mánadagur 8. apríl 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
138
metrar
eftir móti
Rókini
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
Stóru samgonguflokkarnir, Tjóð
veldi og Javnaðarflokkurin, hava
um vikuskiftið hvest sær hugsjónir.
Tjóðveldi ger greitt, at nú er klárt at
loysa Føroyar úr danska ríkinum,
meðan Javnaðarflokkurin ger greitt,
at flokkurin er ein samríkisflokkur,
sum ikki vil fremja yvirtøkur, um
tær seta vælferðina í vanda. Eisini
ger flokkurin greitt, at hann ikki fer
í samstarv við Fólkaflokkin.
Tað kundi ljóðað sum um, at
Javnaðarflokkurin
og
Tjóðveldi
leita eftir øðrum samstarvsflokkum.
Men soleiðis skal tað helst ikki skilj
ast. Hetta er politikkur, og tað er á
landsfundum, at politisku hugsjón
irnar skulu hvessast. Tí er neyðugt
hjá Tjóðveldi at gera flokslimum og
floksstuðlum greitt, at flokkurin er
fyri loysing, hóast hon er ring at fáa
eyga á.
Hjá Javnaðarflokkinum er neyð
ugt at gera greitt, at flokkurin ikki
hevur loysing sum endamál – men
er ein flokkur, sum er fyri yvirtøkum
og er fyri, at Føroyar gerast búskap
arliga sjálvbjargnar.
Sjálvt um flokkarnir soleiðis
peika í hvør sína ætt, so er einki sum
bendir á, at flokkarnir ikki ætla at
halda fram í samgongu. Tað er ikki
vanligt í Føroyum, at flokkar framm
an undan vali boða frá, hvørja sam
gongu teir ætla sær í. Men løgmaður
segði við Kringvaprið leygardagin, at
fær samgongan meiriluta á valinum,
so kann væl hugsast, at hon heldur
fram.
Hinvegin má Javnaðarflokkurin
altíð hava eina hurð opna til Sam
bandsflokkin. Tí fær samgongan
ikki meiriluta, so er trupult at síggja,
hvør flokkur skuldi komið upp í sam
gonguna. Tað skuldi so verið annað
hvørt Miðflokkurin ella Sjálvstýri.
Men riggar tað ikki, so kann Javn
aðarflokkurin kasta saman við Sam
bandsflokkinum. Tað hevði so valla
verið saman við loysingarflokkinum
Framsókn. Men kanska við onkrum
av hinum smáu.
Somuleiðis má Tjóðveldi hava
eina hurð opna til Fólkaflokkin.
Tjóðveldi hevur ikki ráð at gera
sum Javnaðarflokkurin og avskriva
Fólkaflokkin – hóast tað samstarv
neyvan er hugsandi enn. Men skulu
vit hava eina fullveldissamgongu
aftur, so er einasti møguleiki fyri tí,
at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin kasta
saman.
Tí er rættiliga greitt, at fullveld
issamgonga ikki verður skipað hes
aferð. Tað passar sum fótur í hosu
hjá Javnaðarflokkinum, sum tí
bæði kann hava verandi samgongu
sum møguleika – og eina lívslinju
til Sambandsflokkin, sum eisini er
fremsta val til samstarvsflokk hjá
Fólkaflokkinum í eini borgarligari
samgongu.
TEY HVESTU SÆR HUGSJÓNIR
Orrusta í Tjóðveldi
Bæði Javnaðarflokkur og
Tjóðveldi tosaðu hugsjónarliga
Nú er hjarta
lækni eisini
til taks til tey,
sum hava bráð
neyðugan tørv
á viðger eftir
klokkan 16 um
dagin
– Ein føroyskur hjartasjúkl
ingur í bráðneyð kann ikki
vænta at verða viðgjørdur
av einum hjartalækna eft
ir klokkan 16 um dagin, ella
um vikuskiftini, tí pening
ur ikki er játtaður til, at
hjartalæknar kunnu vera í
samdøgursvakt árið runt.
Hetta skrivaði Jan Ras
mussen, lækni á Lands
sjúkrahúsinum,
seinasta
summar í eini hugleiðing
um føroyska heilsuverkið.
Tað hevur fleiri ferðir
verið ført fram, at tað er
eitt stórt bakkast fyri sjúkl
ingar, at eingin hjartalækni
er til taks eftir vanliga ar
beiðstíð, og sostatt kunnu
tey, sum fáa hjartatilburð
uttan fyri vanliga arbeiðs
tíð, ikki vænta at verða
viðgjørd av einum ser
lækna í hjartasjúkum, men
av ymsum øðrum læknum.
Men nú staðfestir Sir
ið Stenberg, landsstýris
kvinna í heilsumálum, at
ein skipan er sett í verk,
sum tryggjar, at hjarta
lækni er altíð á vakt.
Hon sigur, at hendan
skipanin kom í gildi fyrsta
apríl, og tað merkir, at
hjartalækni er altíð tøkur í
heilsuverkinum til tey, sum
fáa bráðneyðugan tørv á
viðger.
Risa framstig fyri
hjartasjúklingar
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað fer uttan iva at leika hart
í Tjóðveldi komandi dagar
nar, tá greiðast skal fáast á
óhepnu útsøgnini hjá Annitu
á Fríðriksmørk, tá hon kallaði
floksfelagan og løgtingsfor
mannin, Páll á Reynatúgvu
ein egoistiskan psykopat.
Tað vóru hørð orð, sum
fullu undir eini privatari
samrøðu við annan persón á
flokstinginum hjá Tjóðveld
inum í Hovi um vikuskiftið.
Trupulleikin var bara, at
mikrofonin
stóð
frá,
og
Tjóðveldi varpaði alt út á
internetið. Og ikki nóg mikið
við tí. Uttan at lurta upptøk
urnar ígjøgnum, legði Tjóð
veldi allan fundin út á inter
netið, og tá er tað, at onkur,
sum hevur lurtað væl, hevur
fangað útsøgnina hjá Annitu
á Fríðriksmørk.
Forkvinnan hjá Tjóðveldi
á tingi var skjót úti at biðja
um umbering. Hon segði við
útvarpið, at hon beinanvegin
ringdi til Páll á Reynatúgvu
og bað um umbering.
Tað er sum vera man
óheppið, at orðini hjá Annitu
á Fríðriksmørk eru komin út.
Einhvør veit, at hon ikki hevði
sagt so, um hon visti, at tað
var fyri opnari mikrofon.
Men sagt er sagt, og tað
vísir ein tingbólk, sum ikki
dregur eina línu. Tey eru
ósamd um málið um at av
taka fólkatingsessirnar, og
tey eru ósamd um at loyva
Sonju Jógvansdóttir at sleppa
upp í tingbólkin og at stilla
upp fyri Tjóðveldi og nú hava
tey so aðrar trupulleikar við.
Talan er um fremstu fólk
hjá Tjóðveldi á tingi, løg
tingsformannin og forkvinnu
floksins á tingi, sum eru rúk
andi ósamnd, og har annar
parturin tosar ljótt um hin.
Spurningurin er, hvussu
tey halda, at hetta nertir trú
virði hjá Tjóðveldi, og um tað
fær avleiðingar fyri forkvinn
una – ella um stríðið koyrir
víðari og spillir teimum valið.
Neyst
við summ
arhúsi í
Árnafirði
Skaðafrøin er stór, tá slík »mistøk« verða gjørd. Her er tað
fyrrverandi samstarvsfelagin hjá Annitu á Fríðriksmørk og
Páll á Reynatúgvu í landsstýri og løgtingi, Bjarni Djurholm,
sum stroyur salt í sárið