, tá grind var í Havn ella í Vágum. Matthias Thomsen, sum var slekt­ að­ur úr Vágunum og gifti seg til garð í Hesti, var grindaformaður. Tá ið grind var í Sandoy, vóru hest­menn sjálvandi við. Tá áttu fólk í Hesti eisini heimapart. Mamma dugdi eisini so sera væl til hendurnar. Hon kundi seyma, og hon kundi veva. Var onkur, sum bað hana um at veva sær til einar buksur ella at seyma sær eina skjúrtu, so gjørdi hon tað. Mamma bant og spann eisini. Torv uppi á oynni Nógv gekk út upp á gerðabýti. Onn­ur gjørdu okkum beinar aft­ ur fyri tað, sum vit gjørdu fyri tey. Tað var tað sama, tá ið torv skuldi skerast. Onkur bjóðaði sær til at skera torv hjá okkum. So gjørdi mamma okkurt fyri tey aftur fyri, til dømis at seyma teimum klæði. Onkur velti okkum eina lítla veltu, so vit høvdu nokk av eplum. Men alt hetta mátti mamma skipa fyri einsamøll. Eg havi ofta hugsað um tað. Vit sum børn høvdu tað gott, men hjá mammu at vera forsyrgjari var strævið. Ong­antíð minnist eg hana klaga. Eg minnist, at eg plagdi at hoyra hana fara upp um morgnarnar. Hon skavaðist í køkinum at kyka og slíkt. Torvið var heilt uppi á oynni. Hvørt hús hevði sínar torvheiðar. Sjálv mátti mamma bera torvið til hús. Eg kann minnast sum barn, at hon fór nokk so tíðliga um morgnarnar niðan á oynna, áðrenn tað var blivið ordiliga ljóst. Eg minnist eisini, tá eg havi verið eini fimm ár og systir mín sjey ár, at hon beindi svávulpinnar og knív­ar burtur og bant vindeyguni hvørja ferð, hon fór avstað. Vit gjørdu vist einki býtt, men hetta gjørdi hon fyri at vera púra sikkur. Serliga út móti heystinum kundi hon vera tríggjar ferðir um dagin uppi á oynni. Hvør túrur tók út ímóti trimum tímum. Tað kundi fara allur dag­ urin. Millum torvferðirnar royndi hon at fáa ketilin kókaðan, og með­an hon bíðaði, sat hon altíð og las í Bíbliuni, og so sang hon fyri seg sjálva. Hesar sangir dugdi eg uttan­at, tá ið eg varð konfirmerað. Betri torv í Skopun Torvið í Skopun var so nógv betri enn í Hesti. Men nú var so lítið mannfólk eftir at sigla ímillum til Skopunar. Tað var ein rættuligur teinur at rógva. Tað var eitt øgi­ligt stríð, men tað hendi so eing­in vanlukka tað, sum eg veit um. Tað var nakað misjavnt, sum torvið var í Hesti. Tað vóru tey, sum áttu góðar torvheiðar, men hjá okkum var tað vánaligt. Tá vit systrarnar vuksu til, máttu vit tíðliga hjálpa til í hús­ in­um. Tað sama var við at vera í torvi. Vit fóru tíðliga á oynna við mammu. Eisini minnist eg, at tá ið vit komu úr skúla, fóru vit báðar ofta eftir torvi. So tað var nokk so strævið. Tey vóru so føst í Harranum. Tað var tann troystin, tey høvdu. Tá ið mamma var í torvi, vóru vit vanliga saman við øðrum børn­ um. Hon setti okkum altíð ein bita, so vit kundu fáa okkum, með­an hon var burtur. Ein uppgáva hjá mammu var eisini at skiftast við hini bygd­ar­ fólkini um at leggja torv í ovnin í skúl­anum og leggja so nógv torv har, at tað var heitt fyri dagin. Eisini skuldi skúlin vaskast tríggj­ ar dagar um vikuna, og tað var á sama hátt. Tað vóru eini 25 hús í Hesti. Hóast missin skaðadagin rýmdi eingin úr Hesti, men nú um­støð­ ur­nar eru so góðar, nú rýma øll. Dreymar Sum ofta er við slíkum van­ lukk­um, varð eisini her sagt frá dreym­um, sum kundu fatast sum eitt varsil. Ein dagin fólk var savnað inni í skómakaraverkstaðnum hjá Hans Jacob Niclasen, kom Esm­ ar inn. Hann fortaldi frá einum dreymi, hann hevði havt. Hann hevði sæð ein mann uppi á Snið, sum er gøtan niðan á oynna. Hann hevði sagt nakað soleiðis: „Tað skal ikki vera leingi til tað, sum vendir upp á Hestoynni, skal venda niður.“ Tann fyrri báturin, sum gekk burtur, kallaðist júst Hestoyggin. Bátsformaðurin, Hans í Sakrastovu, gjørdist lík­ bleik­ur og slapp sær út. Tað var heldur ikki hann, sum gav útróðr­ ar­boð feigdardagin. Tað vóru eisini frásagnir um dreymar aftan á skaðadagin. Mamma tosaði tó ongantíð um slíkt. Aftur at rógva út Í Hesti fóru menn skjótt aftur at rógva út aftaná skaðadagin. Tað var einki annað at gera. Fiskur hevur altíð kunnað avreiddur í Hesti. Fiskurin varð flaktur og saltaður, og hetta gav nakað av arbeiði. Seinni var tað Hans Jacob Nicla­sen, sum tók ímóti fiski, og tað gjørdi hansara handil inntil nýggj­ari tíð. Ræsti fiskurin úr Hesti var jú kendur! Bjørgini vórðu eisini søkt, men tað burdu tey kanska ikki, tí tey vóru so vandamikil. Men teir ungu fóru í bjørgini. Teir tóku bæði lunda og havhest og eisini annan fugl. Vit fingu landpart av fugli í mun til ta jørð, vit áttu. Tað sama var, tá ið teir fóru eftir eggum. Hetta gav nakað av sær. Skúlin Í skúlanum vóru vit umleið 20 børn. Vit vóru tveir klassar. Vit høvdu góðan skúlagang. Tá ið eg fór í skúla, bleiv Malvina Clem­ ent­sen lærari. Hon var ættað úr Húsa­vík, fødd í 1895. Malvina var ein deilig lærar­ inna, men hon legði nógv á børn­ ini. Vit fingu fyri bæði at lesa og skriva, men vit lærdu eisini nógv. Vit lósu katekismus, bíbliusøgu, geo­grafi og danmarkarsøgu. Mál­ læru vil eg slett ikki tala um. Tað gekk hon høgt uppí, bæði danska og føroyska mállæru. Seinni fingu vit kirkjusøgu og heims­søgu afturat. So var eisini eksamin. Próst­ ur­in og yvirlærarar komu út og hildu eksamiu. Ingibjørg var eitt skilafólk Ingibjørg giftist til Gøtugjógv við Óla Jákup Hansen, sum var einkjumaður við trimum børnum. Hon var 94 ára gomul, tá ið hon greiddi frá síni hugtakandi søgu. Hevði tað verið bíðað hevði tað verið ov seint. Mamma Ingibjørg, Marianna, var ein hetja Dámjal, pápi Ingibjørg, gekk burtur við tí fyrra bátinum. Ein beiggi hansara gekk burtur við Oliviu í 1912, og ein annar fall í bjørgunum. Barndómsheimið hjá Ingibjørg. Seiðanótin varð goymd uppi á loftinum. Sanna, sum á myndini er 93 ára gomul, misti verfaðirin Jógvan Joensen við tí seinna bátinum skaðadagin. Sonurin hennara, Jógvan, datt oman á fjalli. Her er Sanna saman við dótrini, Theu, sum var gift við Karl hjá Talis, kendur formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Karl var systirsonur Óla Jákup, mannin hjá Ingibjørg. Eg kendi Sannu og Theu sum skilafólk.